Ukrainska Eva livir væl við sínum føroyska hjarta

Tey flestu minnast deyðasjúku Evu úr Ukraina, sum var her í Føroyum í 2002. Føroyingar hjálptu henni aftur til lívið,

og nú hava teir hitt hana aftur

gn

 

 

 

Um hesa tíðina í 2002 vistu allir føroyingar um Eva Kononovo frá Ukraina. Hon var hjartasjúk og tørvaði eina stóra skurviðgerð, um henni skuldi vera lív lagað.

Hennara umstøður vóru ikki tær bestu. Mamma hennara var bert 17 ár, tá ið hon fekk hana. Pápin var alkoholikari, so har var ikki nógv at heinta. Eftir einum hálvum ári slepti mamman eisini gentuni, sum kom at búgva hjá ommuni, mammu pápan, sum hevði eitt høgt starv innan løgregluna.

Eva hevði hjartafeil og fekk eina skurviðgerð sum fýra ára gomul. Men tá ið Eva var 12 ára gomul fór aftur at bila við hjartanum. Tá tørvaði henni aftur eina stóra skurviðgerð. Hesa máttu tey sjálvi gjalda, og hon kom at kosta einar 700.000 svenskar krónur. Ein slík viðgerð mátti gerast í Svøríki. Tað vóru bert tríggir læknar í heiminum, herav ein í Svøríki, sum kundu geva hesa viðgerðina. Nevnda upphædd eru sjálvt hjá okkum nógvir pengar, men í Ukraina var tað óhugsandi at kunna reisa hana. Hóast omman var í uppá seg góðum starvi, var hennara inntøka minni enn kr. 1.000 um mánaðin.

Tá er tað, at Skandinavisk Børnemission kemur inn í myndina við leiðaranum Bo Wallenberg. Missiónin hevur virksemi í fleiri londum og eisini í Ukraina, og hon kom í samband við Evu. Tey seta sær fyri at reisa hendan peningin í Svøriki fyri at bjarga Evu. Tey fingu eisini væl av peningi har, men tað var kortini ikki nóg mikið.

Konsertir í Føroyum fyri lívi

Tískil varð stig tikið til at fáa ta írestandi upphæddina í Føroyum. Í november 2002 varð skipað fyri konsertum við tí endamáli at útvega írestandi peningin. Hetta vóru heldur ikki smávegis konsertir. Luttakarar vóru av fremstu sangarum, eisini opera­sangarum, og tónleikarum úr Ukraina.

Hildnar vóru fýra konsertir. Tær vóru í Christianskirkjuni í Klaksvík, á Toftum, í Norður­landahúsinum og í Vesturkirkj­uni, har tað í øllum plássum kom væl av fólki. Hetta vóru slíkar konsertir, at tey, sum vóru við, minnast tær enn. Tað kom væl av peningi inn á konsertunum, og tað vóru eisini feløg og fyritøkur, sum góvu eitt gott ískoyti.

Endin gjørdist eisini, at nóg mikið av peningi kom inn at gjalda skurviðgerðina hjá Evu.

Tað seinasta, sum frættist alment frá Evu, var í FF-blaðnum fyrst í 2003, har millum annað varð sagt:

Eva varð løgd undir skurð beint undan jólum (2002) á sjúkrahúsinum hjá lærda háskúlanum í Lund. Skurviðgerðin tók heilar 11 tímar. Í fyrsta umfari gekk eftir ætlan, men seinni stóð ikki so væl til. Tað stóð tá so illa til, at tað veruliga stóð um lív hjá henni.

Men so við og við er støðan batnað, og nú eru veruligar vónir um, at Eva fer at koma seg. 6. januar vóru ukrainsk jól, og Eva kundi halda jól við bestu gávu, hon kundi fáa – nevniliga sjálvt lívið. Læknarnir meta tað at vera mestsum eitt undur, at Eva er komin seg so væl.

Nýruni og livurin skulu nú fáast at virka aftur, men góðar vónir eru fyri hesum.

 

Eva hevur tað fínt

Vit kunnu nú gleða okkara lesarar við góðum tíðindum um Evu. Hon hevur tað fínt. Hon hevur nevniliga hitt nøkur av teimum, sum skipaðu fyri nevnda tónleikatiltaki. Eva er nú ein vøkur genta uppá 17 ár, sum gongur á miðnámsskúla.

Høvið til, at tey hittust var, at í heyst vóriu 15 ár liðin síðan Skandi­navisk Børnemission byrjaði sítt virksemi í Ukraina. Í hesum sambandi varð skipað fyri eini ferð hagar. Við í ferða­lag­num vóru 143 fólk, og av teimum vóru seks úr Føroyum. Millum hesi vóru eisini Beinta og Eiler Jacobsen, sum skipaðu fyri tiltøkunum í Føroyum fyri Evu. Umframt tey vóru hjúnini Mariann og M C Restorff og Kristina og Jógvan Johannesen úr Vestmanna.

Við sær hevði ferðalagið ein hóp av hjálparútgerð til sjúkra­hús, barnaheim og fongsul. Millum annað høvdu tey við sær 34.000 pør av ullintum sokkum frá svenska herinum, sum munnu koma væl við í kalda vetrinum.

Tað var skipað fyri einum fest­kvøldi í einum sjónleikarhúsi, har tað vóru 3.000 fólk til staðar. Her var undirhald av øllum møgu­ligum slag sum dansur og sangur. Talur vóru eisini hildnar eins og fólk, sum vóru hjálpt av tiltøkum hjá Skandinavisk Børnemission, komu upp á pallin at takka fyri hjálpina.

Tann mest kensluborna og hugtakandi løtan fyri føroyingar var, tá ið Eva kom upp á pallin saman við ommuni. Eva strálaði sum ein sól, og hon tyktist at hava tað fínt. Tey fingu høvi at hittast aftaná framførsluna. Tað var kanska ikki so nógv tosað, men tað var var hinvegin muss og klemm! Eva gongur sum sagt í skúla. Tað gongur eisini væl hjá henni, og hon hevði tað heilt gott. Hon og omman lótu heilsa í Føroyum, og tær takka fyri hjálpina, sum bjargaði hennara lívi.

Ein ungur maður prikkaði Beintu á akslarnar í sama við­fangi. Hetta var hin hugtak­andi harmonikuspælarin á konsertu­num, sum vóru í Føroyum. Hann takkaði eisini fyri seinast.

Tey hittu eisini Tjernobylbørn, sum høvdu verið í Føroyum. Tey eru nú blivin vaksin. Hesi hugsaðu við takksemi um Sólvu í Skopun, sum hevði tikið so væl ímóti teimum, og sum hevði givið teimum upplivingar tey ikki gloyma. Tey lótu eisini heilsa í Føroyum.

Síðsta kvøldið var ein sam­koma, har umboð fyri luttakandi londini á ferðini vórðu rópt upp at fáa eina viðurkenning fyri stuðulin til arbeiðið. Hetta var ein dropi á eini granitplátu. Fyri Føroyar vóru tað Beinta og Eiler Jacobsen, sum fingu hesa viður­kenning handaða.

 

Vitjan í fongsli

Tað vóru annars fleiri vitjanir á ferðini. Ein av teimum var í einum fongsli. Beinta sigur, at tað var hart at síggja allar hesar ungu dreingir stuttkliptar og innisperraðar. Teimum er neyvan nakað at misunna. Fongsul har á leiðini er í hvussu er ikki nakað hvíldarheim, og so at koma út aftur. Tað verður ikki bert sum at siga tað.

Tað varð sungið fyri fangu­num, so tey fingu hesa ljós­glæmu í einum ikki ov bjartum dagligdegi.

Tað er eingin ivi um, at her er talan um eitt positivt millumtjóða samstarv, sum Føroyar eisini eru við í. Hvat betri kann vera enn at vera við til at bjarga lív!

Her eru framvegis nógvar uppgávur at loysa, so vónandi fara fólk at stuðla hesum verki eins dyggiliga og tey hava gjørt.