Bíbliutýðingarsøga okkara er ikki serliga væl lýst, og tað eru helst ikki mangir føroyingar, sum í dag kenna ta veruligu søguna aftan fyri tað alstóra og slóðbrótandi verkið, ið menn sum Jákup Dahl og Victor Danielsen útintu.
Mangan má ein stúrsa við, tá ið ein bæði hoyrir og sær, hvussu óneyvt og grunt tann søguliga gongdin í hesum máli verður lýst.
Sum ein inngang til bókina »Bíblian á føroyskum í hálva øld« sum forlagið Leirkerið gav út í 2000 skrivar Jógvan á Lakjuni úr Fuglafirði um ta søguligu gongdina í sambandi við bíbliutýðingararbeiðið hjá Victori.
Her verða brot tikin úr hesi áhugaverdu lýsingini av arbeiðinum hjá Victor Danielsen fyri føroyska málinum.
Á læraraskúla
Victor kom til Havnar á læraraskúla í 1911, og um summarið 1914 fekk hann prógv. Meðan hann er í Havn, kennir hann seg kallaðan av Gudi og fer at ganga á møti í Meinigheitshúsinum.
Hann sigur sjálvur soleiðis frá: “Um heystið 1913 kom Guds kall persónliga til mín. Nú var tíð at venda við og verða frelstur, tað mátti ikki steðga. So fór eg á møti hjá Guds børnum; har væntaði eg mær at fáa hjálp og fekk hana eisini. Eg fann mín frelsara tá”.
Tá ið Victor hevði fingið læraraprógv, fór hann inn aftur á Skálafjørðin og varð settur sum lærari við skúlarnar í Søldarfirði, á Glyvrum og í Lamba. Men hetta starv røkti hann bert í einar 6–7 mánaðir.
Byrjar at prædika
Hann fór at lesa lestur í skúlanum í Søldarfirði, tí ungur sum hann var, kendi hann seg óbúnan at tala. Men skjótt byrjaði hann at prædika sjálvur. Røringur kom í, fleiri fólk vórðu umvend, og tá ið Victor ikki slapp at nýta skúlan longur, fór hann at halda møti í dansistovuni. Hann gavst við lærarastarvi sínum, tí hann kendi, at Gud kallaði hann til eitt verk fyri seg, og hann fór so við og við at virka sum trúboðari.
Mótstøða og køving
Øll, sum vita eitt sindur um føroyska søgu, síðan føroyingar fóru at vakna tjóðskaparliga í síðstu øld, kenna eisini søguna um stríðið fyri móðurmálsins rætti í skúla og kirkju.
Her var Jákup Dahl fremsti stríðsmaður, og hann gjørdi eitt stórt verk fyri at royna at fáa móðurmálið inn í kirkjuna. Men hann stríddist ímóti øgiligum trongskygni og myndugleikum, sum hildu uppá, at føroyskt ongantíð kundi gerast mentamál. Føroyskt kundi ikki brúkast á tí andliga økinum, og bleiv tað kirkjumál, fór tað at byrgja okkum inni og køva okkara andslív.
Hesum stríddist Dahl ímóti, og tað gekk ómetaliga striltið hjá honum bara at fáa loyvi at prædika onkra hendinga ferð á føroyskum, og verri var at fáa nakað av skrivligum tilfari góðkent til nýtslu í kirkjuni.
Jákup Dahl dugdi at síggja, at skuldi føroyskt sleppa inn í kirkjurnar, so var alneyðugt at fáa týtt Bíbliuna til føroyskt. Hetta fór hann eisini av álvara undir í 1921, tá ið hann gav út Sálmarnar og Orðtøkini í Gamla Testamenti.
Ein fongur
Einki er natúrligari enn at dýrka Gud á sínum egna móður máli, og av tí at brøðrasamkoman alla tíðina hevur staðið púra leys av fólkakirkjuni og øðrum siðbundnum stovnum, so var einki, sum forðaði fyri, at móðurmálið her fekk sín sjálvsagda rætt. Tørvurin á føroyskum skrivligum tilfari var sjálvandi stórur, og her bleiv Victor Danielsen ein fongur.
Andrew Sloan hevur greitt frá, at hann var í Skotlandi í 1934 og hitti har skrivaran hjá National Bible Society of Scotland, Dr. Knight. Hann spurdi Andrew, um føroyingar høvdu áhuga fyri at fáa partar av Nýggja Testamenti á føroyskum, t.d. Jóhannesar Evangelium. Um so var, skuldu teir lata pappírið.
Andrew Sloan helt, at føroyingar høvdu ikki áhuga fyri bert at fáa eitt lítið stykki av Bíbliuni, teir høvdu jú norskar og danskar bíbliur og vóru vanir at lesa í teimum. Men um møguleiki var fyri at fáa alt Nýggja Testamenti, so var tað nakað heilt annað. Dr. Knight játtaði at lata pappírið til hetta.
Andrew kom heimaftur og tosaði við leiðandi menn innan fyri brøðrasamkomuna, Jens av Reyni og aðrar. Teir vóru ógvuliga áhugaðir og spurdu so Victor, um hann vildi týða. Victor helt í fyrstuni, at hetta var ov torført fyri hann, men sum tíðin fór, tók hann kortini avgerð um at fara at týða.
Sama søga við Bíbliuni
Tá ið Nýggja Testamenti var komið út, fór Victor beinanvegin í 1937 undir at týða Gamla Testamenti. Hann sigur sjálvur soleiðis frá í eini grein frá 1952:
“Í mars 1937 byrjaði eg at um seta Gamla Testamenti og var liðugur í mai 1939 (í kladdu). Síðani revideraði eg Nýggja Testamenti frá 1937, og sonur mín maskinskrivaði alla Bíbliuna fyri meg.“
„Vit skuldu so lata hana prenta í Oslo og høvdu fingið rættlestur av knappliga 100 síðum, tá ið Noreg varð hersett. Alt lá so stilt inntil byrjan av 1947, prenting viðvíkjandi. Tá varð farið undir at prenta Bíbliuna í Føroyum. Men tá las eg aftur alt handritið ígjøgnum, bæði G.T og N.T. og revideraði málið rættiliga nógv.“
Bíblian var liðugt sett á Ólavsøku 1948 og kom út hin 19. mars 1949. Hetta má sigast at vera ein heilt serligur merkisdagur í Føroya søgu, tí henda dag lá fyri fyrstu ferð øll Bíblian á føroyskum máli á borðinum, og tað er ein søgulig stórhending.
Danmark fekk sína Bíbliu longu í 1550, Svøríki í 1541 og Ísland í 1584. Men eftir trúbótina um miðja 16. øld bleiv kirkjumálið í Føroyum danskt, og føroyingar komu sostatt bert at brúka ta donsku Bíbliuna, og ikki fyrr enn 400 ár eftir at brøðratjóðir okkara høvdu fingið Bíbliuna á egnum máli, fingu vit hana.
“Bíblian skal ikki vera ein lærubók í máli – og heldur ikki eitt museum fyri fornorð. Hon skal vera umsett so, at bæði lærd og ólærd lættliga kunnu fata lærdóm hennara og njóta signingar hennara”.
Einaferð fyrst í tríati árunum, gekk ein smádrongur runt við traktatum í Fuglafirði, og hann kom so inn til eina gamla konu har og spurdi, um hon legði í at fáa eitt blað við andaligum lesnaði á føroyskum. Konan spurdi, um tað var føroyskt, og drongurin svaraði ja. „Nei, so skal eg ikki hava tað, tí eg dugi ikki at lesa føroyskt“, segði konan. Drongurin skuldi so fara avstað aftur, men tá rópti hon á hann og spurdi, hvør hevði skrivað. „Victor“, svaraði drongurin. Tá læt í konuni: „Ja, so vil eg hava tað, tí tað einasta, eg dugi at lesa á føroyskum, er tað, sum Victor hevur skrivað.“










