Katrin hjá Sámal

Katrin Petersen var fødd í Klaksvík ein sunnudag, t. 23. okt. 1948. Hon var yngst av børnunum hjá Turið og Sámal Petersen. Best kendu vit Sámal sum Sámal lærarin. Elst av børnunum hjá Turið og Sámal var Hanna, aftan á komu dreingirnir Jallgrímur og Petur. Barnaheimið hjá Katrin á Biskupsstøð minnast vit fyri góðsligar og innigóðar karmar. Turið, við síni sáttligu og fløvandi medferð, fekk genturnar í grannalagnum at kenna seg so vælkomnar. Barngóð burturav var Turið, ið ættað var úr Svíni. Sámal, sum ikki segði so nógv, vistu vit, var tónlistamaður og gjørdi so beinrakin og yndislig løg. Tað hendi seg meiri enn so, at vit vóru millum tær fyrstu, ið dugdu nýkomponeraðu sangstrofurnar á løgunum, hann gjørdi. Vit fingu tær inn í oyrað, tá hann streyk eftir violinstreingjunum inni í arbeiðsrúminum. Sámal var so fjølbroyttur, stjórnaði sangkóri og Klaksvíkar Hornorkestri, sat í sóknarstýri og á løgtingi og var íðin granskari úti í føroysku natúruni. Í kjallaranum hevði hann eitt rúm við útstappaðum fuglum, ið hann lærdi okkum nøvnini á. Tað var ein áhugaverdur pápi, hildu vit, sum á sín serliga, hugfarsliga hátt legði pípuna frá sær og greiddi okkum forvitnu óvitum frá smáfugli sum rovfugli.

Í barnaárunum var heimur okkara Biskupsstøð – alt var so vandaleyst, og stóra verðin lá uttanfyri. Vit børn spældu nógv, bæði innan- og uttanduraspøl. Einki órógvaði sum í dag, og vit keddu okkum ongantíð. Samvera og spæl var hjartatátturin í uppalingini og menningini. Biskupsstøð blómaði, har var alt uttan um okkum , - bókasavnið, bókhandilin, krambúðin, klædnabúðin, kolgarðurin, bátabrúgvin í fjøruni, víði bøurin hjá Jákup bónda og høsna- og kalkungarðurin hjá Hans bónda. Ja, tað var eitt yðjandi lív við øllum tí, vit stóðu saman um og hildu vera heimsins nalva.

Katrin búði á markinum millum Ziskatrøð og Biskupsstøð. Longu sum smágenta var hon ein partur av gentuhópinum, har vit spældu. Um jóltíðir fóru vit til jólatræ og fleiri ferðir um árið vóru føðingardagar, har vit vandaliga spældu smáar ”komediur” og framførdu fyri gestunum. Tað kundi henda, at vit høvdu gott fylgisspæl afturvið eisini. Bindiskúlin í Emmaus hvørja viku var eitt ”must” og túrarnir út í Grøv um summarið, har vit vassaðu og tvassaðu. Hetta vóru árini við donsku, ljósareyðu Puk-bókunum við Christell tekningum, vøkrum eskjum við glansbíløtum í og fellibók. Og vit savnaðu bunkar av vøkrum serviettum, sum so óbrúktir vóru goymdir og taldir upp við hvørt. Vit kappaðust um at savna sodavatnsproppar frá Føroya Bjór við tølum í undir tundrinum. Vit býttu um, so vit fingu røttu raðfylgjuna frá 1 til 10 og kundu so vera við í lutakasti um ein sodavatnskassa. Hetta vóru minniligir dagar. Um fermingaraldur fekk man egið kamar, carmen curlers stóðu á kommoduni og ornaðu, og kjólarnir tódnaðu. Romanbløðini sløgdust á náttborðinum, og brævakassin hjá Tove Ditlevsen í Famile Journalinum varð dúgliga lisin og stjørnurnar við, - hvat mundi fara at henda í næstu viku ella seinni í árinum. Vit lósu romanbløðini og tey vaksnu ”Det bedste”. Príslistin frá Daells Varehus, Messen , Candor og Sport, alt hetta tóku vit til okkum. - Jú, hetta vóru vit felags um. Og vit samlaðu silvurbestikk frá Leivi Ellingsgaard og Eilif Arge, tí einaferð vildu vit borðreiða við blonkum knívum og gaflum sum aðrar klaksvíksfrúur.

Katrin gekk tveir flokkar undan okkum og fekk tí ómetaligan stóran týdning sum slóðari og vegleiðari tey fyrstu trilvandi fetini inn í ungdómsheimin. Tað var serliga spennandi, tá hon fór at arbeiða á posthúsinum, meðan vit enn ”bara” gingu í skúla. Stuttligt var at fara inn til hennara um kvøldarnar at práta, tí Katrin átti ein lítlan plátuspælara. Hugnaløturnar vórðu ballaðar inn í mjúku røddina hjá Cliff Richard og eisini Pat Boone. Katrin hevði ein mammubeiggja yviri í Canada, ið hon við hvørt fortaldi okkum um, eina mostir á Bornholm og eina úti í Heiðunum, sum var so blíð og týð at vitja. Hon var jarðamóður, átti hvørki mann ella børn. Og har sluppu vit at gera sum okkum lysti. Ja, slíkt situr eftir og svarar aftur í dag !

Sámal Petersen gjørdist eitt skifti landsstýrismaður. Tá fluttu Turið við Sámal sjálvsagt til Havnar. Ferðasambandið kann ikki samanberast við tað í dag, men í vikuskiftum fóru vinkonurnar hugagóðar við Pride suður at vitja, - hurðin til ungdómsheimin stóð nú víðopin, og Katrin´sa vinir vóru okkara vinir. Ræsur gjørdist rúmari, og útlongsul gjørdi seg eisini galdandi millum okkum gentur á Biskupsstøð, og hjá Turið og Sámal úti í Tinganesi og Brøttulíð var sami blíðskapur sum í Klaksvík. Í 1968 hitti Katrin Hera , ið gjørdist maki og stuðil hennara alt lívið.

Katrin fór á Ryslinge Háskúla og í fylgi við henni Dora hjá Eli Nolsøe. Tann ”ferðandi háskúlin” var eisini nakað, ið hugtók Katrina, og hon gekk við lív og sál upp í tann partin av háskúlarørsluni. Tankin búnaðist meir og meir at gerast barnagarðslærari, sum tað kallaðist tá. Í 1973 var hon liðug við skúlan og stóð við prógvi í hondini og virkaði nøkur ár í DK innan tað starvsøkið, meðan Heri gjørdi seg lidnan við sína útbúgving.

Tá Katrin og Heri fluttu heim til Føroyar, tók hon við starvi sum leiðari fyri dagstovnin í Hoyvík. Í 17 ár greiddi hon tann setningin til lítar. Tá Tórshavnar Kommuna í ár 2000 setti Barna- og ungdómsdeildina á stovn, varð Katrin settur leiðari. Samvitskufult røkti hon starvið við síni breiðu vitan og sunnu hugsjónum, eisini tá sjúkan gjørdi seg inn á hana. Hon tók dystin upp við hendan miskunnarleysa óvin, fekk hann í fleiri umførum í andglettin, men nú fekk hann so seinasta orðið.

Seint í fjør segði Katrin seg úr starvi. Tað var vorðið ov krevjandi hjá henni í landsins størstu kommunu at umsita hetta starv, ið var í so støðugari menning, meðan sjúkan gjørdist meinari og meinari.

Í okkara dagbókum gongur Katrin nógv aftur. Tað er einki at siga til, tí tú vart so serlig og viðkomandi Lesihugaðar vóru vit allar tríggjar, læntu bøkur frá hvør aðrari, ummæltu tær og fylgdu væl við, tá John Reid hevði sett nýútgávur upp á hillarnar á bókasavninum. Ja, tá vóru gentubøkur gentubøkur og einki annað enn tað !

Vit syrgja missin av tær, Katrin góða. Í sjúkutilgongdini hevði tú sanniliga tað sama kærleiksfulla yndið, ið altíð sermerkti teg. Meinast er missurin hjá Hera, Høgna og Bjørt og systkjunum hjá tær.

Deyðin fekk seinasta orðið, men blíða brosið var alla tíðina har. Tað fekk sjúkan einki gjørt við. Og vit minnast tað, Katrin, brosið, og unna tær eina sæla og góða hvíld eftir drúgvar dystir og bakkøst.

Tá tú vart borin út úr Havnar kirkju sunnudagin, og orglið á loftinum spældi fittu løgini hjá Sámal Petersen: Morgunroðin lýsir og Ein firvaldur í góðum lag, var tað, sum um man var aftur á Biskupsstøð eina løtu. Sera beinrakið, at tú vart borin út við so vøkrum tónum hjá pápa tínum.

Friður verði við minninum um Katrin hjá Sámal.
-----
Ruth og Polly