Beint áðrenn vit skulu inn á pallin, er tað eisini ein stylistur, sum stendur og rættar klæði og hár, áðrenn vit fara inn á pallin, men tá vit koma í ljósið, skal tað ikki síggjast á okkum, at tað er stressandi [...] skjótt man kemur út á pallin, so eru nervarnir horvnir aftur, so tað er ikki so galið allíkavæl, heldur Amalie - Sjálvandi eru klæðini tað vigtigasta, men eg hugsi absolutt eisini um, at fólk hyggja at mær, [...] Beint eftir showið við Wackerhaus fingu vit orðið á tvær av modellunum frá 2pm, áðrenn tær skuldu skunda sær víðari til næsta show. Lin Kjerult og Amalie Reeoltz, 18 og 16 ára gamlar, greiða frá, at tað
Flaggað skuldi verðið við hálvari stong á hvørjum ári Løgtingsbumbingin er næstan fortrongd í Føroyum! Ja, hesin sjáldsama álvarsami tilburður er merkiliga nógv tagdur í hel av okkara søgufólki, og hann [...] søgubókum. At burturtiga søgulig ýti er ikki nógv mætari enn at lúgva um tey! Effektin er stórt sæð tann sama! Í øllum øðrum londum hevði dagurin fyri eitt terrorálop á sjálvt parlamentið ikki bara verið viðgjørdur [...] sorgardagur, har flaggað varð í hálvari stong á øllum almennum bygningum; - harumframt hevði tilburðurin eisini verið umrøddur hvørt ár í landsins skúlum. Á arbeiðsplássum hevði 2 minuttirs tøgn fyri slíkan
kvinnurnar tryggjaðu sær plássið í undankappingini við 2-1 sigri á Turkalandi. Hon greiðir frá, at stórur munur er á at spæla fyri landsliðið á Tórvølli og at spæla ein vanligan dyst í føroysku landskappingini [...] fýra mál, og leggur afturat: - Til venjing sleppa vit allar at royna okkum á plássunum, har vit vanliga spæla, og tá tú so sleppur á tað plássið, mást tú gera títt allarbesta. Eg royni í øllum førum, at gera [...] Dysturin nærkast Dysturin nærkast alsamt, og landsliðið er í løtuni savnað á Hotel Føroyum. Hesar dagarnar fram ímóti dystinum á Tórvølli snýr alt seg um stóru avbjóðingina, sum liggur fyri framman. - Vit
er avmarkað hvussu stórar uppgávur teir kunnu taka uppá seg. Hinvegin so er lættari hjá teimum at átaka sær smærri uppgávur fyri fólk. Og arbeiðið trýtur ikki. - Vit hava nokk at gera. Nógv smærri arbeiðir [...] sólarveður. Fólk flest halda seg helst innanveggja, men tað eru kortini tey ið eru noydd at vera úti ein slíkan dag. At vera úti er í roynd og veru ein partur av arbeiði teirra. Ovarlaga og uttarlaga á Strondum [...] vitjan av sjálvum borgarstjóranum á Strondum, Malenu Thomsen. Í prátinum teirra millum kom fram eitt ynski frá Rógva til Sjóvar kommunu. Tað kundi meiri enn so borið á, at hetta ynskið fær eina positiva
spurdu vit nógv ung fólk, hvat tey hildu um talv. Eg haldi, at hetta riggaði stak væl. - Harafturat gjørdu vit eisini eina DVD, sum fylgdi við talvblaðnum. Her var m.a. eitt slideshow á umframt nógv annað tilfar [...] stóran dent á dagbókina eisini. Eingin ivi var um, at tey høvdu gjørt nógv við verkætlanina, og úrslitið var eisini har eftir. Tey fingu eitt 13-tal fyri uppgávuna, og tá kann tað ikki gerast nógv betri. Vaksandi [...] góðar. Eg fari sjálvandi niður fyri at vinna, men tað er ringt at siga áðrenn, hvussu fer at ganga. Kappingin er skipað á tann hátt, at hvør telvari hevur 30 minuttir fyri hvørt talv. Luttakararnr telva
tá ið vit taka í hondina á hvørjum øðrum, og eg føli meg sum ein smápilt. Hóast vakstrarlagið hevur ein vissan fyrimun, er framvegis langt á mál. Hann hevur framvegis nógv at læra, men við røttum hugburði [...] nýggja sáttmálan, tí eg dugi slett ikki at síggja, nær eg havi ment meg so nógv upp á so stutta tíð. Tað er heilt sjúkligt, hvussu skjótt tað hevur gingið. Eg haldi, eg eri komin rættiliga langt, og hetta [...] FC Midtjyllandi, standa fólk framvegis á einum beini fyri honum og vilja honum alt tað besta. Í FC Midtjyllandi fær Sonni Ragnar Nattestad framvegis persónligt samband við fólk, ið allatíð geva honum gullkorn
4.902 ferðafólk um Nólsoyarfjør og í januar í ár hevur Erla Kongsdóttir flutt 4.957 fólk um Nólsoyarfjør, ella 55 fólk fleiri enn Ternan flutti. Í januar í ár hevur Erla Kongsdóttir eisini flutt 57 bilar [...] , at Strandferðslan fær nýggj skip og sagt hevur verið, at skilið á nólsoyarleiðini í seinastuni er bara eitt dømi afturat um, hvussu átrokandi tað er. [...] stak óheppið, tí sum heild hevur Erla Kongsdóttir roynst sera væl. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Fyri aðru ferð varð Erla Kongsdóttir tikin úr sigling ígjár tí ein rútur er brotnaður
tað sína gongd. Men fólk vóru sera misnøgd yvir, at so nógv av góðum torvi fór fyri einki. Mógvurin varð fluttur burtur á tippvognum, ella varð hann upploystur í vatni og rann oman á sjógv, so at sandurin [...] teir fremmandu, at nú var vandi á ferð. Teir tóku ikki revolvaran, men sukurlátu upp úr lummanum og trakteraðu, og so var slagið vunnið. Nú vistu hagamenninir ikki, hvussu teir skuldu biðja um fyrigeving [...] gjørdust ilskir og fóru aftaná teimum at reka teir til húsa aftur. Teir lósu hagalógina fyri teimum bæði á føroyskum og donskum. Men teir fataðu ikki eitt mukk av øllum hesum. Hagamenninir bóðu teir stinga av
kongsbóndaskipanini á sjónum, har tað er sera trupult at sleppa framat loyvum hjá ungum nýggjum kreftum. Eitt hugskot kundi verið at havt eina skipan, har fiskitilfeingið varð selt á einum leypandi uppboði [...] verða aktioneraði fyri eitt áraskeið, nakað sum t.d. aliloyvi. Ein meinbogi fyri broytingum á fiskivinnuøkinum á sjónum kann verða, at vit hava avoldaðu hýruskipanina, ið elvir til løtuvinningsjagstran hjá [...] slíkari forkláring bara byrja at forera t.d. bilar frá Landsverki til ávís priviligerað fólk fyri einki, tí at hesi fólk høvdu betalt skatt av einum og hvørjum vinningi, tey høvdu fingið av hesum ókeypis bilum
seymað nógvar føroyskar búnar fyri fólk, bæði til kvinnur og menn, og er altíð blíð at koma inná gólvið hjá. Nú Katrina fyllir 80 ár, seymar hon av og á enn fyri fólk. Katrina hevur altíð verið ung í sinni [...] serligt, at klippa og seyma dukkuklæðir, ella hyggja í mótablaðið "Quelle". Katrina arbeiddi á flakavirki í nógv ár, har hon gavst fyri 13 árum síðan. Katrina giftist sum 30 ára gomul við Palla Hansen av [...] varð hildin saman við familju, vinum og kenningum. Nú Katrina fyllir 80 ár, komu vit at hugsa um, hvussu røsk og energisk hon altíð hevur verið og enn er, og um alt, hon hevur lagt úr hondum gjøgnum árini