Hetta er stak óheppið, tí sum heild hevur Erla Kongsdóttir roynst sera væl. Tað sigur Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni. Fyri aðru ferð varð Erla Kongsdóttir tikin úr sigling ígjár tí ein rútur er brotnaður. Tað sama hendi í desember, men enn er ikki greitt, hví tað er hent.
Hilmar Eliasen harmast um, at tey eru komin í hesa støðuna, tí hann sigur, at annars hevur Erla Kongsdóttir roynst væl, og tað eru bara nakrir heilt fáir túrar, sum eru avlýstir fyri veður. Sostatt hevur reglusemið hevur verið sera gott, og vit skulu eisini hava í huga, at tað eru einir 9-10 túrar um Nólsoyarfjørð um dagin, sigur hann. Samstundis hevur Erla Kongsdóttir siglt væl, so samanumtikið hevur hon roynst sera væl, sigur hann.
Hann sigur, at í januar í fjør flutti Ternan 4.902 ferðafólk um Nólsoyarfjør og í januar í ár hevur Erla Kongsdóttir flutt 4.957 fólk um Nólsoyarfjør, ella 55 fólk fleiri enn Ternan flutti.
Í januar í ár hevur Erla Kongsdóttir eisini flutt 57 bilar um Nólsoyarfjørð og í januar í fjør flutti Ternan tríggjar bilar um Nólsoyarfjørð.
Eyðvitað hevur hon avlýst nakrar túrar fyri veður, men tað er ikki óvanligt hesa árstíðina, men annars hevur hon bara avlýst nakrar fáar túrar, uttan at tað var boðað frá tí frammanundan. Tað var hendan dagin, hon fekk um skrúvuna, men hon var í sigling aftur dagin eftir.
Annars hava nólsoyingar ført fram, at Erla Kongsdóttir avlýsir í heilum, eisini í góðum líkindum, men tað afturvísir stjórin á Strandferðsluni, tí hann staðfestur, at reglusemið hevur verið sera høgt.
Hann er sannførdur um, at misnøgdin umboðar ikki ferðafólk, sum heild, men nakrar fáar nólsoyingar, ið brúka Erlu Kongsdóttir sum jarnbrot fyri at fáa nýggja nólsoyarferju.
– Men eg haldi, at tað er skeivt, tí Erla Kongsdóttir hevur aldrin verið ætlað sum ein nýggj nólsoyarferja. Hon hevur alla tíðina verið ætlað sum eitt avloysaraskip, sum skal brúkast á ymsum leiðum, mest í summarhálvuni, so at ferðasambandið kundi vera í eini tryggari legu, tá ið skipini annars vóru í dokk.
– Men hesa ferð komu vit í neyð, tí vit høvdu ikki fígging til at fáa Ternuna í dokk fyrr enn so seint í ár – og fyri at gera støðuna verri, er Ternan í nógv verri standi enn vit væntaðu og tí dregur tað út, áðrenn hon kemur aftur í sigling.
Hesi seinastu árini hevur tað fleiri ferðir ført fram, at tað er bráðneyðugt, at Strandferðslan fær nýggj skip og sagt hevur verið, at skilið á nólsoyarleiðini í seinastuni er bara eitt dømi afturat um, hvussu átrokandi tað er.