Renna frá showi til show

Modellirnar í Keypmannahavn hava úr at gera, tá mótavikan er á skránni. Tær allarflestu hava fleiri arbeiðir hvønn dag, og tað merkir, at tær mugu renna skjótt millum showini, sum liggja slag í slag

Beint eftir showið við Wackerhaus fingu vit orðið á tvær av modellunum frá 2pm, áðrenn tær skuldu skunda sær víðari til næsta show.
Lin Kjerult og Amalie Reeoltz, 18 og 16 ára gamlar, greiða frá, at tað eru sniðgevarnir sjálvir, sum velja tær modellirnar út, sum teir vilja hava til showini.
- Tað eru stórar castingar, har fleiri sniðgevar eru savnaðir, og so ganga vit fyri teimum, og teir velja út hvørjar modellir teir vilja hava. Teir skriva upp og seta seg síðani í samband við modelbureau'ið, sum ordnar alt tað praktiska.

Hektiskt aftanfyri pallin
Tá tær verða spurdar um, hvussu stemningurin er handan pallin til mótasýningarnar, svara Amalie og Lin sum við ein munn, at tað er sera hektiskt.
- Vit eru so nógvar modellir, sum skulu stylast og gerast klárar, og tá man hevur so nógv show sama dag, eru vit sum oftast stylaðar frá seinasta showinum, so tað skal alt takast burtur, bæði smyrsl og frisurur, og síðani gerast av nýggjum, so tað hóskar til tað næsta showið.
- Beint áðrenn vit skulu inn á pallin, er tað eisini ein stylistur, sum stendur og rættar klæði og hár, áðrenn vit fara inn á pallin, men tá vit koma í ljósið, skal tað ikki síggjast á okkum, at tað er stressandi.
Tær siga, at tá tær koma afturum aftur, mugu tær renna fyri at náa at skifta klæði, og fleiri hendur arbeiða av øllum alvi fyri at fáa skiftini at ganga so skjótt og væl, sum gjørligt.
Spurdar, um tær verða nervøsar undan sýningunum, svara tær, at tað eru tær.
- Man pískar ofta ein stemning upp, áðrenn man skal inn, men so skjótt man kemur út á pallin, so eru nervarnir horvnir aftur, so tað er ikki so galið allíkavæl, heldur Amalie
- Sjálvandi eru klæðini tað vigtigasta, men eg hugsi absolutt eisini um, at fólk hyggja at mær, meðan eg gangi, sigur hon.
- Ja, leggur Lin afturat, tað snýr seg jú um heildina, so sjálvandi leggja áskoðararnir eisini merki til okkum, hóast tað í grundini eru klæðini , sum eru í fokus.

Bara góðar upplivingar
Modellirnar møta vanliga einar 3-4 tímar, áðrenn showið byrjar. Tær verða smurdar og stylaðar og fáa at vita hvussu tær skulu ganga.
- Men hesa vikuna er tað sera hektiskt hjá okkum øllum, so nú eru tað fleiri, sum ikki møta fyrr enn ein tíma áðrenn showið byrjar, tí tær koma beint frá øðrum showum. Tá skal arbeiðast skjótt fyri at umstyla tær.
Tær flenna smædnar, tá tær verða spurdar um at velja tann sniðgevan, sum er bestur at arbeiða saman við. Kanska tær hugsa um ikki at brenna sínar brýr, men tær svara ógvuliga útjavnandi, at allir sniðgevarnir, ið tær hava arbeitt við, hava verið sera vinarligir og fittir.
- Nógv halda antin, at modellirnar hava eitt super glamourøst lív, ella at vit verða illa viðfarnar. Hvørki av hasum passar. Tá vit eru lidnar við showini fara vit heim við bussinum, og vit ganga báðar í skúla við síðunar av, júst sum vanlig ungfólk á okkara aldri, sigur Lin, sum sjálv gongur í studentaskúla.
- Og vit verða heldur ikki illa viðfarnar, tvørturímóti. Vit fáa bæði mat og drekka, og tey spyrja okkum allatíðina, um vit hava tað gott, og um alt er okey. Og mær dámar væl at verða stylað og latin í, so eg haldi hetta lívið vera super, sigur Amalie, áðrenn tær fara smárennandi tvøturum Ráðhúsplássið á veg til tað næsta arbeiðið, sum er við Barbaru í Gongini.