Tað er rættiliga kalt og kavi í veðrinum henda týsdagin í farnu viku, men kortini gott sólarveður.
Fólk flest halda seg helst innanveggja, men tað eru kortini tey ið eru noydd at vera úti ein slíkan dag. At vera úti er í roynd og veru ein partur av arbeiði teirra.
Ovarlaga og uttarlaga á Strondum er ein maður so smátt farin at síggja fram til dagin, tá hansara kunnu seta føtur undir egið borð í egnum húsum.
Hann hevur ognað sær eitt grundøki, og síðani er økið vorðið planerað og húsaveggirnir komnir upp. Nú vantar bert timburarbeiðið.
Tað letur kortini ikki bíðað eftir sær, tí henda sama týsdagin var skálamaðurin, Rógvi Alfredsson í ferð við at inniloka húsini.
Saman við bróðuri sínum, Boga rekur hann fyritøkuna AB Komfort, sum m.a. tekur sær av slíkum timburarbeiðum.
- Vit eru júst byrjaðir uppá hetta, og vænta at verða lidnir seint í summar, sigur Rógvi Alfredsson.
Henda týsdagin var hann enntá so heppin at fáa vitjan av sjálvum borgarstjóranum á Strondum, Malenu Thomsen.
Í prátinum teirra millum kom fram eitt ynski frá Rógva til Sjóvar kommunu.
Tað kundi meiri enn so borið á, at hetta ynskið fær eina positiva viðgerð í kommununi!
Reisa húsini
Tá ein byggir hús kann hetta gerast á ymiskan hátt – annaðhvørt at ein fær eina av størru byggifyritøkunum at gera alt arbeiðið.
Ella at ein fær eina minni fyritøku og slíkar menn sum Rógva og Boga at gera tað.
Maðurin, ið letur hesi húsini byggja, hevur latið upp í hendurnar á monnunum í AB Komfort at inniloka sær húsini.
Hesir báðir hava hinvegin eina avtalu við Højgaards Handilsvirki í Runavík um at gera húsini lyklaklár.
Henda dagin í farnu viku, tá vit vitjaðu á Strondum var Rógvi sjálvur í ferð við at leggja rand-dragarin. Tá hetta arbeiðið var gjørt, skuldi sjálv syllin leggjast í erva.
- Og so skuldi verið klárt at reist húsini, greiðir Rógvi frá.
Skjótt og væl
Í løtuni er rættiliga nógv ferð á føroyska búskapinum, og hetta sær ein eisini aftur í talinum av sethúsum sum eru í gerð.
Hjá Rógva og bróðuri hansara merkja teir eisini hesa gongdina. Hjá teimum ræður um at gera hetta arbeiðið liðugt, bæði skjótt og væl, so farast kann undir næstu uppgávurnar ið liggja fyri framman.
Og teir hava úr at gera um dagarnir.
- Ja, vit hava faktiskt fýra sethús at gera í løtuni, sigur Rógvi.
Teir hava millum annað eini sethús frá áðurnevnda handilsvirkið at gera klár longur inni í sjálvari bygdini.
– So í løtuni eru vit bert her á Strondum, greiður hann frá.
Fult bookaðir
Trot er sum nevnt á handverkarum og tí fáa teir hjá AB Komfort javnan fyrispurningar frá fólki um okkurt arbeiði.
Tá teir verða lidnir við hesi húsini á Strondum bíða eini hús eftir teimum í Havn og eftir øllum at døma eisini eini hús á Skála.
- So um vit hyggja eftir 2007, eru vit at kalla fult bookaðir alt árið!, sigur Rógvi.
Arbeiða kring alt landið
Tá teir báðir í AB Komfort bert eru tveir mans er avmarkað hvussu stórar uppgávur teir kunnu taka uppá seg.
Hinvegin so er lættari hjá teimum at átaka sær smærri uppgávur fyri fólk. Og arbeiðið trýtur ikki.
- Vit hava nokk at gera. Nógv smærri arbeiðir liggja fyri framman, m.a. innrættingar og umvælingar hjá fólki, sigur Rógvi Alfredsson.
Arbeiðsøkið teirra er í størstan mun her á vestara armi á Skálafjørðinum, men teir hava eisini verið aðrastaðni og arbeitt, millum annað í Havn.