Byrjanin til flogvøllin

Í bókini Bumbur yvir Føroyar, sum varð útgivin av Petur Háberg aftaná kríggið, hevði DD, kendi lærarin og sambandsmaðurin í Sørvági eina skemtiliga grein um, hvussu Vágamenn upplivdu bretar undir hersetingini. Her skal endurtakast ta lítið kendu søguna um allarfyrstu byrjanina til flogvøllin

Hermenn fóru at ganga í haganum, og hetta var jú ímóti hagalógini. Hagamenninir gjørdust ilskir og fóru aftaná teimum at reka teir til húsa aftur. Teir lósu hagalógina fyri teimum bæði á føroyskum og donskum. Men teir fataðu ikki eitt mukk av øllum hesum.

Hagamenninir bóðu teir stinga av aftur hagar til, sum teir vóru frákomnir, tí her høvdu teir einki at gera. Men eingilskmenninir stóðu bara býttir og hugdu. Tá ið ein hagamaður so fór at neva eftir teimum og banna illa, tá fataðu teir fremmandu, at nú var vandi á ferð. Teir tóku ikki revolvaran, men sukurlátu upp úr lummanum og trakteraðu, og so var slagið vunnið. Nú vistu hagamenninir ikki, hvussu teir skuldu biðja um fyrigeving fyri bæði at hava nevað eftir teimum og deilt teir. Og so hildu hermenninir áfram við at máta upp. Tí landmátarar vóru teir og skuldu finna eitt hóskandi stað til flúgvipláss. Men hetta var ikki almannakunnugt, so eingin visti annað enn tað, tey gittu sær til.

So var tað ein dagin seint í apríl, at fleiri stórir damparar komu siglandi inn eftir vánni og løgdu til kaina.

Her var fult av herfólki umborð umframt allur møguligur arbeiðsreiðskapur til flúgviplássið. Men eingin fekk nakað vist at vita um, hvat ið ætlanin var við øllum hesum lutum og herfólki. Um nakar spurdi, hví teir gingu og mólu uppi í haganum, kundu teir svara okkurt sum tað, at teir leitaðu eftir lekidómskeldum, tí teir høvdu hoyrt, at vatnið skuldi vera av besta medisini.

Nýttu milliardir í Vágum

 

Við flúgviplássinum gekk tað sína gongd. Men fólk vóru sera misnøgd yvir, at so nógv av góðum torvi fór fyri einki. Mógvurin varð fluttur burtur á tippvognum, ella varð hann upploystur í vatni og rann oman á sjógv, so at sandurin í Sørvági varð sum eitt runudýki, ið fólk sakk í heilt upp undir knæ. Síðani sprongdu teir plássið slætt og førdu eisini hópin av gróti frá teimum stóru grótbrotunum, teir høvdu fleiri staðni um oynna. Bilar í hundraðtali vóru nýttir til hendan flutning. Tað var eitt stórt øki, eini 40 heilársfóður, ið fóru til flúgviplássið. Hetta var vetrarhagin hjá nógvum seyði og summarhagi hjá nógvum neytum.

Teir máttu so eisini gera nýggjar vegir. Tað var næstan hvønn dag, at onkur bilur koyrdi útav og mannskaði var vanligur. Tað vóru heili 300 akfør í oynni.

Sagt varð at nýggju vegirnir í Vágum vóru so væl gjørdir, at teir kravdu ikki ábøtur fyrsta mansaldurin. Hann kostaði eisini fleiri milliónir, tá! Sagt varð annars, at alt arbeiðið í oynni kostaði 100 milliónir. Hetta hevði verið út ímóti 10 milliardir í dag!