Katrina Hansen (Dinna) 80 ár

     

Katrina Hansen, fødd Simonsen, varð 80 ár 30. september. Føðingardagurin varð hildin saman við familju, vinum og kenningum.

Nú Katrina fyllir 80 ár, komu vit at hugsa um, hvussu røsk og energisk hon altíð hevur verið og enn er, og um alt, hon hevur lagt úr hondum gjøgnum árini.
Katrina hevur altíð havt stóran áhuga fyri hondarbeiði, hon lærdi at seyma í Sandavági hjá Sannu hjá Lísbitu.
Seinni fór hon við systrini Paulu at arbeiða á seymistovuni hjá Annu í Haraldsstovu í Keypmannahavn. Anna hevði lært at seyma hjá Fonnesbech, so hon var ein avbera góður lærumeistari. Katrina var nøkur ár niðri í Danmark. Heimafturkomin læt hon upp seymistovu í kjallaranum í barnaheiminum, har sera nógvar kvinnur hava lært at seyma og skera til.
Katrina hevur altíð havt sera góð evnir at flylgja við í mótanum, hon visti næstan, áðrenn tey ungu, hvat fór at vera "in" ella ikki.
Tað var altíð ein stuttleiki sum barn at síggja hana taka eitt klædnastykki fram, ið løtu seinni varð klipt og klárt at seyma.
Katrina hevur havt seymiskeið, næstan so leingi vit minnast, úti í gamla skúla í Sandavági, haðani hon er ættað. Tað er ógvuliga stuttligt og hugnaligt at minnast aftur á, tá hon tók maskinuna, pakkaði taskuna, teposar, mjólk í fløsku, keks, koppar o.a., og mann slapp við. Hetta var nakað heilt serligt, at klippa og seyma dukkuklæðir, ella hyggja í mótablaðið "Quelle".
Katrina arbeiddi á flakavirki í nógv ár, har hon gavst fyri 13 árum síðan.
Katrina giftist sum 30 ára gomul við Palla Hansen av Slættanesi, og hóast tey eingi børn fingu saman, hava børn altíð verið meira enn vælkomin hjá teimum. Ein systirdóttir er uppvaksin hjá teimum, og annars hava onnur børn í familjuni búð har í styttri og longri tíðarskeið. Tað er ikki smávegis av troyggjum, hosum og klæðum, ið hesi hava fingið gjøgnum árini. Palli doyði av krabbameini í 1991.
Katrina hevur m.a. seymað nógvar føroyskar búnar fyri fólk, bæði til kvinnur og menn, og er altíð blíð at koma inná gólvið hjá. Nú Katrina fyllir 80 ár, seymar hon av og á enn fyri fólk.
Katrina hevur altíð verið ung í sinni og ógvuliga røsk, mangan hevur ein tikið til: "Hevði ein bara orkað helvtina av tí, hon orkar, so hevði staðið væl til". Tú sært hana sjáldan uttan stokkar í hond, tí hon bindur uppá "ommubørn" ella " langommubørn", ella onkran annan í familjuni.
Hon er ein unglingi uppá 80 ár, og hon er okkum so ógvuliga kær.
Vit ynskja Dinnu hjartaliga tillukku við 80 - ára føðinardegnum.

Familjan