Halló hvar kom tú frá?

Hann er sonur navnframa bjargingarmannin Oben Poulsen. Hann er uppvaksin í Miðvági og er ein av sjey systkum. Fosturpápin er navnframi álopsspælarin hjá FS Vágar á sinni, Birgir Joensen, men tað var mamman Mariann Nattestad, ið hálaði hann við til fótbólt. Heima í Miðvági varð hann skræddur upp úr songini áðrenn skúlatíð at venja, og sum eitt snarljós hevur hann førkað seg nú undir liðina á teimum stóru. Hann eitur Sonni Ragnar Nattestad og er yrkisleikari í FC Midtjyllandi

Úti á bygd í Ikast og langt frá danska stórbýarlívinum, Den lille Havfrue og Nyhavn býr ein føroyskur fótbóltsspælari. Í eini handarvending hevur hann givið seg til kennar og er vorðin Føroya fremsti gull­fuglur og vón um ein fótbólts­spælara, ið kann náa heilt upp á altjóða fótbóltstindin. Í fótbólti kann ganga skjótt, og áðrenn vit vistu av, var hann flogin úr reiðrinum frá 1. deildar fótbólti í Føroyum til danskan yrkisfótbólt. Aftan­fyri hesi ógvisligu fram­gongd liggur eitt hart og mið­víst arbeiði og ein sterkur vilji at menna seg.
Hetta er søgan um óspilta og blaðunga miðvingin Sonna Ragnar Nattestad, sum bert 18 ára gamal klipti nalva­strongin og fór út í stóru verð. Eitt ár seinni hevur hann vakt bæði undran og fagn­að, tí eftir ongari tíð trein hann inn í danska fót­bólts­heimin. Hóast vit eru fegin um at síggja Sonna Ragnar Nattestad í donskum yrkis­fótbólti, eru vit ivaleyst fleiri, ið skriða okkum í nakkanum og spyrja: Hvør er Sonni Ragnar Nattestad, og hvar er hann brádliga komin frá?
Hetta er søgan um ein fót­bóltsspælari, ið hevur tikið so ruddiliga av tilboðnum um yrkisfótbólt, hóast heim­longsul og annað hevur gjørt um seg. Við tíðini hev­ur hann tó megnað at førk­að allar hesar tankar til viks. Tankar, ið hava fingið og fram­vegis fáa einstakar fót­bólts­spælarar í útlegd at venda heimaftur til trygga føroyska umhvørvið mitt úti í Norðuratlantshavinum og uppgeva dreymin um yrkis­fótbólt.
– Í byrjanini longdist eg heim. Tað gekk ikki so gott, men eg dugdi ikki at síggja meg aftur í Føroyum. Eg hevði einki annað frægari at gera heima, og eg vildi ikki geva dreymin upp, greiðir Sonni Ragnar Nattestad frá, meðan vit sita í køkinum í venjingarmiðdeplinum hjá FC Midtjyllandi í Ikast.
Vit kunnu øll uttan himpr staðfesta, at úrslitið av ikki at geva upp talar so ruddiliga fyri seg, tí innan eitt ár er til­veran sum fótbóltsspælari full­komiliga vend á høvdið. Í FC Midtjyllandi hevur Sonni Ragnar Nattestad funnið sær eitt trygt umhvørvi, har ið øll, liðfelagar, venjari, hjálpar­venjarar og liðleiðarar, taka hond um hann og tryggja hon­um góðar og gevandi um­støður. Tað er ikki uttan orsøk, at felagið hevur fostrað leikarar sum Simon Kjær og nýsælingin Winston Reid.

Ein føroyskur klettur
Við fyrsta eygnabragd er ógvu­liga lítið tekin um, at í FC Midtjyllandi búleikast ein føroyskur fótbólts­spæl­ari. Kenna fólk hann av út­sjónd, kundi Sonni Ragnar Nattestad eins væl itið Adebayo Ogbulafor og var ættaður úr Nigeria. Pápi hansara, navnframi bjarg­ing­ar­maðurin Oben Poulsen, er ættleiddur úr Haiti, og við síni eksotisku út­sjónd hóskar Sonni Ragnar Nattestad nevniliga væl inn í stóru mongdina av fótbólts­spælarum, ið felagið nærum hvørt ár dregur til sín úr afrikanska meginlandinum. Sum flestum kunnugt er FC Midt­jylland eitt felag við serligum kunnleika og upp­lendi at fara eftir evna­góðum afrikonskum fót­bólts­spæl­arum, og tískil er so at siga einki tekin um, at felagið hevur heintað hendan dugna­liga fótbóltsspælaran í ein kaldan norðan; ikki fyrr enn fólk kenna hann aftur av navni.
Sum ein klettur rísir Sonni Ragnar Nattestad høvdið upp um sínar liðfelagar. Við sínum nærum tveimum metrum og kropsligari styrki hev­ur hann nærum alt, ið ein fót­bólts­spælari skal hava fyri at náa tindin í fótbólti. Eg (blm.) føli meg lítlan, og tað gera Morten ’Duncan’ Rasmussen, Jeppe Curth og allir hinir í FC Midtjyllandi óivað eisini. Mín hond hvørvir í hansara lógvum, tá ið vit taka í hondina á hvørjum øðrum, og eg føli meg sum ein smápilt.
Hóast vakstrarlagið hev­ur ein vissan fyrimun, er fram­vegis langt á mál. Hann hevur framvegis nógv at læra, men við røttum hugburði um ongan­tíð at verða mettur av at taka við læru, ber hetta vitni um ein spælara, ið er væl vitandi um sínar styrkir og veikleikar. Við hesum og umstøðunum í FC Midt­jyllandi í huga er hann longu nú eitt stórt fet nærri dreymi sínum um enskan ella týskan yrkis­fótbólt.

Sum eitt annað menniskja
19 ára gamli Sonni Ragnar Nattestad er sum kunnugt upp­vaksin í Miðvági. Hann hevur altíð verið tokkabundin av fótbólti, men við høga vakstrar­lagnum royndi hann seg eitt stutt tíðarskeið sum flog­bóltsspælari. Fót­bólts­áhugin hálaði hann tó ferð eftir ferð aftur á fótbóltsvøllin í Miðvági og seinni í Sørvági, har ið hann treivst best. Har slapp hann sum heilt ungur at spæla vaksnamannafótbólt, at dansa við og fáa kropsligt sam­band við teir til tíðir tungu og gróthørðu føroysku fót­bólts­amatørarnar. Hóast Sonni Ragnar Nattestad hevur alt gott at bera MB, 07 Vestur og fólkunum kring seg, kennir hann á sær, at hans­ara fótbóltsevni frá barns­beini av hava verið undir­mett.
– Eg haldi sjálvur, at eg varð undirmettur. Tað var altíð eitt sindur av nega­tiviteti, ið gjørdi, at eg ofta ikki tímdi væl at venja fót­bólt. Soleiðis vil tað altíð verða, men í roynd og veru haldi eg, at hetta einans gjørdi meg svangan eftir meira, greiðir Sonni Ragnar Nattestad frá, meðan eyð­kenda pling-ljóðið frá Facebook úr snildtelefonini órógvar okkum eitt vet. Í hin­um endanum vil René Shaki Joensen gjarna sleppa upp í part.
Sonni Ragnar Nattestad er í bráðmenning sum fót­bóltsspælari, men eisini sum menniskja. Tískil er ikki óhugsandi, at tey, ið kendu hann frammanundan, hava tor­ført við at síggja blaðunga mið­vingin aftur í honum, ið tey nú møta á gøtuni og hyggja at í donskum fót­bólti.
– Fólk hava oftað skemtað og spurt meg: Halló, hvar er tú komin frá? Fyrr var tú bara ikki nóg góður, men nú ert tú. Í dag flenni eg bara eftir hesum. Innast inni skilji eg væl, at tey spyrja meg tílíkar spurningar, tí tað gekk ikki eins gott við fótbólti í Føroyum. Eg havi bara koyrt á víðari. Samanumtikið eri eg so nógv broyttur, at eg í roynd og veru eri eitt heilt annað menn­iskja í dag, greiðir Sonni Ragnar Nattestad frá og sipar til ta menning, ið hann hevur havt miðskeiðis í onga manna landi í Jútlandi.
Hendan menning hevur í síðsta enda givið úrslit, tí umframt spælitíð varð hann fyri stuttum løntur við nýggj­um sáttmála, ið knýtir hann at FC Midtjyllandi komandi fimm árini.
– Eg eri sera fegin um nýggja sáttmálan, tí eg dugi slett ikki at síggja, nær eg havi ment meg so nógv upp á so stutta tíð. Tað er heilt sjúk­ligt, hvussu skjótt tað hevur gingið. Eg haldi, eg eri komin rættiliga langt, og hetta er ein uppiborin persónligur sigur fyri meg, heldur Sonni Ragnar Nattestad uttan at blunka.

Kringsettur av góðum fólki
Søgan um Sonna Ragnar Nattestad er serstøk. Har vest­uri vaks hann upp í ein­um fótbóltsumhvørvi, ið á ein vissan hátt er veikari enn onnur, ið vit finna aðrastaðni kring landið. Lukkutíð er hann uppvaksin í einum góðum árgangi, og lukkutíð hevur Sonna Ragnar Nattestad verið kringsettur av góðum fólki, ið hava hildið hann koyrandi.
– Fyrst og fremst hava for­eldrini stuðlað mær allan­vegin. Fótbóltsáhugin er jú komin um mammu mína Mariann Nattestad. Hon hálaði meg við, tá ið hon sjálv fór at venja fótbólt í MB, og sostatt gekk eg sum lítil smápiltur og sparkaði til bóltin, meðan hon vandi. Harafturat havi eg havt fleiri dugnaligar venjarar bæði í MB og 07 Vestur, og harnæst havi eg heima í Føroyum ein góðan nábúgva í Alexandre Silva. Hann hevur ikki verið venjari hjá mær, men hann hevur lært, vant og ráðgivið meg. Vit plagdu at fara tíðliga upp at venja áðrenn skúlatíð og um vetrarnar, og har lærdi hann meg nógv um fótbóltsspælið, greiðir Sonni Ragnar Nattestad frá og leggur dent á, at í honum sá Alexandre Silva ein vissan vilja til at verða best og at taka við læru. Tá ið Sonni Ragnar Nattestad fer heim í jólafrí, fara teir báðir at taka táttin uppaftur og fara at venja smidleikavenjing, ið er ein av hansara veikleikum.
Hóast gerandisdagurin í Miðvági er vrakaður til frama fyri yrkisfótbólti og væl úr hondum greiddum venjingarstøðum í FC Midtjyllandi, standa fólk framvegis á einum beini fyri honum og vilja honum alt tað besta. Í FC Midtjyllandi fær Sonni Ragnar Nattestad framvegis persónligt samband við fólk, ið allatíð geva honum gullkorn og greiða vitan um, hvat skal til fyri at náa tindin. Hetta hevur millum annað gjørt, at hann í dag hevur tillagað kost og annað í mun til fyrr. Hetta hevur skumpað undir hansara ógvisligu menning.
– Tá ið eg var næmingur á ítróttaháskúlanum í Ikast í fjør, hevði eg ein lærara við navni Jonas Dahl. Hann er í dag venjari hjá Hobro IK, ið er oddalið í NordicBet deildini, og hann lærdi meg ótrúliga nógv um kost og svøvn, ið eg als ikki tók í álvara fyrr. Hann legði í meg eisini týdningin av at vera sálarligt fyrireikaður bæði til venjing og dyst, og hann er ein stór orsøk til, at eg eri komin hertil, sigur ein smílandi Sonni Ragnar Nattestad og veit av góðum grundum eisini, at Jonas Dahl er errin av sínum gamla næmingi.

Fý for ólukkan
Í september royndi Sonni Ragnar Nattestad seg so fyrstu ferð á besta liðnum hjá FC Midtjyllandi, tá ið hann var við frá byrjan í ein­um steypadysti móti FC Djursland. Í november kom har­næst fyrsta royndin í Super­liga, tá ið hann fimm minuttir áðrenn dystarlok varð skiftur inn í dysti móti Esbjerg fB.
Hvussu var kenslan?
– Fý for ólukkan, eg var fjáltur­stungin. Eg skalv av bangilsi, men tá ið eg var komin inn á vøllin, var hetta gloymt. Eg var glaður, tí hetta var tað, ið eg miðvíst hevði arbeitt fram ímóti, greiðir hann frá um fyrstu Super­liga-minuttirnar, ið hann fekk í beinini.
At Sonni Ragnar Natte­stad er høgt í metum hjá venjaranum Glen Ridders­holm, er einki at ivast í, tí løn fyri gott hart og miðvíst arbeiði fekk Sonni Ragnar Nattestad tann 24. november, tá ið boð var eftir honum frá byrjan móti Brøndby IF. Tíverri tapti FC Midtjylland dystin, men avrikið hjá unga føroyinginum var so mikið gott, at hann millum ann­að varð valdur inn á viku­liðið hjá gomlu donsku fót­bólts­legenduni, Jesper Grønkjær.
– Eg havi fingið nógv rós, men eg havi framvegis nógv at læra. Eg eri als ikki bang­in fyri, at eg longu nú havi av­rikað og nádd hægsta tind. Nú fari eg at berjast víðari og vóni, at eg eina ferð verði seldur víðari til eina størri evropeiska deild, men beint nú savni eg meg um FC Midtjylland og royni at halda bæði beinini á jørðini, sigur Sonni Ragnar Nattestad og sipar til týdningin at varð­veita høvdið kalt og ikki kanna seg sjálvan sum ein ann­an Lionel Messi.

Funnið sítt pláss
Tá ið Sonni Ragnar Nattestad hevði sín gerandisdag í MB og seinni 07 Vestur, varð hann blakaður aftur og fram millum ymisk pláss á fót­bólts­vøllinum. Hann leikti bæði sum álopssinnaður og verju­sinnaður miðvalla­leikari, og í 07 Vestur varð hann fluttur aftur á vinstra bakk, hóast hann altíð vildi spæla í miðverjuni.
– Eg vildi verða miðverji, men har var ikki pláss fyri mær. Har vóru tveir framman­undan, ið ikki kundu brúkast sum bakkar, og tí mátti eg spæla har. Hetta var eg ongantíð ordiliga nøgd­ur við, men tað gekk kortini, sigur Sonni Ragnar Nattestad.
Í FC Midtjyllandi hevur hann tó funnið sítt pláss. Eitt pláss, ið hann ikki fekk møgu­leika at royna í Føroy­um, undantikið eitt ár í unglinga­deildini við MB, har ið hann slapp at liva sín dreym um miðverjuplássið út.
– Eg havi altíð hugt nógv at útlendskum verju­leik­ar­um, hvussu teir flyta seg á vøllinum og hvat teir gera. Her er serstakliga Sergio Ramos úr Real Madrid eitt dømi um ein fótbóltsspælara, ið eg havi havt sum fyrimynd, sigur Sonni Ragnar Nattestad, ið hóast alt ikki hevur havt nakran ávísan føroyskan spæl­ara sum fyrimynd.

Veikleika fyri tatoveringum
Tíðin nærkast til dagsins venj­ing, og Sonni Ragnar Nattestad fær sær í skundi ein turran, ristaðan bolla, með­an ein annar við sama borð skræðir tríggjar dansk­ar frikadellir í seg. Svongdin er á honum, men sum fót­bólts­spælari vil Sonni Ragnar Nattestad ikki fylla magan ov tungan áðrenn venjing. Vit taka samanum, men mær er fortalt, at ungi miðvingurin hevur ein veikleika fyri tato­veringum.
– Eg veit ikki, um vit kunnu rópa tað fyri ein veik­leika. Tú hevur óivað hoyrt hetta frá onkrum, ið var við á U-21 ferðalagnum í Írlandi á sinni. Viðkomandi held­ur kanska hetta, tí á túr­inum fekk eg mær tvær tato­ver­ing­ar samstundis. Jú, tað er vist, at mær dámar væl tato­veringar, sigur Sonni Ragnar Nattestad, ið fyribils hevur fingið sær eftirnavnið og føðidato á báðar armarnar.
Hví tatoveringar og fert tú at fáa tær fleiri?
– Eg havi ein góðan vin­mann, ið dugir ótrúliga væl at tekna. Hesar má eg hava á kroppin, tí mær dámar væl tekningar. Eg havi í hvussu so er nóg stóran kropp, so eg ætli mær í minsta lagi 10 tato­veringar afturat, sigur hann við einum smíli og greið­ir frá, at har skal verða pláss fyri bíbil­versum, systkina­nøvn­um, krossmerki og onkrum afturat.
Hvørt ætlanin er at fáa sær slagorðini hjá FC Midtjyllandi á kroppin, sigur søgan einki um, men við orðunum »Den der opgiver at blive bedre – ophører med at være god« í viðførinum fer Sonni Ragnar Nattestad við góðum treysti til venjing. Ristaði bollin er farin niður­um, hann fjalir enn eina ferð mína hond og næstu­ferð, eg síggi fitta, fryntliga og mið­vísa miðvingin, verður óivað í donskum fót­bólts­sjón­-
­varpi.