bíta merki í, at talan er um eitt lið, sum er munandi sterkari heima enn úti. Og tí er ikki heilt óhugsandi, at Neistin hevur ein møguleika at gera um seg í dystinum leygardagin. Eftir dystin í Montenegro [...] Sum tað sást í Sosialinum í gjár, so skal mansliðið hjá Neistanum eisini í altjóða eldin um vikuskiftið. Neistin spælir her seinna dystin móti Lovcen úr Montenegro, og fyrst og fremst líkist hetta einum [...] einum møguleika at síggja hondbóltsspæl í altjóða flokki. Samlaða úrslitið er nevnliga ikki tann heilt stóri spurningurin, eftir at munurin í fyrra dystinum var heili 14 mál. Mett eftir hesum, so er Lovcen
Tjóðveldi kortini ikki fer úr samgonguni, soleiðis sum bæðí Høgni Hoydal, floksformaður, og Tórbjørn Jacobsen boðaðu frá. Avkláring væntast í dag Sum Portalurin skilir, so hevur ikki verið semja í Tjóðveldinum [...] formaður í aðalstjórn floksins, at ein útmelding kemur frá flokkinum í dag. Løgmaður hevði fund við Høgna Hoydal og Jenis av Rana í gjár, og sambært keldum gav hann ábending um, at Tjóðveldi ikki fer at [...] at slíka samstarvið. Tó er enn ógreitt, hvønn leiklut Heini O. Heinesen fær í Tjóðveldinum, um hann heldur fram í tingbólkinum, ella um hann verður koyrdur úr. Um so er, so hevur samgongan bara 15 tinglimir
er í ár mettur at vera so lítil sum ongantíð áður. Hann er nú mettur ikki at klára at framleiða góða tilgongd, sjálvt um umstøðurnar annars eru góðar í sjónum. Veiðutrýstið er so stórt, at tað ikki er [...] fiskiskapur verður eftir toski í 2009, og at ein ætlan verður gjørd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur. Um toskin á Føroyabanka sigur ICES, at tað ber í løtuni ikki til neyvt at meta um stovnsstøddina [...] stovnsstøddina á Føroyabanka, men við støði í yvirlitstrolingum er stovnurin tó eftir øllum at døma sera illa fyri. Veiðan er minkað nógv seinastu trý árini, meðan veiðutrýstið hevur verið oman fyri miðal.
hjá Jóannesi Hansen, er frágreiðingin at finna í, at tað verður undirvíst í modulum, og at hesi, sum verða liðug í februar komandi ár fáa undirvísingina í námsfrøði eftir summarfrítíðina. [...] Tey lesandi í 3. p á Føroya Læraraskúla hava sent Mentamálaráðnum kæru, tí tey bert hava fingið undir vísing í námsfrøði í tvær vikur eitt heilt skúlaár. Tey vísa somuleiðis á, at tey sakna ætlanir og [...] ótta fyri, at góðskan ikki verður nóg góð í undirvísingini. Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, váttar fyri útvarpinum hjá Kringvarpinum, at samskiftið við næmingarnar ikki hevur verið nóg gott
nevndlimur valdur í nevnd bankans. Nýggi nevndarlimurin er Jákup Egil Jensen, ið er nývaldur. Hann kom inn í nevndina í staðin fyri Marian Jacobsen, ið stóð fyri vali á aðalfundinum. Hon ynskti ikki at halda fram [...] Jákup Egil Jensen er nýggjur nevndarlimur í Eik Banka. Hann tekur við eftir Marian Jacobsen, ið ikki stillaði upp aftur á ársaðalfundinum skrivar heimasíðan hjá Eik Banka Á ársaðalfundinum hjá Eik Banka [...] fram í nevndini og stillaði tí ikki upp aftur. Jákup Eli Jensen er 49 ára gamal og starvast hjá Atlantsflogi, har hann er Head of Quality and Safety. Jákup er útbúgvin flogingeniørur og hevur eisini eina
8. plássi. Bæði í Vági og á Sandi hava teir ikki givið skarvin yvir, men í báðum legunum verður ásannað, at tað liðið, sum einki fer at fáa burturúr botnuppgerðini í dag, fer at spæla í næstbestu deildini [...] og Danny Rasmussen eru ivasamir. Í Vági er tað greitt, at verjuspælarin Jákup Olsen ikki verður við, tí hann er farin til Danmarkar. Birni Kærbech er orsaka av skaða í fótliðnum ivasamur. [...] møguligum vinnara á Vágseiði verður brekkan framvegis ógvuliga brøtt. Í summar flutti Evrard Blé úr Vági og norður á Argir. Blé verður tó ikki á AB liðnum ímóti sínum gomlu liðfeløgum. Miðvallarin er leikbannaður
nýggjur føroyameistari í egning á Sjómannadegnum í dag Fyrstu ferð, hann luttók í Føroyameistarakappingini í egning á fyrsta Sjómannadegnum í 2005, bleiv Ólavur Jacobsen aftastur. Í fjør royndi hann seg [...] tí hann hevur stórt sæð ikki egnt í fleiri mánaðir. Sigast skal tó, at hann fyrr hevur egnt í mong ár hjá Kallanesi, so tað mundu vera tær royndirnar, ið komu honum til góðar í dag, heldur nýggi føroy [...] plássið. Men í ár skuldi tað so umsíðir eydnast. Seinnapartin tryggjaði 21 ára gamli Ólavur Jacobsen sær fyrsta plássið og harvið føroyameistaraheitið í egning. Tað eydnaðist sostatt ikki tvífaldað fø
-Eg veit ikki, hvat hendi, men alt í einum skalv tokið. Vit duttu, og so bleiv myrkt inni, og soleiðis lógu vit í næstan fýra tímar og bíðaðu. Mohammad Iqbal var millum ferðafólkini í snartokinum til Karachi [...] Karachi tíðliga í morgun. Sjálvur fekk hann ikki stórvegis skaða, men hann minnist væl neyðarrópini í myrkrinum. Fólk í einari bygd nærhendis varskógvaðu myndugleikarnar, men kortini gingu næstan fýra [...] fleiri teirra vóru í sori. Fyrrapartin vóru 58 fólk funnin deyð í vognunum, og umleið 120 vóru flutt á sjúkrahús. Pakistonsku myndugleikarnir vóru skjótir at siga frá, at talan var ikki um yvirgang, men
Endaliga plaseringin er enn ikki staðfest, men tað ljóðar, at mest sannlíka staðið er Skálatrøð í Havn, og at atgongumerkini verða millum 4.000 og 5.000 í tali. Hetta varð tó ikki váttað á tíðindafundinum [...] Tónleikur Við lyfti um størsta tónleikatiltak í Føroyum hevði Five Star Entertainment boðið til tíðindafund í dag. Longu í gjárkvøldið kundi poartalurin staðfesta, at Tórshavn stóð á listanum hjá Bryan [...] tíðindafundinum í morgun. Verður sæð burtur frá festivalunum, sum hava verið skipaðir seinnu árini, so hava konsertir í Føroyum verið javnsettar við innandura upplivingar, men soleiðis verður ikki hesaferð.
Tá fólk í Suðurstreymi sum vanligt høvdu sett seg at lýða á, tá Høgni Djurhuus og Magnus Dam skuldi leggja til brots við útvarpstíðindunum um miðdagsleitið, slitnaði sreymurin. Lív var ikki í útvarpstólinum [...] Streymslitið varð endurtikið á kvøldi. Klokkan 22.14 gjørdist bølamyrkt undir lonum og í túnum, og hesaferð var streymurin burtur í góðan hálvan tíma. Petur Gaardbo, rakstarleiðari á SEV, vissar um, at talan var [...] fyrru ferð streymurin fór, var talan um brek í stýri- og luftskipanini til annan av teimum stóru motorunum, men orsøkirnar til hitt seinna slitið eru enn ikki staðfestar, sigur hann. Sambært SEV, er Sundsverkið