Neistin eisini í eldin

Sum tað sást í Sosialinum í gjár, so skal mansliðið hjá Neistanum eisini í altjóða eldin um vikuskiftið.

Neistin spælir her seinna dystin móti Lovcen úr Montenegro, og fyrst og fremst líkist hetta einum møguleika at síggja hondbóltsspæl í altjóða flokki.

Samlaða úrslitið er nevnliga ikki tann heilt stóri spurningurin, eftir at munurin í fyrra dystinum var heili 14 mál.

Mett eftir hesum, so er Lovcen greiður favorittur, men tað er vert at bíta merki í, at talan er um eitt lið, sum er munandi sterkari heima enn úti. Og tí er ikki heilt óhugsandi, at Neistin hevur ein møguleika at gera um seg í dystinum leygardagin.

Eftir dystin í Montenegro varð sagt, at Neistin misnýtti ov nógvar upplagdar møguleikar, og fáast hesir í kassan, samstundis sum verjan stendur væl, so kann talan gerast um spennandi dyst, hóast samlaða úrslitið ikki verður vikað tað stóra.