Toskurin undir Føroyum er so illa fyri, at ICES mælir frá at fiska tosk yvirhøvur næsta ár Toskastovnurin á landgrunninum er í ár mettur at vera so lítil sum ongantíð áður. Hann er nú mettur ikki at klára at framleiða góða tilgongd, sjálvt um umstøðurnar annars eru góðar í sjónum. Veiðutrýstið er so stórt, at tað ikki er burðardygt. Allir árgangirnir síðani 2001 hava verið umleið ein triðing av lang-tíðar miðal.
ICES mælir tí til, at eingin fiskiskapur verður eftir toski í 2009, og at ein ætlan verður gjørd fyri at fáa stovnin at koma fyri seg aftur.
Um toskin á Føroyabanka sigur ICES, at tað ber í løtuni ikki til neyvt at meta um stovnsstøddina á Føroyabanka, men við støði í yvirlitstrolingum er stovnurin tó eftir øllum at døma sera illa fyri. Veiðan er minkað nógv seinastu trý árini, meðan veiðutrýstið hevur verið oman fyri miðal.