Tey lesandi í 3. p á Føroya Læraraskúla hava sent Mentamálaráðnum kæru, tí tey bert hava fingið undir vísing í námsfrøði í tvær vikur eitt heilt skúlaár.
Tey vísa somuleiðis á, at tey sakna ætlanir og skipaði viðurskifti, umframt at tey bera ótta fyri, at góðskan ikki verður nóg góð í undirvísingini.
Jóannes Hansen, rektari á Føroya Læraraskúla, váttar fyri útvarpinum hjá Kringvarpinum, at samskiftið við næmingarnar ikki hevur verið nóg gott.
- Eg havi greitt teimum lesandi frá, at tey frá august mánaði og fram til heystfrítíðina fara at fáa ta undirvísing í náms- og sálarfrøði, sum teimum mangla, sigur Jóannes Hansen við útvarpið hjá Kringvarpinum. Hóast hann er greiðir yvir, at kunningin ikki altíð hevur verið nøktandi.
Sambært frágreiðingini hjá Jóannesi Hansen, er frágreiðingin at finna í, at tað verður undirvíst í modulum, og at hesi, sum verða liðug í februar komandi ár fáa undirvísingina í námsfrøði eftir summarfrítíðina.










