Fyrstu ferð, hann luttók í Føroyameistarakappingini í egning var á fyrsta Sjómannadegnum í 2005. Tá bleiv Ólavur Jacobsen úr Klaksvík aftastur. Í fjør royndi hann seg so aftur og náddi tá upp á eitt sætta pláss.
Uppreisn
Men í ár skuldi tað so umsíðir eydnast. Seinnapartin leygardagin tryggjaði 21 ára gamli Ólavur Jacobsen sær fyrsta plássið og harvið føroyameistaraheitið í egning. Honum á baki komu Martin Simonsen og John Havn, báðir úr Klaksvík.
Ólavur Jacobsen var ikki sørt ovfarin av sigrinum, tí hann helt seg vita, hvat hann kundi vænta sær.
- John, Martin og eg plaga altíð at kappast um, hvør egnir skjótast, og eg tapi næstan altíð, sigur Ólavur Jacobsen, sum nú rættiliga fekk uppreisn.
Styrkivenjing hjálpti
Ólavur Jacobsen hevur verið fastur egnari hjá Kallanesi í mong ár. Men síðani hann fór í læru sum húsasmiður fyri nøkrum mánaðum síðani, hevur hann stórt sæð ikki egnt.
- So eg eri ikki í serliga góðari venjing í so máta. Tað skal tó sigast, at eg havi styrkivant rættiliga nógv seinastu tíðina, og tað hevur givið úrslit. Eg eri betri fyri kropsliga í allar mátar og eri nokk eisini blivin meir fimur, heldur Ólavur Jacobsen.
Nýggi føroyameistarin í egning viðgongur, at honum dámar stak væl at kappast. Føroyameistaraheitið gav honum pláss á eini stórari egnikapping í Íslandi næsta ár, og Ólavur Jacobsen er fúsur at fara avstað. Harumframt fekk hann eina peningagávu á 5000 kr.
Úrslitið leygardagin hevði sostatt við sær, at tað ikki eydnaðist tvífaldaða føroyameistaranum í egning, John Havn, at endurvinna heitið á triðja sinni. John Havn endaði á triðja plássi, meðan Martin Simonsen gjørdist nummar tvey.
Teir tríggir egnararnir fingu allir steyp til ognar.