Tjóðveldi heldur helst fram í samgonguni

Mangt bendir á, at Tjóðveldi kortini ikki fer úr samgonguni, soleiðis sum bæðí Høgni Hoydal, floksformaður, og Tórbjørn Jacobsen boðaðu frá. Avkláring væntast í dag

Sum Portalurin skilir, so hevur ikki verið semja í Tjóðveldinum um at fara úr samgonguni, hóast floksformaðurin og fiskimálaráðharrin hava boðað frá hesum, eftir at Heini O. Heinesen atkvøddi ímóti politikki floksins og landsstýrisins.

Sambært útvarpinum sigur Hallur Ellingsgaard, formaður í aðalstjórn floksins, at ein útmelding kemur frá flokkinum í dag.

Løgmaður hevði fund við Høgna Hoydal og Jenis av Rana í gjár, og sambært keldum gav hann ábending um, at Tjóðveldi ikki fer at slíka samstarvið.

Tó er enn ógreitt, hvønn leiklut Heini O. Heinesen fær í Tjóðveldinum, um hann heldur fram í tingbólkinum, ella um hann verður koyrdur úr. Um so er, so hevur samgongan bara 15 tinglimir eftir, men kann halda fram sum minnilutastjórn við hjálp frá Sjálvsstýrisflokkinum.