Jákup Egil Jensen er nýggjur nevndarlimur í Eik Banka. Hann tekur við eftir Marian Jacobsen, ið ikki stillaði upp aftur á ársaðalfundinum skrivar heimasíðan hjá Eik Banka
Á ársaðalfundinum hjá Eik Banka P/F fríggjadagin 20. mars varð ein nýggjur nevndlimur valdur í nevnd bankans.
Nýggi nevndarlimurin er Jákup Egil Jensen, ið er nývaldur. Hann kom inn í nevndina í staðin fyri Marian Jacobsen, ið stóð fyri vali á aðalfundinum. Hon ynskti ikki at halda fram í nevndini og stillaði tí ikki upp aftur.
Jákup Eli Jensen er 49 ára gamal og starvast hjá Atlantsflogi, har hann er Head of Quality and Safety. Jákup er útbúgvin flogingeniørur og hevur eisini eina Master of Science in Business Management.
Eftir aðalfundin, ið m.a. góðkendi ársroknskapin fyri 2008, skipaði nevndin í Eik Banka seg við Frithleif Olsen sum formanni og Odd Bjellvåg sum næstformanni. Hetta er sami formansskapur sum undan aðalfundinum.










