skal gera. Og hví hann heldur, at føroyingar eiga at góðtaka at liva við teimum avmarkingum, sum Vága Floghavn setur og altíð kemur at seta. “At liva er ikki neyðugt, men at sigla er neyðugt” er eitt gamalt [...] gjørt, eri eg vísur í, at vit í Havn onga orsøk hava fyri at hanga við høvdinum. Ja, vit høvdu ein óhepna byrjan á Tórsvølli – kann tað gleða Jákup, so væl gagnist. Men fyri at vera eitt lítið sindur [...] bygdur í samráð við allar partar – eisini FSF og hevur ikki til endamáls at niðurleggja ella niðurgera Svangaskarð. Eg staðfesti bara, at Jákup ikki veit serliga nógv um, hvussu ætlanirnar á Toftum og í Havn
Er tað onkur, ið heldur, at vit fáa ikki nokk, vilja fevna um alt og eiga alt, ja entá stýra øllum miðlunum í landinum, so er tað ikki ætlanin. Ætlanin er at yvirliva við at menna seg. Miðlaheimurin er [...] konsessión til at senda radio. Men vit hava eisini í okkara skjaldramerki at vera varin og fyrireika okkum væl. Tí skuldu tað eisini ganga meira enn tvey ár, til vit mettu okkum tilreiðar at taka hetta stig [...] Pegasus í Klaksvík, ið fer at senda saman við studionum í Vágsbotni. Og haraftrat hava vit gjørt íløgur í eina rullandi redaktión, har Stavnur, Snoddi og Snar allir fara at tryggja, at øll tit, sum búleikast
málari og hon er samd við tey sum siga, at hon var - ella er - besti koloristur, ið Føroyar hava átt. - Stórur áhugi er fyri málningum hennara, og at sleppa at sýna teir fram aðrastaðni, eittnú í Hollandi [...] kostnaðarmikið og tí eru vit eisini glað fyri, at projektleiðari er settur á savninum. Nú verður roynt at søkja pening ymsastaðni, sigur Aggi. - Vit eru sera glað fyri, at Tryggingarfelagið Føroyar longu hevur [...] hevur stuðlað, men tað er nú einaferð so, at langt er á mál. Øll arbeiða ókeypis fyri savnið, men tað er kostnaðarmikið at fáast við og at umvæla málningarnar. Støðulýsing er gjørd av øllum málningunum, og
gott samstarv, gjøgnum tíðina, ið farin er og vónaði at tað fór at halda fram og mennast. - Tað er heilt fantastiskt at Toftamenn bjóðaðu seg fram til at gera eitt stadion, sum kundi nýtast í 1989, annars [...] og gleðist hann um at vit kunna taka í nýtslu, eitt stadion á altjóða støði, og gleðist alsamt um at tað nú gongur væl, aftaná byrjunartrupuleikar í projektinum. Hann endar við at takka fyri megnar arbeiðið [...] áhugan bert at veksa. - Tá Íslendingar, av Ísafjørðinum, vóru á vitjan í 1949, varð fótbóltsvøllurin í Gundadali máldur upp og nýttur, fortelur Palli frá og tekur at enda samanum og sigur at hann gleðist
hevur formannin? Tað er synd at siga! Javnaðarflokkurin og Tjoðveldisflokkurin í Tórshavnar Býráð eru í ferð við at byggja størstu bingjuhavn í landinum, men nokta blankt, at ein umhvørvisárinskanning av [...] Tjóðveldisflokkurin sett uppskot fram um at Føroyar skulu taka undir við Kyoto avtaluni. Endamálið við hesum er alla æru vert, men akkurát hvat gerast skal í Føroyum fyri at røkka høgt settu málunum, er í skrivandi [...] signalvirðið ikki at taka feil av. Tjóðveldisflokkurin vil markera seg sum ein flokk, ið tekur umhvørvisverju og umhvørvið í fullum álvara. Einstakir av tinglimum Javnaðarfloksins hava eisini roynt at markera seg
hópinum, og tað er avgjørt eisini positivt. - Hinvegin er einki at ivast í, at vit, sum sótu uttan fyri vøllin, hildu, at har var pláss til at fáa nøkur kontra-álop, men hesi komu ongantíð. Men sjálvandi [...] Tomislav Sivic, at hann var var positivt yvirraskaður av føroyska spælinum. - Eg má siga, at hetta var eitt gott avrik. Teir skipaðu spælið sera væl í verjupartinum, og teir megnaðu eisini at spæla væl. Har [...] tá spælararnir komu á vøllin. Eg helt, at tað varð gjørt soleiðis, at børn leiddu spælararnar inn, men onkursvegna er tann parturin broyttur. - Men teir søgdu so, at nøkur børn skuldu bera fløggini inn,
leið, sum hann ætlar at leiða land okkara. Hann ætlar at halda somu kós. Tann amerikanski dreymurin er um at fara fyri bakka. Eg veit tað, tit bita tað, men tað er ikki líkt til, at John McCain skilir tað [...] valevni. Fleiri av stuðlunum hjá Hillary Clinton høvdu sagt, at teir vildu sleppa at atkvøða fyri henni, og teir høvdu sett seg upp ímóti, at landsfundurin skuldi velja Obama uttan atkvøðugreiðslu. Leyp [...] var kortini greitt, at Obama hevði stuðul frá væl fleiri valmonnum, enn Hillary Clinton hevði, og tí var heldur eingin ivi um úrslitið. Kortini bleiv atkvøtt, men tá tølini vístu, at umleið 1.500 valmenn
á heimavølli ber við sær, at møguleikin at røkka heiðursmerkjaplássi er rættuliga kámur, og at tað er púra óhugsandi, at aldursforsetin næsta ár skal eiga pláss í fremstu røð. 07 Vestur rennur eitt sindur [...] Leygardagin fer 07 Vestur at vitja á Svangaskarði. At B68 megnaði javnleik á Sevmýri boðar frá, at talan verður ikki um avgreiðslu uppgávu hjá 07 Vestur, sum ikki hevur ráð til at missa í fleiri av uppgerðunum [...] eydnaðist tað VB/Sumba at vinna tepran sigur í torføra útidystinum í Runavík. TB megnaði ikki meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti B68, sum leingi hevur verið á niðurflytingarplássi. At TB misti tvey stig á
orsøk til, at vit ikki síggja tað sum nakran trupulleika, at fólk eru so tollerant, fortelur Tórhild Dalsgaard, sum ikki er í iva um, at tað er ein fyrimunur at vit loyva teimum, ið bera brek at arbeiða, [...] stór hjálp, er at Gudrun er so opin, og at tað ger at samarbeiðið gongu so náttúrliga. Er skelkað av grannalondunum Spurd um arbeiðsloysis tølini í grannalondunum er Tórhild Dalsgaard skelkað. - Eg skilji [...] Dalsgaard er leiðari á sambýlinum oman Hoydalar, og hon greiðir frá, at Gudrun Olesen er eitt starvsfólk sum øll hini. - Vit eru sera glað fyri at hava hana hjá okkum. Hóast hon ikki hoyrir og ikki hevur mál,
vánaligar karmar at virka undir. Fleiri teirra megna heldur ikki at ganga øllum umsóknunum á møti, tí pláss og umstøður eru ikki fyri øllum umsøkjarunum. Harafturat er studningurin at kalla tann sami, [...] útbúgving ræður. Vit hava góðar stuðulsskipanir –í øllum førum um vit fara út í heim at lesa. Og tað er bæði spennandi og mennandi at læra og liva í nýggjum mentanum og umhvørvum. Stuðulsstovnurin rindar árliga [...] kunnu og vilja fara út í heim av søkja sær lærdóm. Men fyri tey, ið ikki kunnu ella hava hug at fara uttanlands at lesa, eru møguleikarnir knapt so góðir. Útbúgvingarnar her heima eru ikki nógvar í tali, og