Síðsti triðingurin verður heilt spennandi

Spurningurin um hvør verður tapari í tøttu kappingini um at flyta upp verður neyvan svaraður fyrrenn síðst í september

1. DEILD

 

Tað broyttist einki í toppinum. Trý lið stríðast um tey bæði plássini, sum geva atgongd til bestu deildina, og hesa ferð var eingin slingur í valsinum. AB og 07 Vestur vunnu trivaligar heimasigrar ímóti tveimum teimum aftastu, og í gjár eydnaðist tað VB/Sumba at vinna tepran sigur í torføra útidystinum í Runavík.

TB megnaði ikki meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti B68, sum leingi hevur verið á niðurflytingarplássi. At TB misti tvey stig á heimavølli ber við sær, at møguleikin at røkka heiðursmerkjaplássi er rættuliga kámur, og at tað er púra óhugsandi, at aldursforsetin næsta ár skal eiga pláss í fremstu røð.

07 Vestur rennur eitt sindur aftaná AB og VB/Sumba. Eftir meiri enn hálva kiksaran í Runavík næstsíðsta vikuskifti var talan um avgreiðslusetning, tá ið teir næstbestu hjá KÍ vitjaðu í Sørvági.

Úrslitið var 7-1 til heimaliðið, og tað boðar væl frá, hvussu stórur styrkismunurin var. Í tíggju teimum seinastu umførunum hevur KÍ bara vunnið eitt stig. Óvanliga soltna úrtøkan ber við sær, at KÍ, sum eitt skifti í ár hevði støðuga úrtøku, nú er dottið niður um niðurflytingarstrikuna.

07 Vestur hevur seinastu vikurnar kiksað tvær ferðir í Eysturoy. Higartil hevur hetta kostað annað av plássunum omanfyri røttu strikuna. Leygardagin fer 07 Vestur at vitja á Svangaskarði. At B68 megnaði javnleik á Sevmýri boðar frá, at talan verður ikki um avgreiðslu uppgávu hjá 07 Vestur, sum ikki hevur ráð til at missa í fleiri av uppgerðunum, har vágamenn eru favorittar.

Lyklauppgerðirnar, sum fara at hava alstóran týdning fyri, hvør skal flyta upp, verða innanhýsis dystirnir millum trý tey ovastu. Tann fyrsta av hesum slagnum verður annan leygardag, tá ið AB fer at vitja í Sørvági. Fyrr í ár hevur 07 Vestur havt trupulleikar á Sevmýri. Vágaliðið fer at vitja á Tvøroyri í 22. umfari. Um 07 Vestur framvegis skal verða partur av oddastríðnum, so er treytin, at vágamenn í hvussu so er vinna á Svangaskarði og á heimavølli ímóti AB.

Nálareygað hjá 07 Vestur kann tykjast lítið, tí í 25. umfari skal 07 Vestur vitja á Vágseiði. Tað verður 27. september, og tá ið úrslitið av tí uppgerðini verður greitt, kann tað væl hugsast, at tað eisini verður greitt, hvørji tey bæði liðini verða, sum fara at flyta upp í bestu deildina.