Nú hevur so Tjóðveldisflokkurin sett uppskot fram um at Føroyar skulu taka undir við Kyoto avtaluni. Endamálið við hesum er alla æru vert, men akkurát hvat gerast skal í Føroyum fyri at røkka høgt settu málunum, er í skrivandi stund eitt sindur óvist.
Tó er signalvirðið ikki at taka feil av. Tjóðveldisflokkurin vil markera seg sum ein flokk, ið tekur umhvørvisverju og umhvørvið í fullum álvara. Einstakir av tinglimum Javnaðarfloksins hava eisini roynt at markera seg á umhvørvisøkinum, og er tað somuleiðis alla æru vert. Hetta stuðlar undir ein varhuga av, at tað eru flokkarnir vinstru megin politisku miðjuna, sum eru teir mest ábyrgdarfullu, tá tað kemur til umhvørvisverju. Hetta sæst eisini í stevnuskráum teirra.
So kundi onkur helst hugsað tann hyptotetiska tanka, at um báðir flokkarnir á føroyska vinstraveinginum sótu í samgongu saman, so var ein betring í væntu á umhvørvisøkinum. Um stevnuskráirnar blivu fylgdar, so varð hetta helst úrslitið, men stevnuskráir eru ikki altíð tað, ið politikarar lesa mest.
Nú eru vit so heppin, at ein slík samgonga finst í størstu kommunu í landinum. Tórshavnar Kommuna verður stýrd av einari samgongu millum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Og tá er heilt náttúrligt at spyrja, um hetta merkir, at Tórshavnar Kommuna er fyrimyndalig á umhvørvisøkinum, um orð og stevnuskráin sampakka við veruleikan í gerandisdegnum. Um teori og praksis fylgjast at. Sìggja vit nakað ekkó í býráðssalinum av Kyoto hugburðinum hjá Tjóðveldisflokkinum á tingi? Síggja vit nakað spor av Kyoto hugburðinum á havnaskrivstovuni hjá Tórshavnar Havn, har Tjóðveldisflokkurin hevur formannin? Tað er synd at siga!
Javnaðarflokkurin og Tjoðveldisflokkurin í Tórshavnar Býráð eru í ferð við at byggja størstu bingjuhavn í landinum, men nokta blankt, at ein umhvørvisárinskanning av hesum ætlaða virksemi skal gerast, hóast borgarar hava biðið um hetta. Heldur ikki Olshana, sum burdi tænt sum greflig áminning, hevur fingið nakran úr stólinum hesum viðvíkjandi.
Tá flokkarnir, sum royna at marknaðarføra seg sum umhvørvisvinarligir flokkar, eru so líkasælir við nærumhvørvið, har teir ráða, hvar er so trúvirðið hjá hesum flokkum landspolitiskt?
Er tað politikkur Tjóðveldisfloksins og Javnaðafloksins at nokta fyri at gera eina umhvørvisárinskanning av einari stórari bingjuhavn inn í botninum av einum fjørði, eins og Tórshavnar Kommuna ger? Hetta hóast borgarar í stórum tali hava mótmælt? Eftir øllum at døma er svarið ja, og tí tykist umhvørvismedvit Tjóðveldisfloksins og Javnaðarfloksins einans vera spæl fyri gallarínum.
Sosialurin