Føroyski ungdómurin eru ótrúliga priviligeraður, tá um útbúgving ræður. Vit hava góðar stuðulsskipanir –í øllum førum um vit fara út í heim at lesa. Og tað er bæði spennandi og mennandi at læra og liva í nýggjum mentanum og umhvørvum. Stuðulsstovnurin rindar árliga stórar upphæddir, so flestu lesandi merkja ikki byrðuna av útlendskum skúlagjøldum.
Hetta er einki minni enn ein fantastisk skipan fyri tey, ið kunnu og vilja fara út í heim av søkja sær lærdóm.
Men fyri tey, ið ikki kunnu ella hava hug at fara uttanlands at lesa, eru møguleikarnir knapt so góðir. Útbúgvingarnar her heima eru ikki nógvar í tali, og teir skúlar, ið taka stríðið upp, hava í flestu førum út av lagið vánaligar karmar at virka undir. Fleiri teirra megna heldur ikki at ganga øllum umsóknunum á møti, tí pláss og umstøður eru ikki fyri øllum umsøkjarunum.
Harafturat er studningurin at kalla tann sami, óansæð um tú ert einsamallur forsyrgjari ella tannáringur.
Dagliga hoyra vit um týdningin av at hava útbúgvið fólk, men neyðarópini frá føroysku útbúgvingarstovunum verða ikki hoyrd – tey verða í øllum førum ikki raðfest. Undan valinum kappaðust flokkarnir um at egna við bøttum skúla- og útbúgvingarmøguleikum í Føroyum. Havnin skuldi gerast ein altjóða lestrarbýur, og eingin endi var á vælvildini.
Ístaðin fyri at bøta møguleikarnar og karmarnar -og eggja fólki til at útbúgva seg her heima, so hendir tað øvugta. Skúlarnir skulu spara.
Í samgonguskjalinum stendur soleiðis :
”Menningin av Fróðskaparsetri Føroya heldur fram, soleiðis at setrið fær betri hølis-, undirvísingar- og granskingarumstøður og fleiri útbúgvingartilboð. Møguleiki skal eisini vera fyri fjarlestri”.
Veruleikin er, at tey skulu spara 5 milliónir.
Vit kunnu bert ásanna, at vit eru ógvuliga fjart frá einum altjóða skúlaumhvørvi í Føroyum. Raðfestingar av útbúgvingum og skúlum eru ævigt valagn, men ilt er at fáa eyga á álvaran handan vøkru orðini, ið trúliga fella 4. hvørt ár.
Í áravís hava heil ættarlið verið burturstødd í lestrarørindum í senn, og spurningurin er, hvussu sunn hesi gapandi holini eru fyri samfelagið. Ein stórur partur av ungdóminum, sum skal seta gongd á, seta lív í og flyta samfelagið, er uttanlands.
Nýggjastu tølini vísa, at 6. hvør, sum fer uttanlands at lesa, aldri kemur heimaftur.
Men tað er kanska ikki so løgið, tá boðskapurin frá landsins stjórn er:
- Farið, farið avstað!