Frælsur ítróttur bjarta framtíð

Herfyri helt Bragdið 60-ára stovningardag í Miðlahúsinum, og fitt av gestum vóru uppmøttir. Røður vórðu hildnar og millum annað fleiri av upprunaligu stovnarunum av Bragdinum vórðu møttir. Onkur teirra hildu eisini røðu. Kaffi og gott ábit var eisini at fáa í Miðlahúsinum í Vágsbotni hendan oktoburs seinnapart

FØÐINGARDAGUR

Niels Petersen

niels@sosialurin.fo


Fitt av fólki var samlað í Miðlahúsinum hendan seinnapartin í oktobur. Fyrsti røðarin hendan seinnapartin var formaður Bragdsins, Robert Vilhelmsen. Hann fortaldi um byrjanina og tók stutt samanum, um søgu felagsins og takkaði stovnarum tess fyri megnar arbeiði teirra fyri frælsa ítrótt. Eisini treyv hann í týdningin av einum tílíkum felagi, og at tað nú loksins fær virðuligar umstøður.


Røðarar

Eftir at formaðurin í Bragdinum hevði hildið eina røðu, vóru ymiskir, ið hildu røðu og hugleiddu um farna tíð, framtíðina og útlit hennara.

- Nógvur aktivitetur hevur verið síðan stovningardagin. Millum annað høvdu vit longu vitjan í 1949 av Ísafjørðinum úr Íslandi, segði formaðurin í Ítróttar Sambandi Føroya (ÍSF) m.a. Hann takkaði eisini fyri gott samstarv, gjøgnum tíðina, ið farin er og vónaði at tað fór at halda fram og mennast.

- Tað er heilt fantastiskt at Toftamenn bjóðaðu seg fram til at gera eitt stadion, sum kundi nýtast í 1989, annars kundi ongir leikir haldast her, sama ár, sigur hann og leggur afturat, at krøvini økjast, og uttan ítróttarhøll til frælsan ítrótt, kunnu vit ikki fáa oyggjaleikirnar hendan vegin í 2015, sum ætlað.

Heri Ziska, formaður í Frælsum Ítrótti Føroyar (FÍF), helt eisini røðu, og gleðist hann um at vit kunna taka í nýtslu, eitt stadion á altjóða støði, og gleðist alsamt um at tað nú gongur væl, aftaná byrjunartrupuleikar í projektinum. Hann endar við at takka fyri megnar arbeiðið, ið stovnararnir hava lagt eftir seg. – Uttan teir vóru vit ikki her í kvøld, og kundu nokk heldur ikki taka í nýtslu glæsuligt stadion, á sumri næsta ár.

-Hevur stóran týdning, at Bragdið hevur megnað at skipað fyri so nógvum stórslignum tiltøkum, gjøgnum tíðina, m.a. Tórshavn Marathon


Íblásturin

Millum aðrar, helt Palli Gregoriussen, ein av teimum átta stovnarunum av Bragdinum, eina røðu, har hann fortaldi um søguna, og um merkiligu kensluna, at standa her aftaná 60 ár. Vit vóru bert 15-16 ára gamlir, og høvdu allir alsk fyri frælsum ítrótti, og tiltikna olympiadan í Berlin í 1936, var kanska íblásturin til hetta felag. Einastandandi avrikið hjá litta amerikumanninum, Jesse Owens, fekk áhugan bert at veksa.

- Tá Íslendingar, av Ísafjørðinum, vóru á vitjan í 1949, varð fótbóltsvøllurin í Gundadali máldur upp og nýttur, fortelur Palli frá og tekur at enda samanum og sigur at hann gleðist almikið um at tað enduliga eru nøktandi umstøður ávegis, fyri klassisku ítróttargreinina Frælsa ítrótt.