Ruth Smith av landinum

Málningar efter Ruth Smith verða í november sýndir fram á Museum for Religiøs Kunst í Danmark. Tíðin er eisini komin, at málningarnir skulu til konservator, um málningarnir eftir Føroya besta kolorist, ið hevði fylt 95 ár næsta ár, skulu bjargast, sigur Aggi Ásgeirsdóttir, ið er forkvinna í Ruth Smith Savninum í Vági

Í samband við stóru bókina um listakvinnuna Ruth Smith, og stóru sýningina av málningum hennara á Listasavninum í fjør, er samstarv komið í lag millum Ruth Smith Savnið í Vági og Museum for Religiøs Kunst í Lemvig.

Høvundurin, ið skrivaði bókaverkið, er nevniliga leiðari fyri danska listasavnið í Lemvig.

Ruth Smith, og maður hennara, Poul Morell Nielsen, búðu eitt skifti undir krígnum í Lemvig. Hann búði eisini har síni seinastu ár.


Pakkar málningar

Í hesum døgum fæst Aggi Ásgeirsdóttir, listakvinna, við at pakka niður allar málningarnar, ið Rith Smith Savnið í Vági eigur. Hon er forkvinna fyri savnið og málningarnir verða nú læntir út til Museum for Religiøs Kunst í Lemvig.

Aggi heldur, at Ruth Smith var fantastiskur málari og hon er samd við tey sum siga, at hon var - ella er - besti koloristur, ið Føroyar hava átt.

- Stórur áhugi er fyri málningum hennara, og at sleppa at sýna teir fram aðrastaðni, eittnú í Hollandi, sigur Aggi.

- Ruth Smith náddi herfyri forsíðuna í mentanarrritinum hjá JyllandsPostinum og aðrar forsíður við, og tað er ikki ein og hvør, ið ger tað, vísir Aggi á.


Til konservator

À Ruth Smith Savninum í Vági, ið heldur til í hølum í gamla skúlanum, eru tey við at seta ferð á arbeiðið at betra og bøta um. Fyrst og fremst eru tað málningarnir, ið treingja til eina køna og bøtandi hond.

- Málningarnir skulu til konservator og teir skulu reinsast. Hetta er kostnaðarmikið og tí eru vit eisini glað fyri, at projektleiðari er settur á savninum. Nú verður roynt at søkja pening ymsastaðni, sigur Aggi.

- Vit eru sera glað fyri, at Tryggingarfelagið Føroyar longu hevur stuðlað, men tað er nú einaferð so, at langt er á mál. Øll arbeiða ókeypis fyri savnið, men tað er kostnaðarmikið at fáast við og at umvæla málningarnar. Støðulýsing er gjørd av øllum málningunum, og tað tekur einar tveir mánaðir at umvæla teir hjá konservatori í Danmark. Men tað er í tøkum tíma, tí annars forfarast teir, sigur Aggi, og minnir á, at næsta ár hevði Ruth Smith fylt 95 ár.


Keypa list

Annað endamál við Ruth Smith Savnium er at uppkeypa alla list eftir Ruth Smith, ið fáast kann fatur á.

- Og so er sjálvandi eisini annað mál, ið liggur longur frammi, at fáa betri savnsumstøður, sigur Aggi Ásgeirsdóttir.