Hetta er tann syndarliga vanlagna, ið ófullborna fostrið í móðurlívi hevur í væntu, ið føðast skal inn í hetta samfelag. Ein ríkisfelagsskapsleyp í føðingargávu, hvørs innihald er ein vøkur vælinnpakkað [...] statsskuld til eginogn. Statsministarin stýrir stórt sæð allari fiskivinnuni í Føroyum, men hann hevur neyvan nakrantíð pissað í saltvatn í sínum politiska lívi. ? Og tað er til danskan fyrimun, um nú Føroyar [...] verður sjáldan nýtt í sambandi við reiðan pening, men einamest í sambandi vi ðdýr og jørðiskar ognir). Vit fara víðari: Hósdagin tann 9/10-1997, t.v.s. bert eina viku áðrenn lógvatakið í Sosialinum, hevur
Einaferð var hann mætasti embætismaður í Føroyum, fyrrverandi fiskivinnustjórin í Tinganesi Kjartan Hoydal. Men so fór hann í farloyvi, og fyri kortum var hann valdur formaður í nevndina fyri fyrsta føroyska, [...] aftur í Tinganes í bræði. 4 ár aftrat ? Eg havi farloyvi úr Tinganesi inntil ár 2000. Men eg havi boðað frá, at eg møguliga søki um at fáa longt farloyvi fýra ár aftrat, sigur Kjartan Hoydal, sum í løtuni [...] staddur í Íslandi. Hann virkar nevniliga sum stjóri í Norrønum Atlantssamstarvi ? eisini kallað NORA. Men hvussu ber tað til, at Kjartan Hoydal, sum fyrst og fremst hevur gjørt vart við seg í fiskivin
staðnum, tá HM-endaspælið verður í Fraklandi í juni og juli í ár. Nakrar dagar áðrenn freistin at bíleggja atgongumerki til dystirnar gjøgnum FSF var úti miðskeiðis í januar, høvdu næstan 300 føroyingar [...] Europa. Um fýra ár verður tað í Japan og Suðurkorea, og hóast bæði Ongland og Týskland royna at sleppa at skipa fyri í 2006, kann tað lættliga enda við, at endaspælið verður lagt í Suðuramerika ella Afrika [...] vanligt, eisini í Føroyum. Tað eru serliga innleiðandi dystirnir hjá Danmark móti Suðurafrika, Saudi Arabia og Fraklandi, sum hava stóran áhuga millum føroyingar. Tá EM-endaspælið var í Onglandi á sumri
fyrstu ferð í Føroyum. Prísurin eitur »Glasuld Prisen«, og verður latin hvørja ferð ein sveinaroynd verður hildin. Prísurin varð latin fyrstu ferð í Danmark í 1993. Seinni kom tekniski skúlin í Grønlandi [...] Grønlandi við, og í ár varð so fyrstu ferð hann varð latin í Føroyum. Tað er skúlin sum velur út næmingin, og í ár var tað Jóannes Weihe, sum fekk hann. Saman við prísinum fekk Jóannes ein gyltan hamara. [...] Skipanin varð broytt í 1994. Størri dentur varð lagdur á tann teoretiska partin av handverkaraútbúgvingini. Ístaðin fyri at verða uml. 20 vikur í skúla, eru lærlingarnir nú uml. 45 vikur í skúla. Próvtøkan
móttøku, á skúlanum, í dag millum klokkan 14 og 16. Orsøkin til hetta er, at Føroya Handilsskúli í hesum árinum verður 30 ár, og samstundis verður handilsskúlaútbúgvingin í Føroyum 60 ár. Framsýningin á [...] á handilsskúlanum vísir, í brotum menningina á skrivstovu- og handilsøkinum frá 1890 til 1998. Skúlin hevur lænt myndir til framsýningina frá Tórshavnar Býarsavnið og frá Fornminnissavninum. Harafturat
vinnulívið á Tvøroyri og aðrastaðni í Føroyum og í útlondum. Knútur Nygaard sigur, at ætlanin er at seta fólk í starv. Fingið størri øki uppí Knútur Nygaard sigur, at í fyrstu atløgu er felagið fyri tvørafólk [...] Meistarafelagið eigur fastan lim í nevndini av tí at umleið 2/3 av limunum í Tor eru handverksmeistarar. Og harafturat skal Tor húsast í hølum meistarafelagsins, og skrivarin í meistarafelagnum er eisini skrivari [...] undirtøka at hóma fyri hesum. Tvs, at tað verður alt tað syðra vinnuøkið í Føroyum, sum bjóðar fram í felag. Knútur Nygaard ivast ikki í, at hetta er rættasti mátin at arbeiða. Eg haldi, at vit hava ilt við
seg við skoti frá brotsteigarmarkinum, og bólturin endar í netinum til 2-2. Í 70. minutti avloysir Heðin á Lakjuni John Petersen í álopinum. Í 79. minutti eru okkara aftur ósketnir og ikki nóg skjótir [...] Jens Martin Knudsen í málinum. Á aftasta plássi var Arnbjørn Danielsen, og framman fyri hann í verjuni spældu Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen. Allan Mørkøre røkti plássið úti í høgru síðu, meðan [...] Jan Allan Müller, sum gjørdi vart við seg í føroyska álopinum. Hann fekk tvey mál og gjørdi sostatt fýra mál í teimum trimum venjingardystunum, føroyingar spældu í Cadiz. Triðja føroyska málið gjørdi Allan
hon var í eitt ár, til endaliga støðan varð gjørd upp, og hon fór í kleystur. Í skúlatíðini hevði hon nógvar vinir og var virkin í felagslívinum. Maria eins og onnur ungfólk dámdi væl at vera í veitslulag [...] vanligar ungdómsdagar Systir Maria hevur, áðrenn hon fór í kleystur, livað eitt vanligt og virkið ungdómslív. Hon er fødd og uppald í Wexford í Írlandi, í einum lítlum býi, har eini 1000 fólk búgva. Hon er elst [...] um trupulleikar og sjúkur vóru í millum fólk. Foreldrini vóru trúgvandi fólk, gingu í kirkju og uppaldi børnini í kristu siðarlæruni. Maria heldur ikki, at tað var nakað í hennara barnaárum, sum kundi bent
liðugt er í Føroyum. Tað gongur soleiðis fyri seg, at tú letur teg í einar buksur, sum bæði eru ov síðar og ov víðar. Síðan setur tú teg í baðikari í eitt korter, og haðani í eina turkimaskinu í 45 minuttir [...] onkur, sum støkk inn á gólvið í SMS í gjár, sum helt at hann var gingin skeivt. Á einum palli á torginum, sat ein ungur maður í einum baðikarið; í klæðum. Men, tað var skil í galskapinum, hóast alt. Tað [...] so, tær nýtist ikki at gera hetta á torginum í SMS. Tú kanst eins væl gera tað heima. Men, far tá ikki í turkitrumluna. Hang buksurnar at turka, og brúka tær í eina viku uttan vask, so sita tær sum tær skulu
Í samband við hesa serstøku leyvsaluhøgtíðina í ár, fer Ísraelsfelagið v/ Maigun Solmunde, saman við Svenning av Lofti, at skipa fyri eini ferð til Ísraels. Ætlanin er at fara úr Føroyum 3. oktober og [...] ferðast í Galilea, har m.a. útferðir verða gjørdar niðan á Golanheyggjarnar, Kapernaum og siglt verður á Genesaretvatninum. Síðani verður farið suður til Jerusalems at verða í sjey dagar og taka lut í ley [...] ið verður fyriskipað av kristnu sendistovuni í Jerusalem. Hetta eru hátíðardagar við litríkum møtum um kvøldarnar. Umframt verða eisini tey bíbilsku støðini í Jerusalem vitjað, t.d. Getsemane, Oljufjallið