Til Ísraels á leyvsaluhøgtíðini 1998

Leyvsaluhøgtíðin í oktober fer at hava ein serligan dám, av tí at hon í ár fellur saman við 50 ára fagnaðarári Ísraels. Umleið 5000 pílagrímar úr Føroyum og 100 øðrum londum, fara til hesa høgtíðina at heiðra Jesus Kristus, sum Messias

Í samband við hesa serstøku leyvsaluhøgtíðina í ár, fer Ísraelsfelagið v/ Maigun Solmunde, saman við Svenning av Lofti, at skipa fyri eini ferð til Ísraels.

Ætlanin er at fara úr Føroyum 3. oktober og at koma heimaftur 15. oktober.

Fyrstu dagarnar verður ferðast í Galilea, har m.a. útferðir verða gjørdar niðan á Golanheyggjarnar, Kapernaum og siglt verður á Genesaretvatninum.

Síðani verður farið suður til Jerusalems at verða í sjey dagar og taka lut í leyvsaluhøgtíðini, ið verður fyriskipað av kristnu sendistovuni í Jerusalem. Hetta eru hátíðardagar við litríkum møtum um kvøldarnar.

Umframt verða eisini tey bíbilsku støðini í Jerusalem vitjað, t.d. Getsemane, Oljufjallið og tóma grøv Jesusar. Eisini verður minningarhøllin um jødatýningina undir seinna heimsbardaga, Grátimurin og tempulplássið. Møguleiki verður eisini at vitja Massada.

Eisini verður vitjað í Betlehem, har stundir verða at keypa í teim spennandi basarunum og seta seg at fáa ein drekkamunn á teim mongu uttanduramatstovunum og at hyggja at býnum.

Tjóðin Ísrael og tilvera hennara, er ein beinleiðis uppfyllan av profetiska orðinum, sum profetarnir boðaðu frá í Skriftunum og tí er 50 ára endurstovning Ísraels ein sera spennandi og viðkomandi hending fyri okkum øll.

Nærri verður lýst um hesa Ísraelsferðina seinni.