Nógvir føroyingar ætla sær at vera á staðnum, tá HM-endaspælið verður í Fraklandi í juni og juli í ár. Nakrar dagar áðrenn freistin at bíleggja atgongumerki til dystirnar gjøgnum FSF var úti miðskeiðis í januar, høvdu næstan 300 føroyingar bílagt atgongumerki.
Av tí at FSF er eitt av teimum heilt smáu sersambondunum undir FIFA, hevur tað fyrr ikki staðið á hjá fótbóltssambandinum at fáa tey atgongumerki, tað bað um.
Men sum skilst eru eitt sindur av trupulleikum í ár.
FSF hevur fingið upplýst, at í seinasta lagi 28. Februar - tað er nú leygardagin - fær fótbóltssambandið at vita, um tað fær øll tey atgongumerki, tað hevur bílagt.
Svarta sølan
longu byrjað
Tað er hjá agentunum, at trupulleikin liggur. Fótbóltssambondini undir FIFA fáa ikki sjálv atgongumerkini fyrr enn í seinnu helvt av mai mánaði, meðan teir ymsu agentarnir runt um í heiminum fáa sín part langt áðrenn.
Og atgongumerkini fara mest sum beinanvegin út á svarta marknaðin - longu nú
eru trupulleikar av, at atgongumerki verða seld til okursprís eitt nú í Týsklandi.
Hinvegin eru altíð trupulleikar av, at agentar ikki yvirhalda treytirnar, sum verða settar í sambandi við atgongumerkjasøluna.
Vandin við, at atgongumerki verða seld á svarta marknaðinum, er eitt nú, at áskoðarar úr ymsum londum koma at sita saman undir dystunum. Og tað vilja fyrireikararnir sera fegnir sleppa undan, tí tað oyðileggur alt arbeiðið, sum hevur verið gjørt við at gera tað so trygt sum gjørligt hjá áskoðarunum.
Tað sær út til, at tað fara at ganga nógv ár, áðrenn HM-endaspælið kemur aftur til Europa. Um fýra ár verður tað í Japan og Suðurkorea, og hóast bæði Ongland og Týskland royna at sleppa at skipa fyri í 2006, kann tað lættliga enda við, at endaspælið verður lagt í Suðuramerika ella Afrika.
Av tí sama er áhugin fyri júst hesum endaspælinum nógv størri enn vanligt, eisini í Føroyum. Tað eru serliga innleiðandi dystirnir hjá Danmark móti Suðurafrika, Saudi Arabia og Fraklandi, sum hava stóran áhuga millum føroyingar.
Tá EM-endaspælið var í Onglandi á sumri 1996, fekk FSF uttan trupulleikar
øll atgongumerkini, biðið varð um. Men orsakað av samvitskuleysum agentum
niðri í Europa kann tað enda við, at onkur fótbóltsáhugaður føroyingur verður vónsvikin í ár.