Men eitt legði eg til merkis, og tað er hetta: Lógvi nr. 1 skrivaði undir upp á afturgjaldingina av donsku statslánunum!
Lógvi nr. 2 skrivaði undir uppá, at finna eina loysn í málinum viðvíkjandi framtaksgrunninum, sum hevur fyri neyðini at økja um eginognina, og so løgið sum tað ljóðar, so skal hetta gerast á ein slíkan hátt, at lánspeningur skal umleggjast til eginogn??? (Tá ið tað kemur til orðið egin-ogn, sum nýtt verður í sambandi við framtaksgrunnin, so hevur tað víst seg, at 2 onnur orð eru eisini komin fløkjandi upp í hetta málið, men sum hóast alt merkir uttan iva eitt og tað sama, nevniliga: »Eginogn«. Tað eru orðini: »Grundkapitalur«, sum stórt sæð er danskt orð, meðan hitt orðið er: Stovnsfæ! Orðið »stovnspeningur« er at finna í Føroysk-donsku orðabók hjá Chr. Matras og M. A. Jacobsen, og tað merkir: Grundkapitalur, meðan orðið »stovnsfæ« uttan iva er samansett, av tí at hetta orðið ikki er at finna í áðurnevndu bók, men orðið stovnur stendur fyri seg, og orðið fæ stendur fyri seg. Orðið fæ verður sjáldan nýtt í sambandi við reiðan pening, men einamest í sambandi vi ðdýr og jørðiskar ognir). Vit fara víðari: Hósdagin tann 9/10-1997, t.v.s. bert eina viku áðrenn lógvatakið í Sosialinum, hevur løgmaður eina viðmerking í Dimmalætting við yvirskriftini »Framtaksgrunnurin«!
Har sigur løgmaður m.a.: »Framtaksgrunnurin var av ávísum orsøkum stovnaður við einum grundkapitali (t.e. eginogn) uppá bert 2 mill. kr. og 198 mió. kr. í lánskapitali«.
Her verður orðið »grundkapitalur« nýtt, meðan Sosialurin nýtir orðið »eginogn« = eitt og tað sama!
Løgmaður heldur fram: »Frá danskari síðu hevur einki verið í vegin fyri at geva loyvi til at konvertera skuld til grundkapital«. Tað er givið, at tað mugu vera mong, sum gerast púra í ørviti av slíkum villleiðandi samanfløktum orðavavstri, serliga hjá teimum, ið ikki hava tann stóra skúlagangin at heinta hjálp frá, fyri at tey kunnu fylgja við, hvat ið gongur fyri seg í egnum landi!
Vit byrjaðu við føroyskum, fløktu okkum inn í eitt danskt, og mín sann, um ikki eitt latínskt orð eisini kom buldrandi inn um hurðina í øllum hurlivasanum. Tað var hetta orðið, »konvertera«. Tað merkir »umbroyta, broyta, at umvenda seg, veksla pengar, umbýta eitt lán við eitt annað, ella broyta avtalurnar viðvíkjandi einum láni v.m.«.
Løgmaður staðfestir eisini í síni grein í Dimmu, at lánspeningur ella lánskapitalur er tað sama sum »skuld«.
Harnæst greiðir løgmaður frá: »Í byrjanini var ætlanin at seta tær 200 mill. kr. sum grundkapital. (t.e. eginpeningur ella eginogn framvegis). Av tekniskum orsøkum bleiv skotið upp, bert at seta 2 mill. kr. sum grundkapital (t.e. eginogn), og tær 198 mill. kr. sum lán (t.e. skuld) ? og at geva danska forsætisráðharranum og løgmanni loyvi til í felag at konvertera (sí áðurnevndu frágreiðing um hetta orðið) tær 198 mill. kr.
Tað, ið eg vil viðmerkja í kortum er hetta: »At umleggja/umbroyta lánspening ella skuld ? til eginpening ella eginogn.
Nú eri eg soleiðis innrættaður, at tá ið eg ikki kann fáa eina mynd at samsvara við veruleikan, so fari eg aloftast at kanna grundmálingina, og eg var sera heppin í hesi kanning og kom fram á hetta: »Tann, ið lænir, verður trælur hansara, sum hann lænir frá!« (orðt. 22,7).
Tí vil eg stilla upp hetta á hendan hátt:
1) Lán er skuld, ið gjaldast skal aftur!
2) Skuld er upphædd, ið gjaldast skal aftur!
3) Eginpeningur er nakað, ið tú missir ? um tú ikki ert mentur at gjalda lán/skuld aftur!
4) Um eg keypi hús, og gjaldi 10% úr egnum lumma (eginogn), men læni írestandi 90%, so eri eg oman fyri tey 100% trælur kortini, og verði ikki rælsur fyrrenn hvørt oyra er afturgoldið!
5) Hesi 90% í hesum døminum er harvið »lánspeningur/skuld«. Skuldi eg nú umlagt hesi 90% í húsunum, t.v.s. lánspeningin til eginpening ella egnogn, ja, so stendur tað púra greitt fyri mær, at onkur annar/onnur má gjalda hesa upphædd fyri meg og hús mítt, soleiðis at eg sleppi frá at pína ína egnu budgettkonto!
Harvið kann eg eftir hteta tveita meg á sofuna og slappa av, meðan onnur, uttan at varnast tað fyrrenn tað var ov seint, vórðu noydd at broyta sín vanliga menniskjansliga arbeiðdag um til »at eta sleipibreyð frá árla á morgni til langt út á náttina!« Og mong hoknaðu undir byrðuni, og reistu seg ikki aftur.
Og »Høvdingar hittast« hava harvið »skoret kassen«, sum tað nú eitur á ríkisfelagsskapsmáli ? við eini øktari eginogn uppá 98,99% ella 49,495% pr. høgr alógva ? tann dagin, tá ið allur lánspeningurin er »umbroyttur/konverteraður«.
6) Men nágreiniliga at peika út, hvørji tey vóru, ið fingu til uppgávu at gjalda »høvdingaskatt«, og á hvørs herðar byrðan nú var løgd yvir á, somuleiðis sum hvørjir gjørdust trælir, til tess at »høvdingar« skuldu geras frælsir við yvirflóð, ja, tað sigr søgan einki um enn!
Rokna vit nú frá tí minsta pinkubarninum í Danmark minus Føroyar, og upp til tann elsta oldingin, so skyldar hvør tann einasti danski íbúgvin ca. 155.000 kr. pr. høvur! (Danska statsskuldin minus Føroyar er, seinast eitt tal var uppgivið, 800 milliardir kr.
Og í Føroyum skyldar hvør einstaklingur eftir áðurnevnda mynstri umleið tað sama pr. høvur, møguliga er talið eitt lítið sindur hægri. Tann, ið kennir ta røttu upphæddina, hann varpið út!
Hetta er tann syndarliga vanlagna, ið ófullborna fostrið í móðurlívi hevur í væntu, ið føðast skal inn í hetta samfelag. Ein ríkisfelagsskapsleyp í føðingargávu, hvørs innihald er ein vøkur vælinnpakkað ? við sloyfu ? »ríkisborgaraskuld« ljóðandi uppá ca. 160.000,00 kr.
Afturat hesi føðingargávu koma so allar tær yndisligu faddurgávurnar + vælsignilsisritualsgávurnar til fitta, nýfødda barnið, nevniliga allir teir mongu undirsjóvartunnlarnir, ið eru á veg frá íslandi, Noregi og Svøríki!
Tað hevði verið eitt satt kvetti, um tað hevði latið seg gjørt at konvertera/umbroytt statsskuld til eginogn.
Statsministarin stýrir stórt sæð allari fiskivinnuni í Føroyum, men hann hevur neyvan nakrantíð pissað í saltvatn í sínum politiska lívi. ? Og tað er til danskan fyrimun, um nú Føroyar fara heilt av knóranum.
Tað, sum ein er sigraður av, ? trælur tess er hann vorðin! Men fær SONURIN (Jesus Kristus) gjørt tykkum fríar, verða tit av sonnum fríir! (2. br. Pæturs: 2 : 19b + Jóh. ev.: 8 : 36).
Símun A. Klein
P.S.: Eftirsum oljan longu er farin at senda sínar svørtu strálur beint upp í bláa loftið í hugsjónini bjørtu, so má ein minnast til at bunkra rætt, áðrenn lagt verður frá keiini. Og ta reinastu oljuna kann ein fáa, við at venda sær til Sálomons orðatøk 21:17, sum letur renna frá sær hetta: »Fátækur verður tann, ið elskar glaðar dagar; tann, ið elskar »vín og olju«, verður ikki ríkur.«