at endamálið við lógini verður nátt. Landsstýsiamálanevndin leggur áherðslu á á, at hóast øll eru vitandi um, at íløgupeningur í føroysk fiskiskip í alt størri mun verður fingin til vega við útlendskum [...] Niclasen, Jacob Vestergaard og Bjørn Kalsø hava ikki gjørt sína skyldu. Í sambandi við, at nevndin hevur kannað handilin við Krúnborg/Fagrabergi skrivar nevndin í sínari fyribilsniðurstøðu: -Landsstýsismálanevndin [...] broyta grein 7 í lógini, soleiðis at fiskimálastýrið kundi fáa heimild til við kunngerð at fáa størri gjøgnumskygni í sambandi við fiskiskipaíløgur. Endamálið var at tryggja, at tað veruliga og ikki bara
hjá mammu, so sá hon ljóst upp á alt og væntaði, at aftan á tveir mánaðir, fór hon aftur at ganga. Tað gjørdi hon tó ikki her, men heima í himmalinum. Eg tosaði í telefon við hana um morgunin, sum hon doyði [...] framá, og eg gleddist við henni. Tí komu deyðsboðini sama dagin sera dáttliga við. Tað uggar meg tó at vita, at hon í dag er sloppin undan allari pínu og hevur tað gott, har hon er. Við hesum fáu orðum vil [...] Josefina Højgaard á Toftum, fylt 74 ár. Hendan føðingardagin kom hon ikki at uppliva. Mamma doyði 21. september í ár, og hóast hon tey seinastu árini hevði nógv brek at dragast við, so kom deyðin sum
vit búðu saman við, var júst deyður og pápi var noyddur at fara til sjós. Pápi er javnaðarmaður og hevur verið inni á tingi av og á sum varamaður, sera stóltur var hann, tá hann var við í løgtingshópinum [...] var liðugur við real. Hetta var á ein hátt ein manndómsroynd, nú skuldi ein út at arbeiða sum aðrir raskir vaksnir menn, og nógvar vóru søgurnar úr hesum spennandi umhvørvi. Í 1955 fór pápi við Drátti, ið [...] har fekk hann sínar fyrstu upplivingar og arbeiðsroyndir á havinum. Í 1956 fór pápi til Keypmannahavnar at ganga á Københavns Købmansskole á Julius Thomsensplads. Har gekk hann í tvey ár, og nógvar eru
Eldrasamkoman við Anniku og Steingrím Niclasen. Týsdagin kl. 19.30 í KFUM: Kristiliga sangkórið venur. Missiónshúsið v/ Landavegin Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli á Norðasta Horni, kl. 18 Møti við Johan Henriksen [...] kl. 14.30 verður sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Arna Vatnhamar og kl. 21 verður ungdómsmøti við Poul Johannesen. Øll eru hjartaliga vælkomin. Getsemane, á Brekku 19 Klaksvík Fríggjadagin kl. 20.30 Un [...] sunnudagsskúli, kl. 17.30 Bønarløta, kl.18 Møti við Johannes Johannesen. Ungdómsmøti kl. 21 við ung av Skála. Mánakvøldið kl. 20 møtist KBBB evni "Rutharbók" við Hildu Viderø, allar kvinnur eru vælkomnar. Øll
hjá sunnudagsskúlanum. http://www.gospel.fo Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli á Norðasta Horni, kl. 18 Møti við Hera Joensen. Hebron, Argir Sunnudagin 3. desember: kl. 10 [...] Leygarkvøldið kl. 21, Awake við ungdómsleiðsluni Sunnudagin kl.17, Møti við Paula Høj. Sangur við Lív Poulsen. Barnamøti kl.17. Vælkomin í Kelduna www.keldan.fo Meinigheitshúsið á Skála, Missiónsvika Missiónsvikan [...] 11.30 Samfelagsløta við drekka kl. 12 Á tilbiðjunarmøtinum er evni "Visiónsdagur". Barnaansing er undir møtinum Sunnudagsskúlin er kl. 12. Møtini sunnudag hoyrast beinleiðis á netinum. Týskvøldi samlast
vart góð við Gjáar bygd, og við tær er aftur ein bygdarmynd farin. Vit sanna orðini hjá skaldinum: “Har ljós brenna fá undir lágari lon, sæst gjølla, tá eitt teirra slóknar”. Tú livdi við og vart við í by [...] hevði nógv við hann at gera, til handilin læt aftur nýggjársaftan 1992. Mamma hevur sitið í kirkjuráðnum í 40 ár - hon tók við eftir abba. Meginpartin av hesum árunum vaskaði hon eisini kirkjuna og skúlan [...] síðani á Eiði, til hon seinast í fimtiárunum fór til Gøtu at tæna. Har birtist stórur trúskapur húsanna millum, ið hevur hildið sær til henda dag. Mamma kom aftur til Gjáar í 1960 at passa handilin og hevði
túr við skitfiskabátinum Gudmundi, gjørdist til 35 ár á sjónum. Hetta tíðarskeiðið sigldi hann við Gudmundi, línubátinum Niels Paula, trolarunum Niels Paula og Phønix, sum hann var síðsta túrin við fyri [...] hann heima aftur, fyri at passa familjuna, handilin og jørðina og tað sum annars var at taka sær av t.d. rógva út við 10 mannafarinum, sum hann átti saman við øðrum. Men sum hjá so nógvum var hugurin stórur [...] børn, 4 synir og eina dóttur. Tveir av synunum búgva her suðuri, Dánjal Jóhan sum býr á Tvøroyri, og Jákup, sum býr á Økrum, Eyðun, sum býr í Kvívík og Óli sum býr í Hoyvík, Kristianna, ið er yngst, býr
fekk starv á skrivstovu hjá DFDS í Keypmannahavn. Í 1965 giftist hann við Esther Nolsøe úr Havn, og fluttu tey til Føroyar at búgva í 1966 og búsettust í Havn. Fyrstu tíðina arbeiddi hann á minkagarðinum [...] inn í handilin hjá Masu og Herluf Arnason í Tórsgøtu, har hann seldi ymiskar lutir, sum hann sjálvur hevði gjørt. Hann spesialiseraði seg í postalínsmáling við føroyskum motivum, sum hann málaði á koppar [...] Masa og Herluf góvust, nýtti hann allan handilin til hetta endamál og seldi m.a. málningar, tekningar og myndir, alt sum hann sjálvur hevði gjørt. Handilin stóð á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta, har sum
savnað uttanfyri handilin hjá Kal í Vágstúni. Í lýsing dagin fyri var heitt á fólk um at hjálpa teimum við at tøma handilin. Og hetta lótu fólk sær ikki siga tvær ferðir. Longu áðrenn handilin lat upp henda [...] at siga fyri einki, sigur Herfríð. Aðrastaðni á síðuni er nevnt, at hon hevur rikið handilin hjá Kal síðani hon var 38 ára gomul Øll hesi árini hevur handilin verið hennara eitt og alt. Spurningurin er, [...] rúgva av fólki uttanfyri handilin. Hesi vildu fegin gera kvettið henda dagin, nú allar vørurnar vórðu seldar fyri hálvan prís. Sama dag høvdu handlarnir í Klaksvík opið til langt út á kvøldið, og tí vóru fólk
bønarmøti. Verið hjartaliga vælkomin. www.oasan.fo Missiónshúsið við Landavegin Sunnudagin kl. 14 Sunnudagsskúli á Norðasta Horni. Kl. 18 Møti við Øssur Kjølbro. Frelsunarherurin, Tórshavn Sunnudag kl. 11 møti [...] Eldrafelagið Kumlá á Skála hevur jólahugna fyri pensionistum við ymiskum á skránni týskvøldið 12. des. kl. 19, eisini verður burturluting Vágs Pensjónistafelag heldur jólaveitslu á Bakkanum leygardagin [...] sunnukvøldið kl. 18 við teimum ungu. Jóhan Eliassen talar. Missiónshúsið í Leirvík Sunnudagin kl 14.30 sunnudagsskúli, kl. 18 møti við Vagn Foldbo og kl. 21 verður ungdómsmøti við Dánjal Andreassen. Øll