Hóast Benny er dani, verður hann roknaður sum føroyingur, tí her hevur hann búð mesta partin av lívi sínum.
Benny er føddur og uppvaksin í Keypmannahavn. Hann eigur ein tvíburabeiggja, sum býr í Suðursælandi, meðan yngsti beiggin býr í Keypmannahavn.
Sum ungur sigldi Benny úti, til hann fekk starv á skrivstovu hjá DFDS í Keypmannahavn. Í 1965 giftist hann við Esther Nolsøe úr Havn, og fluttu tey til Føroyar at búgva í 1966 og búsettust í Havn. Fyrstu tíðina arbeiddi hann á minkagarðinum í Hoydølum, til hann fekk starv í handlinum “Radio-El” hjá William Sloan.
Hann byrjaði seinni sum sjálvstøðugur og leigaði seg inn í handilin hjá Masu og Herluf Arnason í Tórsgøtu, har hann seldi ymiskar lutir, sum hann sjálvur hevði gjørt.
Hann spesialiseraði seg í postalínsmáling við føroyskum motivum, sum hann málaði á koppar, tallerkar, krukkur, vasar o.s.fr. Hann undirvísti eisini í postalínsmáling heima.
Tá Masa og Herluf góvust, nýtti hann allan handilin til hetta endamál og seldi m.a. málningar, tekningar og myndir, alt sum hann sjálvur hevði gjørt. Handilin stóð á horninum Sverrisgøta/Tórsgøta, har sum parkeringsøkið hjá P/F Mariu Poulsen í miðbýnum er í dag.
Benny hevur góð listarlig evnir, sum hann brúkar til fulnar. Hann er sera musikalskur, spælir á munnhørpu og klaver og er ein av teimum heilt fáu sum dugir at spæla upp á sag (hondsag). Hann hevur eisini sungið í Ebenezer-kórinum.
Benny var tann, sum byrjaði við frítíðararbeiðinum í Ebenezer í 60-unm, sum var nakað heilt nýtt tá. Hann hevur eitt lætt sinni og hevur altíð dugað sera væl við teimum ungu. Hann hevur verið fleiri túrar saman við øðrum í Rumenia við neyðhjálp og eigur nógv vinfólk eystanfyri.
Í dag hava Esther og Benny hava eina íbúð í Skovlund, nærhendis Varde í Jútlandi, og hús í Havn. Benny er mest niðri, tí hann livir betri í danska veðurlagnum. Tey eiga trý børn, Svend Åge, sum býr í Hoyvík, Eyðfinn, sum býr í Kollafirði, og Anitu, sum býr í Havn. Barnabørnini er fýra í tali.