Pápi er barnvaksin í Nesi, í Hvalba. Hann er næstynsgta barnið hjá Martini og Jullionnu Næs í Nesi, sum høvdu ein barnaflokk, ið taldi níggju børn.
Pápi gekk síni barnaár í skúlanum í Nesi og fór 12 ára gamal til Vágs at ganga í real. Elsti beiggi hansara Johannes Andreas Næs var lærari tá í Vági, og
kom pápi tí at búgva frá 1950-54 hjá Brynhild og Johannesi.Tá var tað ein long ferð hjá einum smádrongi at fara heilt til Vágs at ganga í skúla, hetta hevur pápi mangan hugleitt um og í takksemi leita afturá.
Vágur var ein stór, fremmand og spennandi verð fyri ein bygdadrong úr Nesi. Har fann hann nýggj vinfólk og lærdi rættuliga at kenna stórabeiggjan og konuna, sum gjørdist sum ein eyka mamma fyri hann hesi árini heimanifrá. Somuleiðis hevur pápi altíð kent serligan tokka til ávísa siðvenju, ið tey hava har suðuri í Vági - eitt nú offurgudstænastuna, ið er fyrsta sunnudag aftaná Allahalganadag.
Sum flest aðrir hvalbiardreingir fór pápi at arbeiða í kolinum, tá hann var liðugur við real. Hetta var á ein hátt ein manndómsroynd, nú skuldi ein út at arbeiða sum aðrir raskir vaksnir menn, og nógvar vóru søgurnar úr hesum spennandi umhvørvi.
Í 1955 fór pápi við Drátti, ið gjørdist hansara skúlaskip, har fekk hann sínar fyrstu upplivingar og arbeiðsroyndir á havinum. Í 1956 fór pápi til Keypmannahavnar at ganga á Københavns Købmansskole á Julius Thomsensplads. Har gekk hann í tvey ár, og nógvar eru søgurnar frá tíðini sum unglingur í danska høvuðstaðnum – um t.d. góða og mennandi sambandi, sum var millum útisetar. Og tað var har, ið pápi hitti ungu Hady, ið var í hárfríðkunnarlæru í Keypmannahavn.Tey bæði gjørdist so góð, at tey giftist í 1958.
Heimaftur komin til Føroya var torført at fáa arbeiði, tey fluttu til Hvalbiar, har mamma fór at klippa, og pápi fekk hýru við Leivi Øssurson, sum hann sigldi við árini 1958-61.
Í 1961 fór pápi í Føroyingahavnina at arbeiða fyri Nordafar, har hann fyrst arbeiddi á kontórinum og varð seinni kassameistari. Hetta var ein sera spennandi og lærurík tíð. Her hagreiddu føroyingar á fyrsta sinni fisk á landi, og her komu nógvar ymiskar natiónir inn at landa. Her arbeiddi og búleikaðist føroyingar, sum vóru langt heimanifrá og tí vórðu mong vinarbond knýtt. Pápi hevur enn í dag samband við fleiri teirra, ið hann har lærdi at kenna. Pápi var í Føroyingahavnini til 1966.
Heimafturkomin, fór hann saman við øðrum góðum kreftum undir at byggja Agnarvík. Pápi hevði stóra tiltrúgv til, at útróður var ein komandi vinna í Føroyum, og at fiskaarbeiði á landi kundi koma at skapa nógv arbeiðspláss.
Í Hvalba var hetta ein umskiftistíð frá kolaarbeiðinum til útróður. Pápi var við í arbeiðinum at fáa útróður í gongd, og fyrsta stigið var sjálvsagt at fáa fatur á útróðarbátum til bygdina, fyrst kom Norðlýsið, síðan Glyvraberg. Aðrir góðir menn fingu Karessu, Hamranes v.f.
Við góðum útróðrarmonnum og góðum flakafólki í Agnarvík, hevði bygdin, frá 1970 og nógv ár framm, eitt støðugt arbeiðspláss, har konur eisini komu út á arbeiðsmarknaðin, tað var ikki so vanligt tá, at føroyska bygdakonan hevði útiarbeiði.
Pápi var stjóri í kolasøluni í nógv ár. Kolasølan átti bátin Skarvastein, ið pápi var við til at umbyggja til sandbát, tá ið kolaførningur helt uppat.
Í 1964 læt pápi nýggjan handil upp í Nesi. Hetta var fyri hann ikki ein nýggj verð, tí gamla krambúðin í Nesi var í kjallarinum í barnaheimi hansara, har foreldur hansara og systkini høvdu handlað. Somuleiðis hevði abbin havt krambúð undir Lítla Hamri. Nýggi handilin var sera snotiligur og nýmótans.Stuttligt er at hoyra pápa siga frá, tá fyrsta bananin ella agurkin kom í Nes. Mamma fór at hjálpa pápa í handlinum og gavst at klippa. Hetta var einasti handil í Nesi heilt framm til 1996, tá ið hann stongdi.
Árið 1979-80 var pápi við rækjuskipinum Hvítanesi í Kanada. Hetta árið varð Glyvraberg umbygdur í Vági. Fyri okkum húsfólk, var hetta eitt øðrvísini ár, tí brádliga vóru ongi vaksin mannfólk í húsinum. Gamli abbin, ið vit búðu saman við, var júst deyður og pápi var noyddur at fara til sjós.
Pápi er javnaðarmaður og hevur verið inni á tingi av og á sum varamaður, sera stóltur var hann, tá hann var við í løgtingshópinum at atkvøða fyri javnstøðu. Henda dagin mátti hann taka orðið og heita á tingfólk at atkvøtt fyri uppskotinum um javnstøðu. Pápi og mamma fingu fimm børn. Fýra gentur og ein son. Hóast allar hesar kvinnur í dagliga gerandisdegnum hevur pápi havt javnstøðu í heiminum.
Pápi hevur altíð havt sera stóran áhuga fyri fiskiskapi, útróðarreiðskapi og fiskasløgum. Við Glyvrabergi hevur hann roynt bæði at fiska laks og háv.
Í summar fekk pápi høvi at fara ein túr við rækjuskipinum Arctic Viking. Hetta var sera gevandi fyri hann at koma burtur og aftur uppliva havið og lívið umborð á einum nýmótans skipi.
Løgið er at hugsa sær, at pápi okkara nú er heili sjeyti ár. Fyri okkum er hann enn hin sami maðurin, ið vit kenna frá barni av. Kanska kennist hetta soleiðis, tí hann altíð hevur verið so áhugaður í sínari egnari samtíð og hevur dámað so væl at tosa um og hugsa um tað, sum er uppi í tíðini.
Góði pápi, vit øll í familjuni ynskja tær hjartaliga tillukku á 70 ára degnum, vit takka fyri manga góða samtalu og gott kjak. Takk fyri góða samveru við køksborðið í Garðsenni.
Jesupápi veri hjá tær.
Ynskja børnini við familju.