Eitt væla arbeiði at síggja til. Annars so hevur Sjúrði nógv kommunalt arbeiði um hendur, og tað er ikki at ivast í, at hann fær úr at gera, nú Fríðrikur krúnprinsur og frú koma at vitja í summar. Fríðrikur [...] sera hugfarsligur maður at vera saman við, skemtiligur og dugir sjáldsama væl at taka til. Mangan hevur verið flent hart at onkrum, hann hevur sagt. Men helst dámar honum ikki at verða skammróstur soleiðis [...] soleiðis, so best er at gevast meðan væl er. Í bløðunum sæst, at føðingardagurin er lýstur at vera ruddingardagur á Viðareiði. Hesaferð sleppur Sjúrði tó undan at koyra fullan bil av rustaðum hegni, takplátum
sigur James fyri at dempa álvaran eitt sindur. ? Hvat stendur S fyri?, vil hann hava at vita. Durita er skjót at svara: - S, - tað stendur fyri SUPER! James er skjótur at skera útí at flenna, og fer víðari [...] var eisini at fáa børnini at kenna seg væl undir kappingini, og tí var ein stórur partur av teirra parti eisini tann sálarligi - at fáa børnini at hugsa um sangin og einki annað. Tað gav at bíta ta einu [...] veksur spenningurin allatíðina. Tey vita, at um eina stutta løtu so er tað teirra túrur, - teirra túrur at fara á pall fyri at fáa eina føling av, hvat tað er at vera ein rættur sangari. Nú kemur brádliga
Kyndils-fólk, sum helst ætlaðu sær at síggja okkurt taktist hol hjá VÍF, umframt at einstøk Neista-fólk eisini vóru at síggja. Hesi seinastu helst í eini teprari vón um, at frúgvin Fortúna enn einaferð skuldi [...] vera tann, at tað vera tvey lið í viðráki, sum hittast leygardagin. Kyndil fekk við sigrinum á Neistanum av álvara staðfest, at teir ikki ætla sær at sleppa oddasessinum, sum teir hava hildið at kalla alt [...] nú í nakrar vikur verið koblaðir úr FM-stríðnum, og tað er einki at ivast í, at leikararnir mentalt eisini hava sligið seg til tols við, at tað so ikki skuldi verða til nakað í ár fyri teirra viðkomandi
stóran part av fólkinum. Tí visti eg, at eg saktans kundi koma í ta støðu at noyðast at leggja ein avgjaldsseðil undir viskaran hjá onkrum, ið eg kenni. Jóanes sigur, at hetta eru treytirnar við einum tílíkum [...] aftur ?kaskettini? uttan at hava verið noyddur at hanga seðil á viskaran. Jóanes vísir á, at kemur minni í kassan hjá landfútanum, tí færri avgjøld verða áløgd, merkir tað samstunis, at betur skil er á par [...] bingjuplássinum. Hann sigur, at enn hongur hann eisini uppá rotturnar, ketturnar, hundarnar og seyðin í býnum, men hann hevur boðað kommununi frá, at hann helst vil sleppa undan at taka sær av hesum í framtíðini
maður runt og reypaði av, at hann hevði 30.000 MP3 sangir liggjandi á teldu síni. Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakað at reypa av, tí tað ger tað nærum ógjøligt at byrja ein nýggjan bólk. Allir [...] heldur fram at tosa um, at tað serliga er í Russlandi, at MP3-marknaðurin ger seg galdandi. Tað skal selja Teir báðir finsku tónleikararnir eru sera áhugaðir í øllum sløgum av tónleiki. Teir nevna, at serstakliga [...] Makinen, men brúkar vanliga eyknevnið Mr. Villy. Hann sigur, at teir valdu at koma hendan vegin orsakað av reinu náttúruni. Tað er so reint her, at eg næstan sakni eitt sindur av dálking, sigur hann og flennir
landsstýrið at stuðla rækjuflotanum. Grundgevingin hjá landsstýrinum var, at samgonguskjalið sigur, at "Fiskivinnan skal standa á egnum beinum uttan almennan stuðul". -Tí er avrátt ikki at veita rækjuflotanum [...] fiska á fjarum leiðum uttan at nakað verður latið aftur fyri í heimasjógvi. -Tað er ikki tí, at Felagið Rækjuskip vil hava, at skipini skulu hava stuðul. Men gamalt var í Føroyum at hjálpa, tá ástóð, og nú [...] fer at hjálpa vinnuni við eini kreppuhjálp, veldst um arbeiðið hjá eini skjóttarbeiðandi nevnd, staðfesti Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í sendingini. Henda útsøgnin bendir á, at hann fer at velja
fær ikki okkum at gevast at drekka øl. Tað ger tað bara dýrari fyri okkum at fáa fatur á tí. - So er bara at keypa nokk hvørja ferð, leggur ein annar afturat. Spurdir um hvar teir ætla at sita um dagarnar [...] greiða meining. Tað er týðuligt, at hetta málið hevur verið havt á lofti fyrr. - Hann kann ikki nokta fólki at drekka øl. Eg haldi ikki, at hann veit hvat hann tosar um. At steingja ella flyta ølsølurnar [...] tómum rundan um seg. Teir vita opinbart væl at, vit ikki bara eru komnir fyri at geva teimum selskap, men teir eru ikki minni prátingarsamir av teirri orsøk. At ein myndamaður er við hava teir einki ímóti
KAPPRÓÐUR Undanfarnu sumrini hevur tað ofta verið soleiðis, at somu manningar hava vunnið aftur og aftur. Tað kann væl vera, at vinnararnir fara at verða teir somu á Skálafjørðinum, sum vunnu á norðoyarstevnu [...] tað soleiðis hesa ferð, at bestu bátarnir fara at liggja í miðjuni. Á norðoyarstevnu varð í lutakasti gjørt av, hvussu raðfylgjan skuldi vera. Fyri tað næsta má roknast við, at róðrarlíkindini verða betri [...] hevur sjálvandi havt við sær, at áhugin fyri at venja og fyrireika seg er vorðin uppaftur størri, enn hann var (um tað ber til!). Men Fípudreingirnir eru fyrireikaðir uppá, at mótstøðan verður stór. Ikki
kortið, at okkara spillfríski, aerobikkhoppandi, "steppandi" og »spinnandi« (helt í fyrstani, at dóttirin var farin at ganga til ullarvirking, inntil eg lærdi, at tað at spinna í dag merkir at súkkla!) [...] Bert tú kenslu á hetta, kæri lesari, so les meira. »Vit fara at hava køkutombola, og vit fara eisini at selja lutaseðlar, so tað fer ikki at kosta tykkum eitt oyra«, leggur hon errin afturat. Kanska havi [...] og hon hevur roynt at sagt okkurt, sum kann fáa meg at dansa krígsdans av berari gleði hennara vegna. Tað er so sum so við krígsdansinum. Havi hoyrt hasa søguna fyrr. Illa tími eg at baka - dugi heldur
tit at gera í dag, tá ið tit eru liðug í skúlanum. Spæla Nintendo? Jónvør: ? Veit ikki. Eg plagi ikki at spæla so nógv. Eg plagi altíð at hyggja at. So, so. Bóndadóttir Tú, Jónvør; fert tú altíð at búgva [...] komin oman á bátin. Plagdu tit at fara oman at hyggja, um nakar er, sum tit kenna? ? Mnaaa. Nei, Mary plagar at fáa ein svartan posa við bløðum og sóvritt. Plagdu tit so at fara umborð eftir honum? ? Ja [...] umborð á Tróndi smáflennandi staðfestir, at bíðað bert verður einar 10 minuttir í Hesti? Jú, vit báðir hildu, at best mundi vera at royna eitt sindur av góðum gomlum kolumbus-journalistikki. Hestur var