Fuglafjørður: Tú ert ikki meiri enn innkomin í Mentanarhúsið, fyrrenn tú merkir tað: Tann sterka stemningin millum børnini og foreldur teirra.
Inni í gongini renna børnini runt, fyri líkasum at sleppa av við teir ringastu nevarnar. Og inni í matarhøllini sita foreldrini við borðini og práta.
Har frammi við diskin sæst ein long kø av børnum, sum bíða eftir at fáa eitt sunkist og eitt pylsubreyð. Onnur spæla kort ella eitt av teimum spølunum, sum eru sett upp fyri at stytta um bíðitíðina hjá teimum.
Alt er kortini merkt av tí sama: Nær sleppi eg at syngja? Ella nær sleppur mítt barn framat at vísa, hvørji sangevnir sum munnu liggja í mínum barni?
Okkurt barnið hevur sett seg í eitt horn fyri at venja sangin, tey skulu framføra um eina løtu. Jú, her er óførur stemningur í Mentanarhúsinum.
Fyrsta stigið
Bíðitíðin kann tykjast long, men tað merkist kortini ikki á børnunum. Tey hugna sær hóast alt, men innast inni veksur spenningurin allatíðina.
Tey vita, at um eina stutta løtu so er tað teirra túrur, - teirra túrur at fara á pall fyri at fáa eina føling av, hvat tað er at vera ein rættur sangari.
Nú kemur brádliga róp í. Tað er ein av fyrireikarunum, Mark Joensen, sum rópar út í salin: - Tey sum hava nummar 550 til 554 verða biðin um at koma fram higar.
Fimm børn fara beinanvegin fram har Mark stendur. Fyrsta stigið á leiðini í sangkappingini skal nú byrja.
Ikki vandamikið
Tey fimm børnini verða førd inn í eitt annað rúm, har fleiri onnur børn standa og bíða eftir tí sama: At sleppa framat at royna sangevni síni.
Mark tekur væl ímóti teimum og biður tey bara taka tað heilt róligt: Hetta er als ikki so vandamikið, sum tað kanska følist hjá teimum.
Ein fyri ein fara nú hini børnini inn, og at enda er túrurin so komin til ein luttakara úr Hoyvík, - eina, ið nevnir seg Durita.
Hon tekur í hurðina inn í sjálva konserthøllina, og tá letist upp fyri henni ein onnur verð. Nú er tað álvari.
Inni í høllini sita tey trý: James Olsen, Malan Eyðunsdóttir og Kim Hansen. James og Malan sita aftanfyri eitt borð, meðan Kim situr á einum krakki frammanfyri klaverið.
S stendur fyri SUPER
13 ára gamla Durita er eitt sindur nervøs, men líkt er til, at tey í dómsnevndini gera alt fyri at taka ringastu nervarnar frá sangarunum.
Durita kemur stillisliga fram til borðið, og James tekur orðið. Spyr hvussu hon eitur. Hon eitur Durita S. og síðani eftirnavnið.
- Nå, S!, sigur James fyri at dempa álvaran eitt sindur. ? Hvat stendur S fyri?, vil hann hava at vita.
Durita er skjót at svara: - S, - tað stendur fyri SUPER!
James er skjótur at skera útí at flenna, og fer víðari við spurningum sínum. Spyr um bústað, aldur, og hvat lið hon heldur við.
- Nå, so tú heldur við HB? Aah, tað var eitt sindur verri, sigur hann skemtandi. Og Kim skundar sær at taka nakrar falskar akkordir á klaverið. ? Hevði tað verið B36, so slapp tú beinleiðis víðari. James ger alt fyri at Durita ikki skal vera nervøs.
Malan brýtur hann av og biður Duritu ikki lurta eftir slíkum tosi. ? Tú skalt bara gera títt besta. Tað fer nokk at ganga.
James letur seg kortini ikki steðga so: - Ja, Durita, hvønn sang ætlar tú tær at fýra av í dag?
Hon sigur navnið á sanginum, og er klár. James biður hana bara taka hendurnar úr lummanum og so slappa fullkomuliga av.
Trampar taktina
Durita stemmar í sangin "There will be no". Hon syngur eina løtu, men sangurin er í lægra lagi. Kim hækkar durin eitt sindur, og nú gongur betur. James trampar taktina í gólvið, og Malan slær spakuliga við penninum í borðið fyri at hjálpa til við taktini.
Sangurin er liðugur, og Durita takkar fyri seg. ? Bei, sigur James og tað sama siga hini. Hon letur hurðina aftur og so er sloppið hjá henni.
Uttanfyri tekur Mark aftur vinarliga móti henni og spyr, hvussu gekst. Og inni í høllini stinga tey trý í dómsnevndini nú høvdini saman fyri at meta um avrikið hjá Duritu.
Løtu seinni er klárt hjá næsta luttakaranum at koma inn.
So Gud hoyrir
Tað er neyvan nøkur løtt uppgáva hjá dómsnevndini. Børnini hava vant dúgliga til hesa fyrstu upptøkuroyndina nakrantíð til eina slíka kapping.
Teirra høvuðsuppgáva er fyrst og fremst at lurta eftir røddini, og tað krevur eitt sindur av toli og úthaldni, tá langt omanfyri 100 børn skulu framat.
Tey høvdu sjálvi valt sær sínar sangir, og teir fevndu um føroysk, donsk og ensk løg av ymsum slagi. Onkur sang kendar popsangir, onkur sang sangir tey kendu frá sunnudagsskúlanum, onkur sang onkran sálmin og onnur okkurt lag, sum tey í dómsnevndini ikki rættiliga kendu til fulnar.
Uppgávan hjá dómsnevndini var eisini at fáa børnini at kenna seg væl undir kappingini, og tí var ein stórur partur av teirra parti eisini tann sálarligi - at fáa børnini at hugsa um sangin og einki annað.
Tað gav at bíta ta einu ferðina, tá ein luttakari kom inn og sang sangin "Gud er mentur", so spakuliga at tey illa hoyrdu, hvat hon sang.
Aftur her var tað James sum kom við eini hjálpandi hond: - Syng bara harðari. Syng so hart, at Gud eisini hoyrir teg!
Tað hjálpti, og nú sang henda gentan av heilum hjarta sang sín.
Soleiðis gekk tíðin, og nakað út á kvøldi var seinasti luttakarin sloppin framat. Og sunnudagin kundu so tey spentu børnini og foreldur teirra lesa á Portalinum, hvørji tey 30 hepnu børnini vóru.









