?Tað skal selja?

Sosialurin fekk eina samrøðu við bassistin og sangaran úr bólkinum Bomfunk MC?s, har tosað var um leyst og fast

G! Festival
Rógvi Borðoy og Johan Jacobsen
 
-Vit hava fingið ov nógv av øllum, sigur forsangarin B.O.W. ella Raymond Eubanks, sum hann veruliga eitur. Hann hevur júst etið seg um rygg av fiskarættum, sum tónleikararnir hava fingið í boði, og hann er sera væl nøgdur við móttøkuna, hann hevur fingið í Føroyum.
                      -Vit vóna bara, at veðrið verður gott, tí annars kann tað gerðast ein keðilig konsert hjá okkum, sigur hann.
                      Raymond Eubanks er føddur á Jamaika. Pápi hansara er haðani, og mamman er úr Finnlandi. Har er hann eisini uppvaksin. Tó hoyrist ein farri av jamaikanskari ávirkan í hansara enska.
                      Hann sigur seg vera bilsnan av, at tað er so nógvur tónleikur til í Føroyum.
                      -Tað er ótrúligt at tað skula vera so nógv orkestur í einum so lítlum landi. Og sum eg havi skilt á lagnum, so eru tey eisini góð, sigur hann.
 
Mr. Villy
Bassspælarin eitur í veruleikanum Ville Makinen, men brúkar vanliga eyknevnið Mr. Villy. Hann sigur, at teir valdu at koma hendan vegin orsakað av reinu náttúruni.
                      Tað er so reint her, at eg næstan sakni eitt sindur av dálking, sigur hann og flennir hart. Hann er ein sera fryntligur maður, og hann flennir nógv gjøgnum samrøðuna.
                      -Vit hava ikki sæð nakað av landinum enn, tí tað er mjørki allastaðni. Men vit vóna, at tað verður gott í morgin, tí vit skulu á útferðir at síggja landið hjá tykkum. Higartil sær tað annars út sum Ný Sæland, burtursæð frá, at tit ikki hava serliga nógv trø.
 
5.000.000 eintøk seld
Bomfunk MC?s fingu sítt stóra gjøgnumbrot í 2000, tá teir góvu út stakfløguna ?Freestyler?, sum enn er teirra kendasta lag. Teir hava higartil selt 2,2 milliónir eintøk av tí fløguni, og teir selja enn. Um gjøgnumbrotið sigur B.O.W.:
                      -Tað broytti okkara lív, í hvussu so er eitt sindur. Síðani tað hava vit ferðast um allan jarðarknøttin, og tað eru ikki øll, sum kunna tað. Tað eri eg errin av.
                      Hóast teir hava selt sera nógvar fløgur, kenna teir seg eitt sindur snýttar. Orsøkin er MP3-marknaðurin, sum teir siga hevur oyðilagt nógv fyri teir.
                      -Her á skrivstovuni gekk ein maður runt og reypaði av, at hann hevði 30.000 MP3 sangir liggjandi á teldu síni. Eg dugi ikki at síggja, at tað skal vera nakað at reypa av, tí tað ger tað nærum ógjøligt at byrja ein nýggjan bólk. Allir sangirnir, sum ein ger, verða lagdir út á alnótina, og tónleikararnir fáa einki burturúr, sigur hann umhugsið.
                      B.O.W. heldur fram at tosa um, at tað serliga er í Russlandi, at MP3-marknaðurin ger seg galdandi.
 
Tað skal selja
Teir báðir finsku tónleikararnir eru sera áhugaðir í øllum sløgum av tónleiki. Teir nevna, at serstakliga tulkingar av gomlum tónleiki er umráðandi at fáa við, tí tað gevur teimum ungu hug til at læra meir um søguna hjá einstøku tjóðini.
                      -Í Finlandi eru fólk farin at brúka søguligu og aldargomlu Kallevalla kvæðini til nýskapandi tónleik. Til dømis bólkurin Amorphis ger nógv við tað, og tað er sera gott at finski tónleikaheimurin er áhugaður í at finna sínar egnu røtur. Tað fær søguna nærri at ungdómunum, sigur Mr. Villy.
                      Mr. Villy hevur hoyrt um ein føroyskan tungmálmsbólk, sum brúkar føroysku kvæðini, og talan er uttan iva um Týr.
                      -Trupulleikin er, at plátufeløgini vilja hava fløgurnar til at selja, og ikki allur tónleikur er førur fyri at selja nógv. Plátufeløgini satsa bert upp á tryggar íløgur, tað vil siga ?hits? og tónleik ið kann fara í MTV.
                       
Nýtt ljóð
Bomfunk MC?s hava verið í studio og tikið upp eina nýggja fløgu. Hon kemur í handlarnar í heyst einaferð, og hon verður nakað øðrvísi enn tað vit higartil kenna frá bólkinum.
                      -Hendan fløgan hevur eitt nýtt ljóð. Hon er ikki so hip-hop fikserað, men hevur meira ?breakbeats? enn vit higartil hava havt. Og so er ikki bara rapp, men eisini vanligur sangur. Og her brúka vit ikki líka nógv sampling, sum vit annars hava gjørt. Her hava vit meir vanlig ljóðføri. Og soleiðis má tað vera: ein nýggj útgáva er eitt nýtt ljóð, sigur Mr. Villy.
                      Víðari sigur hann, at hesi árini hava verið sera góð fyri tónleik í Skandinavia. Serliga hevur tað gingist væl hjá svenskum og finskum bólkum, men hann roknar við, at tað bert er ein spurningur um tíð, áðrenn ein danskur bólkur gerst heimskendur.
 
Tónleikamentan
B.O.W. sigur, at í Finlandi kenna allir tónlikarar hvønn annan. Finland er eitt lítið land, og tí mugu tónleikararnir taka við læru av hvørjum øðrum. Meðan vit tosa, kemur K-System, ein annar finskur bólkur, inn, og allir byrja beinanvegin at práta á finskum. Teir kenna væl hvønn annan, sæst týðuliga, og hetta er heldur ikki fyrstu ferð, teir spæla konsertir saman.
                      -Hip-hop mentanin er eitt nýtt mentunarligt íkast til samfelagið. Tað er eitt nýtt slag av bókmentum, sum verður nýtt til at geva nakrar staðfestingar, sum ung fólk hava. Fyrr sungu finsku rappararnir um amerikanskar støður, so sum at sleppa úr ghettoini. Nú hava vit ongar ghettoir í Finlandi, so tað er nokkso býtt at syngja um, siga teir báðir í einum munni.
                      -Men í dag eru tekstirnir blivnir meir staðkendir og finskir.
 
Sandurin bíðar
Um ein tíma fara Mr. Villy og B.O.W. á pallin á Sandinum í Gøtu, og teir eru spentir uppá, hvussu tað fer at ganga. Teir siga, at hetta væl kann gerðast teirra besta framførsla, tí umstøðurnar eru so frálíkar við náttúruni beint við pallin.
                      Framførslan gjørdist í síðsta enda frálík.