Elduvík ella Timbuktu?

»Hey mamma, vit fara námsferð í januar mánað« - so er stilt eina løtu - »Vit fara til Kypros«!
Dóttirin er so findarglað - andlitið lýsir, og hon hyggur við sínum milda eygnabrá uppá mammu sína, sum stendur eitt sindur foy og sodnar upplýsingina.

Orðingin »serligur tørvur« kemur fram fyri meg - havi hoyrt frá mongum strongdum mammum um hetta løgna nýggja fyribridgið millum ungdómar, sum ganga í skúla - ungdómurin hevur "serligan tørv". Síðani nær? Hvør hevur stungið út í kortið, at okkara spillfríski, aerobikkhoppandi, "steppandi" og »spinnandi« (helt í fyrstani, at dóttirin var farin at ganga til ullarvirking, inntil eg lærdi, at tað at spinna í dag merkir at súkkla!) ungdómur afturat øllum tí, ið vanligi dagurin hevur við sær, nú eisini hevur henda »serliga tørvin«? Tørvin, sum í roynd og veru á góðum føroyskum máli eitur at ferðast út um landoddarnar? Foreldrini? Neyvan! (Og hvør tímir til Elduvíkar, tá hin møguleikin eitur Timbuktu?) »Harra Gud - barnið má sleppa avstað, tí øll hini í flokkinum fara«! Bert tú kenslu á hetta, kæri lesari, so les meira.
»Vit fara at hava køkutombola, og vit fara eisini at selja lutaseðlar, so tað fer ikki at kosta tykkum eitt oyra«, leggur hon errin afturat. Kanska havi eg tá sæð eitt sindur troytt út, og hon hevur roynt at sagt okkurt, sum kann fáa meg at dansa krígsdans av berari gleði hennara vegna. Tað er so sum so við krígsdansinum. Havi hoyrt hasa søguna fyrr. Illa tími eg at baka - dugi heldur ikki nakað serliga væl hetta, sum »ein ordilig mamma eigur at duga blundandi«. Tankarnir sveima til Øtker og Maizena, sum gera liðug køkubland, har tað so freistandi stendur »tilsæt kun vand«. Nei, tað fer ikki at bera til á hesum sinni. Her má brettast upp um armar og eltast og rørast, so ikki eitt eyga er turt. Heldur ikki kann eg snúgva mær undan við at baka »hina brúnu skuffukøkuna, tit vita«, sum bert tekur 5 min. at blanda saman og 25 min. at baka, sum kann skerast í fýra partar og pyntast, so tað sær út sum um eg havi staðið í køkinum og bakað og pyntað við alskyns átuligum silvur- og gullkúlum og krúmmli í tímavís. (Nú mundi eg mist ondina.)

Kypros! Á ja, góði lesari - nú hugsar tú kanska, at eg sum í einum skjótum filmi síggi allar freistingarnar á Kypros, sum lítla elskuliga og ljóshærda dótturin kann koma sær útí á ferðini - ikki minst teir brúnoygdu væl trimmaðu sjokulátabrúnu sjeikarnar, sum væntandi fara at sveima rundan um hana sum biur um hunang, nei, nei - eg síggi okkurt sjokolátabrúnt, men tað er í formum: Brúnakøkur, keksakøkur, rullukøkur, skuffukøkur, pleskur, »mormors marmorkage«´, marengsbotnar (við rómapakka og abrikoskompotti), muffins, smákøkur, bollar við rosinum, bollar við ongum rosinum, bollar við glasuri o.s.fr. og ikki um at tala steikiposar (tað er tann bíligara og einfaldara loysnin, sigst) pyntiband, pappeskjur, køkukoyring, bering inn, bering útaftur, tí sjálvandi fer alt húskið av húsum og stuðlar einum slíkum tiltaki. Alt annað hevði verið skomm!
Komin á staðið kenni eg tað, sum eg onkursvegna verið lumpað - ella kanska lati eg meg lumpa, tí áðrenn eg veit av, standi eg við fullum føvningi av brúnakøkum, keksakøkum, rullukøkum, skuffukøkum, pleskum, »mormors marmorkage«, marengsbotnum, muffins, smákøkum, bollum við rosinum, bollum við ongum rosinum, bollum við glasuri, sum onkur hevur bakað við sveittabroti til »námsferðina, sum einki skuldi kosta«. Komin heimaftur er aftur avtaglað við køkum á køksborðinum! Tann einasti munurin millum nú og í morgun er, at onkur onnur strongd og ørkymlað mamma hevur bakað hesar!
Lutaseðlarinr, sum eru partur av fíggingini til dreymaferðina, eru ein søga fyri seg. »Eg skal bara selja 100 lutaseðlar«, sigur dótturin við stórum eygum. Tíðin gongur og seðlarnir liggja í køkinum. Teir liggja og liggja - løgið, men eg haldi ikki, at bunkin er minkaður nakað serligt, tá komið er inn í seinasta mánaðin, áðrenn fráferðina til Kypros. Hvussu er og ikki, so tekur pápin synd í dóttrini - einki skal hon út at banka uppá hjá grannum og selja lutaseðlar - tað skal eingin siga um dóttur hansara! Hann hevur sanniliga ráð at lata hana fara til Kypros uttan stuðul. Endin er, at babba keypir mesta partin av bunkanum, og so er sloppið.
Var og vitjaði í svimjingarhylinum ein leygarmorgun herfyri. Hoyrdi eina mammu nevna, at hon mátti skunda sær, tí hon skuldi avlevera 30 nýbakaðar køkur (upp kl. 06.00 og í fyriklæðið) til eitt køkutombola í skúlanum, men fyrst mátti hon í peningasjálvtøkuna. Sjálvandi mátti hon hava fitt av peningi við, so hon kundi keypa lutaseðlar, sjálvt um hon - júst henda leygardagin - hevði allarbestan hug at fara í urtagarðin, tí sólin skein oman og niðan.
Ella kanska hevði hon ætlanir um at fara til handils at keypa sær sjálvari okkurt (endiliga) - kanska einar nýggjar skógvar ella okkurt lekkurt smyrsl. Men gakk. Skógvar og smyrsl bíða til eina aðru ferð, sum ógvuliga sannlíkt gerst »onga« aðru ferð. Smyrsltuban verður kroyst til seinasta blóðsdropa (tað er ótrúligt, so langt tuban kann røkka, um tú veruliga leggur í) og gomlu skógvarnir verða sendir til skómakara eina ferð afturat.
Veit, at vit eru óteljandi foreldur, sum millum ár og dag hava fingið einsljóðandi boð um námsferðir til Kina, Kypros, Barselona, London, Tansania, Tunis, Timbuktu, Irkutsk og onnur eksotisk støð, sum fleiri ikki hava ráð ella stundir at vitja - ella enntá ikki hava hoyrt um áður.
Er ikki stundin komin, har vit taka støðu og kalla ein spaka fyri eina spaka, ístaðin fyri at gykla at námsferðin einki kostar? Eru lutaseðlarnir og køkurnar ikki tað bera hjáputur?
Velji ikki at nerta við sera eyma spurningin um lummapening - fari at lata lesaran sjálvan dvølja við »ódjórið«. Bert hugflogið setir mark - 500 kr. - 5000 kr. 10.000 kr. Eingin hægri?
Óivað ganga fleiri foreldur og mutla fyri seg sjálvi: "Næsta ár í Jerusalem". Á ja. Kanska gerst ætlaði familjutúrurin veruleiki næsta ár ella næsta ár ella???..

Farvæl Danland og Norrøna, farvæl Tivoli - farvæl kampingtúrurin við Atlantic Airways til Nairn í Skotlandi - farvæl, farvæl.