Maðurin er jú tann sami, sum tú hevur kent øll hesi ár, og sum tú ikki heldur vera broyttan stórvegis. Ikki fyrr enn tú fært onkra gamla mynd upp í hondina, varnast tú, at tíðarinnar tonn kortini onkursvegna hevur tanlað burtur av her og har.
At Sjúrður Joensen, Sjúrði í Innistovu, nú 28. mai fer um tey seksti, kennist løgið. Harragud, maðurin sær enn út sum ein unglingi og hevur hartil eitt lætt sinnalag. Men sambært kirkjubókini er hetta so ein veruleiki, sum vit mugu taka til eftirtektar.
Sjúrði vaks upp í bóndahúsinum Innistovu uppi við Garð á Viðareiði sum tann yngsti av fýra systkjum. Fólk vóru tá ikki so kravmikil hvat tí materiella viðvíkti, so tað bar væl til at liva av einum 4 markagarði burturav. Men sjálvandi skuldi arbeiðast nógv, og børnini vóru sett til at gera nyttu so skjótt tey vóru so fræg. Sjúrði lærdi tí skjótt alt um bæði neyt og seyð, um eplavelting, hoygging og so fjallgongu, feitilendi og fuglaveiði. Ein góð barlast at fáa, men Sjúrði var ikki borin til garðin, so landbúnaður gjørdist ikki lívsstarvið. Hugin hevði hann til sjógvin. Hann var við Gudrun við snellu og eisini yviri i Newfoundlandi við Pison. Men har var ein meinbogi, tað sum Viderø skrivar í Sagu Norðuroya: "Innistovubøndurnir vóru ikki sjómenn, píndust av sjóverki, men á landinum vóru teir avbærir". Har var einki við at gera, yrkisleiðin úti á tí bleyta var ógjørlig.
Lívið hjá Sjúrða hevur síðani mest verið á hjólum. Persónbilar, lastbilar og gravkýr.
Miðskeiðis í sekstiárunum hevði Sjúrði bil saman við Jákup Martin Jacobsen. Teir høvdu ein persónbil, sum teir høvdu til rutubil millum Viðareiði og Hvannasund, og so keyptu teir lastbilin hjá Kaj Viderø, sum teir koyrdu frakt við. Tað var strevið arbeiði, tí krana høvdu teir ongan; alt mátti skipast við hond. Oljutunnur, mjólkadunkar, kraftfóðursekkir og mangt annað tungt var hvønndagskostur. Heldur ikki var vandaleyst at koyra eftir tí smala Leitisvegnum, har bara nakrir stabbasteinar vardu fyri, at ein fór útav og lúkst á bláman. Nei, tað mundi ikki altíð vera so stuttligt, tá stórkavi lá.
Sjúrði hevur havt fleiri lastbilar síðani og hevur koyrt mangt lessið av mold, eyri og gróti í sambandi við vegarbeiði, eitt nú tá byrgingin um sundið varð gjørd og partar av vegnum vórðu breiðkaðir. Áðrenn vegirnir í bygdini vórðu asfalteraðir hevði hann eisini til arbeiðis at fylla skerv í øll tey mongu holini, sum ofta gjørdust stórir hyljar, tá tað regnaði. Harafturat koyrdi hann skrell, og tað var sannur gravgangur hjá smádreingjunum at sleppa við, tí har vóru jú nakrar góðar krónur at forvinna.
Sjúrði giftist í 1970 við Margit. Hon er uppvaksin í Klaksvík, og tey eru trímenningar. Tey settust niður eysturi á eiðinum í trøðni hjá Sivari, abbanum, sum Sjúrði eitur eftir. Eyðkend hús, hávaksin, mestsum eitt World Trade Center a Viðareiði, og tey hjøvdu nakað so sjáldsamt sum altan. Í fyrstani var einki einki stakitt á altanini, so tað vóru bara djarvastu fólk, ið hættaðu sær út hagar. Har undir lonini aldu tey upp tríggjar døtur, Eyð, Guðrun og Hildu, sum nú allar sjálvar eiga børn. Við tað, at Sjúrði hevði ynskt sær ein son, men ongan fekk, royndi hann í mestan mun at venja tær sum dreingir. Hevði tær við til bjarga, á fjalli ella á floti. So tær hava mangan brattan farið, so sum at noyðast at leypa í bátin tá brimið skolaði niðan í hálvan Villingadal... Nú vera tað so helst abbasynirnir, sum fáa toyggið.
Seinast í sjeytiárunum fekk Sjúrði sær gravkúgv, og tað gav sjálvandi øðrvísi møguleikar. Ofta vóru boð eftir honum at koma at velta; eitt nú var hann úti Svínoy eitt árið og velti eitt stórt stykki upp úr nýggjum. Gravkúgvin lætti eisini almikið um, tá grót skuldi laðast, og laðingararbeiði er so við og blivið eitt spesialið hjá Sjúrða, fyrst saman við Jógvani bróðir og nú svigarsoninum Torkil. Eitt tað seinasta, teir hava lagt úr hondum, er niðari partur av kirkjugarðinum heimi í Nesi. Eitt væla arbeiði at síggja til. Annars so hevur Sjúrði nógv kommunalt arbeiði um hendur, og tað er ikki at ivast í, at hann fær úr at gera, nú Fríðrikur krúnprinsur og frú koma at vitja í summar. Fríðrikur er annars gamal kenningur úr Thule, so tað verður ivaleyst nógv at tosa um, tá teir báðir hittast aftur. Um hann fer at sýna "vinmanninum" modellið av Dranginum eins og hann sýndi tað fyri foreldrunum fyri tíggju árum síðani er óvist, tí hetta er jú ikki hissini klettur at flyta aftur og fram.
Sjúrði hevur ikki heilt sørt av listargávum; tað er Drangurin prógv um. Eisini fekst hann við at mála fyri nú nakað nógvum árum síðani. Kanska ikki endiliga málningar, ið høvdu fingið fremsta pláss á várframsýningini í Listakálanum, men vit vita jú ikki hvat tað kundi blivið til um hann ikki púrasta slepti penslinum.
Mangt annað kundi verið sagt um Sjúrða. Hann er ein sera hugfarsligur maður at vera saman við, skemtiligur og dugir sjáldsama væl at taka til. Mangan hevur verið flent hart at onkrum, hann hevur sagt. Men helst dámar honum ikki at verða skammróstur soleiðis, so best er at gevast meðan væl er.
Í bløðunum sæst, at føðingardagurin er lýstur at vera ruddingardagur á Viðareiði. Hesaferð sleppur Sjúrði tó undan at koyra fullan bil av rustaðum hegni, takplátum og øðrum óruddi, ið helst ikki má koma fyri eyguni á Fríðrikki. Tað skilst, at føðingardagsbarnið verður burturstatt hendan dagin, og tað skal vera honum væl unt, hóast vit verða snýtt fyri eitt rimmar ball.
So til lukku Sjúrði, hvar enn tú ert staddur, og sum tey plaga at siga, mong góð ár framyvir.
Heilsan
Skyldfólk
A. Justesen
750 Viðareiði