Hetta vikuskiftið vóru øll trý føroyingaliðini í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í leiki.
Elsa Egholm, Lív og Vár Zachariasen og liðfelagarnir í Ajax taptu á útivølli 24-30 (10-14) fyri SIK Viborg. Elsa skoraði trý mál og Vár skoraði eitt mál.
Ajax er nummar seks í deildini við átta stigum.
Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen taptu á útivølli 24-29 fyri Fredericia. Í fyrra hálvleiki var tað annars Ejstrup/Hærvejen, ið var á odda 15-13. Rannvá skoraði trý mál.
Ejstrup/Hærvejen er nummar átta í deildini við sjey stigum.
Marianna G. Eystberg (savnsmyndin) og liðfelagarnir í Ydun vóru fyri stórum vónbroti, tá tær á heimavølli taptu 34-37 (14-19) fyri Sæby, ið einki stig hevði undan hesum dystinum. Marianna skoraði trý mál.
Ydun er næstaftast í deildini við trimum stigum. Tí gjørdist tapið fyri Sæby serliga dýrt. Sæby hevur tvey stig á aftasta plássinum.











