Í morgin kann KÍ gerast staðfestur FM-vinnari í 2021. Tað hendir um KÍ vinnur á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði í dystinum, ið byrjar klokkan 15, og um Víkingur ikki fær fult móti 07 Vestur á Dungasandi í [...] í Sørvági í dystinum, ið byrjar klokkan 16. KÍ hevur 62 stig og Víkingur hevur 50 stig undan dystunum í morgin. FM1 sigur beinleiðis frá dystunum í Fuglafirði og í Sørvági. Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur [...] klokkan 15. Teir eru B68-NSÍ á Svangaskarði á Toftum og B36-EB/Streymur á ovara vølli í Gundadali í Havn. In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum. Øll kunnu hoyra
at vera ov sein í vendingini, misti Mentanarhúsið í Fuglafirði skeinkiloyvi. Nú hevur húsið fingið nýtt loyvi Tað vakti ans, tá Mentanarhúsið í Fuglafirði misti skeinkiloyvi, tí leiðslan í húsinum av misgávum [...] tiltaki, sum Mentanarhúsið í mong ár hevur staðið?, skrivar Mentanarhúsið í tíðindaskrivi. Nú er so skeinkiloyvi komið aftur í Mentanarhúsið. Nógv sera góð tiltøk hava verið í Mentanarhúsinum gjøgnum tíðina [...] umsókn inn til tíðina. Hetta gjørdi, at lítið og onkið virksemi hevur verið í húsinum, eftir at húsið misti skeinkiloyvið.Í ?Í dag ynskja gestir, sum ganga til slík tiltøk og annað, at tað skal kunna bera
Higartil í ár hevur Havsbrún í Fuglafirði tikið ímóti 75.000 tonsum av rávøru fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár. Tað sigur Bakkafrost í fráboðan í sambandi við, at felagið leggur fram úrslitið fyri fyrsta [...] út í fyrsta ársfjórðingi 2015, sum er í samsvari við útsetingarætlanina hjá felagnum. Fiskiskapurin eftir pelagiskum fiskasløgum kring Føroyar hevur roynst væl higartil í ár. Havsbrún í Fuglafirði hevur [...] ársfjórðing hjá samtakinum fyrsta ársfjórðing í ár. Tøkan av laksi fyrsta ársfjórðing 2015 var 9.726 tons, sum er ein øking á 5 prosent samborið við sama ársfjórðing í 2014, tá ið tøkan var 9.269 tons. Av hesum
Sylvia er fødd og uppvaksin í Fuglafirði, dóttir Elsebeth, f. Joensen, og Rasmus Rasmussen, vanliga nevndur Víka-Rasmus, skipara og løgtingsmann í Fuglafirði, hann sat sum tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin [...] sum ung til Havnar, har hon m.a. hevði húspláss, arbeiddi í handlinum hjá Z. Heinesen í Vágsbotni og á skrivstovuni hjá Valdemar Lützen í Rættará. Í 1948 giftist Sylvia við Tryggva Gunnarsson (1918-98) úr [...] f. Jacobsen, og Gunnar Danielsen, skipara í Vági. Tryggvi arbeiddi í mong ár sum skrivstovumaður hjá oljufelagnum Esso á Viðarnesi. Sylvia arbeiddi eisini í mong ár á Hotel Hafnia. Sylvia og Tryggvi fingu
spælarum í Fuglafirði. Í dag boðar ÍF frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Emil Weihe Joensen, sum higartil bara hevur umboðað B36. 17 ára gamli Emil Weihe Joensen er miðvallari, sum í fjør spældi [...] Sambært faroesoccer.com hevur hann umboðað Føroyar í átta U-17 landsdystum. Emil W. Joensen er fimti spælarin, sum síðani í fjør er lagstur aftrat í Fuglafirði. Hinir eru Gunnar Christiansen, Steinbjørn Olsen [...] sum er fluttur úr Víkingi og aftur í barndómsfelagið. Um tríggjar vikur – leygardagin 6. mars – skal ÍF í fyrsta dystinum í 2021 landskappingini spæla á útivølli í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi.
vígdi bispur tveir nýggjar prestar í Dómkirkjuni í Havn. Tað eru nýggju prestarnir í Hvalvík og Fuglafirði, Bergtórur Bjørkhamar og Anne Mette Greve Klemmentsen, sum byrja í nýggjum størvum, ið vórðu vígdir [...] familjuni í vikuni. Hon er kortini ikki ókend við Føroyar, tí umframt at vera gift føroyingi hevur hon gingið á háskúlanum í Havn. Í hesari vikuni eru Anne Mette og Leif flutt inn í prestagarðin í Fuglafirði [...] Fuglafirði, og komandi sunnudag heldur nýggi fuglfjarðarpresturin sína fyrstu prædiku í prestagjaldinum. Anne Mette Greve Klementsen og maðurin Leif Hansen eiga tvey børn, Beintu og Helga
spjaða seg til aðrar fyritøkur í Fuglafirði og fer at kasta pening av sær í økinum. Síðani Faroe Bunkers byrjaði at selja tungolju í byrjanini av juli mánaði, er tungolja í stórum tali til eina stóra nøgd [...] metrum og upp í væl omanfyri 300 metrar. Tann stóri spurningurin og avbjóðingin er, um hesi skipini kunnu leggja at í Fuglafirði ella í framtíðini fara at kunna gera tað. Ein forðing og avmarking í hesum er [...] frystigoymslu í Fuglafirði. Hjá Bergfrost var stórur áhugi í at fáa russisk skip at leggja veiðuna upp hjá teimum, men ein sá samstundis at neyðugt var at kunna veita teimum aðrar tænastur í sama viðfangi
Sambært heimasíðuni Fishnewseu.com í dag hevur Havsbrún sum fyrsta fóðurvirkið í heiminum fingið eina Globalgab Standard-góðkenning. Havsbrún í Fuglafirði, sum framleiðir fiskamjøl, fiskaolju og fiskafóður [...] a og trivnaðin hjá teimum, sum eta vøruna. Í grein í heimasíðuni Fishnewseu.com í dag verður sagt, at Havsbrún var fyrsta fiskamjøl-og fiskaoljuverksmiðjan í heiminum sum fór at framleiða fiskafóður. Tað [...] Certification International, sum hevur staðið fyri Globalgab Standard-góðkenningini av Havsbrún í Fuglafirði.
Í kvøld kl. 18 verður eitt felagsmøti í Siloa í Fuglafirði. Tað eru tær tríggjar samkomurnar, Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði, sum skipa fyri Á skránni verður nógvur góður fe [...] r og ein stutt tala. Aftan á møtið bjóða tær tríggjar samkomurnar til nátturða í Siloa. Hesar tríggjar samkomurnar hava í langa tíð verið saman um at skipa fyri páskastevnu annað hvørt ár á Kambsdali. [...] felagstiltøk. Tí er nú ætlanin at gera meiri við hetta samarbeiðið. Felagsmøtið 17. oktober er tað fyrsta í eini røð av tiltøkum, sum ætlanin er at hava saman.
kórið Glymur at halda várkonsert í Mentunnarhúsinum í Fuglafirði og í Gl. Meiarínum í Havn. Kórið hevur mong ár á baki, men tann kórleiðarin, sum fólk flest munnu seta í samband við Glym, man vera Jógvan [...] árini. Við klaverið situr Stamen Stanchev. Konsertin í Mentunnarhúsinum í Fuglafirði verður fríggjadagin, hin 9.mei, kl. 20.00 Konsertin í Meiarínum í Havn verður leygardagin, hin 10.mei, kl. 16.00 Kostn