Í morgin kann KÍ gerast staðfestur FM-vinnari í 2021. Tað hendir um KÍ vinnur á ÍF í Fløtugerði í Fuglafirði í dystinum, ið byrjar klokkan 15, og um Víkingur ikki fær fult móti 07 Vestur á Dungasandi í Sørvági í dystinum, ið byrjar klokkan 16.
KÍ hevur 62 stig og Víkingur hevur 50 stig undan dystunum í morgin.
FM1 sigur beinleiðis frá dystunum í Fuglafirði og í Sørvági. Frásøgumenn hjá FM1 vera Tróndur Arge og Petur Asbjørn Lervig.
Tveir aðrir dystir byrja klokkan 15. Teir eru B68-NSÍ á Svangaskarði á Toftum og B36-EB/Streymur á ovara vølli í Gundadali í Havn.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá øllum fýra dystunum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo