Tungolja setir Fuglafjørð á heimskortið

184 metrar langa liberiska farmaskipið »Antarois Breeze«, sum týsdagin lastaði tungolju í Fuglafirði, er enn eitt dømi um, at Faroe Bunkers er við at gerast kent kring allan heimin. – Vit síggja stórar møguleikar í hesum virkseminum, sigur Sigurð Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði

Oljusøla

Orð&myndir: Snorri Brend

snorri@sosialurin.fo


Fuglafjørður: - Fyritøkan hevur longu víst, at grundarlag er fyri henni. Og vit vænta í roynd og veru at kunna selja millum 70 og 80.000 tons um árið, sigur ein bjartskygdur borgarstjóri.

Fuglfirðingar eru so smátt farnir at venja seg við at stór skip leggja at við oljubryggjuna í býnum. Her steðga tey nakrar tímar og fara síðani fult lessað við tungolju til fiskiskap ella víðari út í Atlantshavið við farmi sínum.

Her er fyrst og fremst talan um lasting av tungolju, men lítil ivi man vera um, at virksemið hjá Faroe Bunkers fer at spjaða seg til aðrar fyritøkur í Fuglafirði og fer at kasta pening av sær í økinum.

Síðani Faroe Bunkers byrjaði at selja tungolju í byrjanini av juli mánaði, er tungolja í stórum tali til eina stóra nøgd av skipum farin um bryggjukantin.

- Eg verði ikki kløkkur um dupult so nógv tungolja verður seld hiðani um nøkur ár, sigur Sigurð Simonsen.


Grundarlag

Tá farið varð undir Faroe Bunkers fyrr í summar var tað sjálvandi við einum ávísum spenningi, um nú tørvurin fór at gerast eins stórur og ætlanin miðaði eftir.

Hóast fyritøkan bert hevur verið á marknaðinum í slakar tríggjar mánaðir, hevur hon longu víst, at grundarlag er fyri henni – og at góðir møguleikar eru fyri at virksemið kann økjast enn meiri.

Virksemið hjá Faroe Bunkers var í fyrstu syftu grundað á føroysk og russisk skip, men seinastu tríggir mánaðirnir hava longu víst, at skip úr øðrum londum eisini vilja til Fuglafjarðar at keypa olju:

Ikki færri enn 30 skip úr íalt 12 ymiskum londum hava keypt olju hiðani.

- Hesa tíðina eru farin omanfyri 25.000 tons av tungolju um bryggjukantin, og tí mugu vit bara staðfesta at Faroe Bunkers hevur fingið eina sera góða byrjan, slær borgarstjórin í Fuglafirði fast.


Samstarv

Áðrenn Faroe Bunkers lat fyrstu oljuna, var eitt stórt fyrireikingararbeiði gjørt. Hetta varð av fyrstu tíð eitt samstarv millum stóru vinnuvirkini Havsbrún við sínum framleiðslum og Bergfrost við síni frystigoymslu í Fuglafirði.

Hjá Bergfrost var stórur áhugi í at fáa russisk skip at leggja veiðuna upp hjá teimum, men ein sá samstundis at neyðugt var at kunna veita teimum aðrar tænastur í sama viðfangi – millum annað oljusølu.

Saman við øðrum og góðum íleggjarum úr nærumhvørvinum vórðu so stig tikin til hesa oljusøluna, sum Fuglafjarðar kommuna umvegis Fuglafjarðar Havn eisini gjørdist ein partur av.

At so fleiri skip hava skift ella fara at skifta yvir til tungolju í framtíðini, hevur eisini gjørt sítt til at nýggja fyritøkan hevur fingið so góða byrjan.

- Vit síggja ein serligan áhuga millum farmaskip og leysfarmaskip. Enn hava vit ikki sæð nøkur bingjuskip, men tey munnu fara at koma, vónar Sigurð Simonsen.


Pengar í kommunukassan

Tað hevur sjálvandi verið ein kostnaðarmikil íløga hjá Fuglafjarðar Kommunu at gera sítt til, at Faroe Bunkers kundu fáa bestu umstøður at virka undir.

Íalt hevur kommunan sjálv brúkt 16 mió krónur í hesa íløguna, umframt tann størra partin sum íleggjararnir hava brúkt til hesa ætlanina.

Kommunan hevur ábyrgd av at fyribyrgja dálking og í ringasta føri at basa dálking. Til hetta krevst útgerð til tilbúgving, og hevur henda kostað umleið 2 mió krónur.

- Men tað er eingin ivi um, at virksemið hjá Faroe Bunkers fer at geva fleiri milliónir í kommunukassan longu komandi ár, staðfestir ein nøgdur borgarstjóri í Fuglafirði.



fyri seg


Úr Kyrrahavinum á Fuglafjørð

Eitt dømi um at Fuglafjørður av sonnum er komin á heimskortið, er dømið um stóra hollendska frystiskipið sum keypti tungolju frá Faroe Bunkers fyrr í summar.

Skipið hevði roynt úti fyri peruansku strondini í Kyrrahavinum, men eftir at kvota teirra var uppi har, avgjørdi reiðaríið at skipið skuldi í Norðuratlantshavið at royna.

Hollendska reiðaríið hevði onkursvegna hoyrt um møguleikan at keypa olju hjá Faroe Bunkers, og valdi at royna hesa loysnina, samstundis sum teir kundu skifta manning.

Ikki nóg mikið við tað, at skipið keypti hundraðtals tons av olju. Nú teir kortini vóru á Fuglafirði, kundu teir tað sama keypa trolútgerð frá Vónini.

- Hetta er eitt gott dømi um tann týdning sum Faroe Bunkers kann koma at hava fyri okkum. Hetta fer uttan iva at kasta pening av sær í framtíðini, slær borgarstjórin Sigurð Simonsen fast.



fyri seg



FAKTA


Skip úr 13 londum

Síðani Faroe Bunkers byrjaði at selja tungolju í summar hava skip í ymiskum støddum og úr mongum ymiskum londum ligið við bryggju í Fuglafirði.

Sambært einum yvirliti hava skip úr so ymiskum londum sum Malta, Panama, Ruslandi, Bahamas, Grønlandi, Antigua&Barbuda, Spania, Týsklandi, St. Vincent, Noregi, Danmark og Føroyum vitjað.

Týsdagin í farnu viku kom so eitt skip úr Monrovia í afrikanska landinum Liberia eftir olju í Fuglafirði. Íalt hava 30 skip keypt tungolju hiðani.


--------


Fyrispurningar hvønn einasta dag

- Tað gongur ikki dagur at vit ikki fáa fyrispurningar um sølu av tungolju, sigur Janus Rasmussen, stjóri í Faroe Bunkers.

Hann er samdur við borgarstjóranum í at Fuglafjørður av álvara er komin á heimskortið, tí áhugin fyri fyritøkuni er stórur og alsamt vaksandi.

Støddin á skipunum sum vilja keypa »føroysku« tungoljuna er ymisk, úr sløkum 200 metrum og upp í væl omanfyri 300 metrar.

Tann stóri spurningurin og avbjóðingin er, um hesi skipini kunnu leggja at í Fuglafirði ella í framtíðini fara at kunna gera tað. Ein forðing og avmarking í hesum er kortini hon, at sleipikapasateturin ikki er nøktandi í dag.

Janus Rasmussen verður í starvi hjá Faroe Bunkers henda mánaðin at enda.