Sylvia Gunnarsson 80 ár

Týsdagin 24. juni fylti Sylvia Gunnarsson í Havn 80 ár.

Sylvia er fødd og uppvaksin í Fuglafirði, dóttir Elsebeth, f. Joensen, og Rasmus Rasmussen, vanliga nevndur Víka-Rasmus, skipara og løgtingsmann í Fuglafirði, hann sat sum tingmaður fyri Sjálvstýrisflokkin frá 1940-43 og fyri Fólkaflokkin frá 1943-46. Sylvia kom sum ung til Havnar, har hon m.a. hevði húspláss, arbeiddi í handlinum hjá Z. Heinesen í Vágsbotni og á skrivstovuni hjá Valdemar Lützen í Rættará. Í 1948 giftist Sylvia við Tryggva Gunnarsson (1918-98) úr Vági, sonur Ingu, f. Jacobsen, og Gunnar Danielsen, skipara í Vági. Tryggvi arbeiddi í mong ár sum skrivstovumaður hjá oljufelagnum Esso á Viðarnesi. Sylvia arbeiddi eisini í mong ár á Hotel Hafnia. Sylvia og Tryggvi fingu fýra børn, tey eru: Eirik, sum býr í Kollafirði, Ingunn og Randi sum búgva í Havn og Victor sum býr í Danmark.