Í kvøld kl. 18 verður eitt felagsmøti í Siloa í Fuglafirði. Tað eru tær tríggjar samkomurnar, Hebron í Leirvík, Filadelfia í Gøtu og Siloa í Fuglafirði, sum skipa fyri
Á skránni verður nógvur góður felagssangur, har sangarar úr teimum trimum samkomunum syngja fyri. Eisini verða sangframførslur úr teimum trimum samkomunum eins og vitnisburðir og ein stutt tala.
Aftan á møtið bjóða tær tríggjar samkomurnar til nátturða í Siloa.
Hesar tríggjar samkomurnar hava í langa tíð verið saman um at skipa fyri páskastevnu annað hvørt ár á Kambsdali. Við tað at so stutt er millum Leirvík, Gøtu og Fuglafjørð, verður hildið, at natúrligt er at hava onkur felagstiltøk. Tí er nú ætlanin at gera meiri við hetta samarbeiðið. Felagsmøtið 17. oktober er tað fyrsta í eini røð av tiltøkum, sum ætlanin er at hava saman.