Havsbrún tikið ímóti 75.000 tonsum

Higartil í ár hevur Havsbrún í Fuglafirði tikið ímóti 75.000 tonsum av rávøru fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár.

Higartil í ár hevur Havsbrún í Fuglafirði tikið ímóti 75.000 tonsum av rávøru fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár.

 

Tað sigur Bakkafrost í fráboðan í sambandi við, at felagið leggur fram úrslitið fyri fyrsta ársfjórðing hjá samtakinum fyrsta ársfjórðing í ár.

 

Tøkan av laksi fyrsta ársfjórðing 2015 var 9.726 tons, sum er ein øking á 5 prosent samborið við sama ársfjórðing í 2014, tá ið tøkan var 9.269 tons. Av hesum var framleiðslan av góðskaðum vørum 4.525 tons. Bakkafrost setti 2,2 milliónir smolt út í fyrsta ársfjórðingi 2015, sum er í samsvari við útsetingarætlanina hjá felagnum.

 

Fiskiskapurin eftir pelagiskum fiskasløgum kring Føroyar hevur roynst væl higartil í ár. Havsbrún í Fuglafirði hevur tikið ímóti góðum 75 túsund tonsum av rávøru fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2015.