Tað legst aftrat við spælarum í Fuglafirði. Í dag boðar ÍF frá, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Emil Weihe Joensen, sum higartil bara hevur umboðað B36.
17 ára gamli Emil Weihe Joensen er miðvallari, sum í fjør spældi átta dystir á næstbesta B36 liðnum. Sambært faroesoccer.com hevur hann umboðað Føroyar í átta U-17 landsdystum.
Emil W. Joensen er fimti spælarin, sum síðani í fjør er lagstur aftrat í Fuglafirði. Hinir eru Gunnar Christiansen, Steinbjørn Olsen og Ólavur Niclassen, sum allir eru fluttir úr KÍ og til Fuglafirðar, og so er tað Bogi Reinert Petersen, sum er fluttur úr Víkingi og aftur í barndómsfelagið.
Um tríggjar vikur – leygardagin 6. mars – skal ÍF í fyrsta dystinum í 2021 landskappingini spæla á útivølli í Hólmanum á Eiði ímóti EB/Streymi.