um í e-postforritinum. So hevur tú eitt teldubræv við einari bakiuppskrift liggjandi á telduni, sum so verður rakt av hesum maðkinum, verður bakiuppskriftin send víðari til onkran av teimum, sum tú hevur [...] miðjan juli mánað. Men hann hevur ligið í dvala, og fyri trimum døgum síðan fór hann rættiliga at breiða seg millum føroyskar teldur. Maðkurin, sum herjar her á landi í løtuni, hevur tað heldur kryptiska heitið [...] onkur føroysk fyritøka hevur verið úti fyri seinastu dagarnar, verður sagt av Formula.fo. Formula.fo er ein av landsins størstu umsitarunum av telduskipanum. Har hava starvsfólkini sæð nógv ymisk telduvirus
støðunum, sum í fleiri øðrum dystum fyrr í ár ikki hava givið mál. KÍ møguleikar Hóast tað onkuntíð hevur staðið meiri upp á spæl ímillum 91 ára gomlu javnaldrarnar, so var góði seinnaparturin í Gundadali [...] framvegis ikki í einum plássi, sum gevur honum møguleika at vísa sínar sterku síður) og Rúna Nolsøe, og Tomislav Sivic hevði langar teymar og treivst væl. Allan Mørkøre var í 1. hálvleiki ytstur í høgru á HB [...] yvirskot at bjóða av í framrættaða spælinum og at leggja vandamiklar bóltar frá baklinjuni. Í hinum borðinum var Hjalgrím Elttør hjá KÍ væl upplagdur, meðan Janus M. Joensen fyrr hevur verið meiri sannførandi
seglbáti til Føroya hevur leingi verið mín ætlan og mín dreymur. Góður bátur Seglbátin, sum hann hevur livað sítt lív umborð á í 47 dagar nú, keypti Erik fyri 7 árum síðan. Við honum hevur hann millum annað [...] fer hann at taka sær av løttum í Føroyum næstu vikurnar. Hann hevur ongar ætlanir um at hetta skal vera seinasta ferð, hann er í Føroyum, men at hann fer at búseta seg aftur í føðilandinum er lítið, sum røkist [...] Mær dámar væl í USA, og mær hevur eisini altíð dámt væl í Føroyum. Men tá eg flutti var tað mest tí at seg sá nakrar møguleikar har yviri, sum eg ikki hevði her. Og eg má siga, at tað hevur gingist mær væl
møguleikar. Men tá teir í 56. minutti sektaðu mistak í uppspælinum hjá FCK í høgru, og Crespo stútaði innleggið úr vinstru í kassan, tóktist alt vera avgjørt. Soleiðis hevur tað aloftast verið, tá donsk [...] Europa-Cup Tað er væl hugsandi, at ein føroyingur í heyst og í vár fer at teljast millum fótbóltsspælararnar í heimsins størstu kapping millum onnur lið enn landslið. Felagið hjá Toda Jónsson, FCK, megnaði [...] ørðum. Teirra millum nógvir føroyingar. Heimsstjørnur Tølini siga, at FCK hevur menst seg nógv og skjótt. Í 1994 spældi FCK í gomlu Europa-Cup meistarakappingini. Mótstøðuliði var italska Milan, og Maldini
hava fingið innlit í hansara sjáldsama spennandi heim. Don Juan fra Tranhuset er ein styttri søga hja William Heinesen, sum útkom í einum stuttsøgusavni í sjeytiárunum. Søgan fer fram í tí gamla føroyska [...] føroyska samfelagnum í endanum av 19. øld. Tað er ein skipsbrotið maltesi, sum rekur á land úti í Koltri. Beinanvegin bera fólk tokka til hansara, og áðrenn tú veitst av, er ein longri listarliga fortald frásøgn [...] verður endurgivin. Í sjálvari stuttsøguni verður byrjað við at siga frá um staðið, landið og samfelagið, søgan fer fram í. Um tað var við leiki fyri eyga er ikki gott at vita, men í øllum førum byrjar
Oljuleiting Nógv virksemi er í nýggju og stásiligu hølunum hjá BP Yvir við Strond. Felagið hevur leigað og innrættað tvær av hæddunum í bygninginum hjá Svend Krosstein, nærhendis Skansan. Tað er torført [...] torført at síggja á fólkunum, um tað hevur eydnast BP og Shell at finna gass ella olju í føroysku undirgrundini. Og tá tú spyr, so er svarið alla tíðina tað sama: spyrjið Oljumálastýrið. Men boristjórin hjá [...] boriskipið á føroyskum øki í góðar tvær vikur aftrat tvs. til umleið 1. september. Boringin í Svínoyarbrunninum verður eygleidd við stórum áhuga á høvuðsskrivstovuni hjá BP í Onglandi. Tí vónirnar eru stórar
stungnir út í síðuna. At Óli so heldur ikki var so raskur at bakka upp úti í síðunum, men heldur savnaði seg um miðverjuøkið, gjørdi, at talan í nøkrum førum gjørdist um vandamiklar støður. Í einum av hesum [...] tvær ferðir hevur veirð um sera heiðurlig tap, hevur orðið »avbukaðir« tríggjar ferðir verið havt á lofti eftir hesar dystir. At dysturin so eisini skuldi spælast á hesi árstíð við nógvum hita í Beograd, [...] soleiðis, at okkara stóðu við 10 monnum niðri í egnum brotsteigi og vardu. Tvørtur ímóti fingu teir loyvi at taka lut í spælinum longri frammi á vøllinum, og hóast tað í sjálvum sær er gleðiligt, so var tað kortini
líðandi, og í dag er bygdin upp í teimum ruddiligu bygdunum í Føroyum. Tað seinasta arbeiði, ið eg stóð fyri, var at gera vegin niðan fyri bygdina. Í dag verður hesin vegur nevndur »Davidstræti«. Í fyrstani [...] undirvísti hann bæði á Langasandi, í Vík og í Tjørnuvík. Vit gingu tað eg kann minnast bara í skúla eina viku um mánaðin, so tað var avmarkað, tað vit lærdu. Men dugdi tú at rokna, lesa og skriva tá á døgum [...] tøkk til Gud, ið hevur hildið hondina yvir okkum. Kingosálmarnir eru jú serstakir. Til alla lukku hevur unga fólkið í bygdini varðveitt sálmasangin, sum er til stóra gleði fyri okkum øll. Í fimtiárunum komu
stóð honum brádliga í boði at spæla eina solokonsert í Seoul miðan august í ár. Tíverri varð hann noyddur at geva avboð, av tí at hann um sama mundi skuldi luttaka í "Orkester Norden" í Svøríki: - Tað kann [...] upptøkuroynd í London við tí fyri eyga, at sleppa inn á Royal Academy of Music. Hóast nálareygað ikki var stórt, eydnaðist honum at spæla seg í gjøgnum tað, og tá ið hann í summar fekk í boði at halda [...] fyrireika fjølbroyttar konsertir í øllum føri eru størri. Ein tónleikari er eisini eitt slag av einum entertainara og tískil ætlar Andras sær í heyst at fáa frálæru í drama: - Eg eri í veruleikanum rættuliga smæðin
Úrslitið er ein øðrvísi filmur, sum liggur í minninum langt eftir tú hevur sæð. Filmurin er ein romantisku kærleiksfilmur, sum tú smakkar langt eftir, at tú hevur sæð. ì staðin fyri at sita og lesa og skriva [...] gott allíkavæl at síggja dogme-filmin, Italiensk for begyndere. Handlingin í filminum fer fram í einum donskum býi. Býurin hevur eitt hotel, har vit hitta ein av høvuðspersónum, Jørgen Mortensen. Eisini [...] tí italienska, hóast tey bert eru sjey í flokkinum, og kommunan sigur, at tey skula vera átta. Sjónleikararnir eru nakrir av teimum bestu sjónleikarunum í Danmark í løtuni. Fleiri av leikarunum hava fingið