Øgiligur rómur í Parkini

FCK hevur framvegis beina kós í størstu europeisku kappingina

 

Europa-Cup


Tað er væl hugsandi, at ein føroyingur í heyst og í vár fer at teljast millum fótbóltsspælararnar í heimsins størstu kapping millum onnur lið enn landslið.

Felagið hjá Toda Jónsson, FCK, megnaði mikukvøldið at vinna 2-1 á italska stórfelagnum, Lazio. Karmurin í Parkini var fantastiskur, og sjálvt um hann ? sæð við føroyskum eygum ? hevði verið upp aftur betur, um Todi Jónsson hevði verið á vøllinum og ikki á áskoðaraplássunum saman við 37.515 ørðum. Teirra millum nógvir føroyingar.


Heimsstjørnur

Tølini siga, at FCK hevur menst seg nógv og skjótt. Í 1994 spældi FCK í gomlu Europa-Cup meistarakappingini. Mótstøðuliði var italska Milan, og Maldini, Baresi, Costacurta, Brian Laudrup, Albertini, Boban, Papin, Simone og Orlando vóru ov stórur gloypibiti. Italska liðið vann 6-0 í Parkini og 1-0 í Milano.

Bitin mikukvøldið var ikki minni.: Peruzzi ? Negro, Nesta, Mihailovic ? Poborsky, D. Baggio, Simeone, Fiore, Pancaro ? Crespo, Lopez. Á fótbóltsmarknaðinum eru lyftir og lættir fyri milliardir av krónum. At fyrrverandi Valencia-miðvallargeneralurin, Mendieta, var beinkinum, boðar frá, hvat tað var fyri eitt lið, sum FCK spældi ímóti.


Lítið danskt

Gestirnir í Parkini vóru betri fótbóltsspælarar. Á FCK liðnum vóru fýra, sum vístu sama støði sum Lazio. Jakob Laursen, Christian Poulsen, Niclas Jensen Sibusiso Zuma.

Lasio bíðaði og lúrdi, til FCK mistók seg. Tað gjørdi danska liðið tríggjar ferðirnar, og Lazio misnýtti skammiliga tveir risastórar møguleikar. Men tá teir í 56. minutti sektaðu mistak í uppspælinum hjá FCK í høgru, og Crespo stútaði innleggið úr vinstru í kassan, tóktist alt vera avgjørt.

Soleiðis hevur tað aloftast verið, tá donsk lið hava spælt móti teimum stóru. Men soleiðis varð tað ikki hesaferð. Russiski dómarin gav FCK eitt brotsspark, sum ikki hevði verið dømt á útivølli. Tað varð bríksla fyri at halda og toga.

Tá restaðu 17 minuttir. Jakob Laursen sendi umvegis tvørtræðið inn um strikuna, og við unga Christian Poulsen á odda stríddist FCK. Heine Fernandez, avloysarin hjá Toda Jónsson, sum hevði verið veikur í samanspælinum, gjørdist sigursharrin, tá hann fýra minuttir fyri leiklok skoraði eftir fríspark frá Niclas Jensen í vinstru.

Og Fernandez kundi enntá økt um møguleikarnar hjá FCK at koma heilskapaðir úr ódnarveðrinum í Rom annað týskvøld. Síðstu løtuna hevði hann tveir stútarar, sum fóru dygst omanfyri tvørtræið.


Øðrvísi dystur

Dino Zoff, fyrrverandi landsliðsmálverji og ?venjari hjá Italia, er fyri triðju ferð venjari hjá Lazio. Danska pressan skýrdi hann týsdagin fyri at vera mest átøkur einum »bedemand«, og á tíðindafundinum sá hann ótrúliga keðiligur út.

- Vit hava framvegis góðar møguleikar at vinna samanlagt. Um tvær vikur verða vit betri fyri, enn vit eru nú, mutlaði Zoff á italskum. Tað var ikki fyrr enn hann hevði smáprátað í fimm minuttir, at ein fór at umseta til enskt. At Zoff heldur, at hansara lið verður betri fyri um tvær vikur, er einki at siga til, tí fyrsta umfarið í italsku landskappingini verður ikki spælt fyrr enn 28. august.


Sølulistin

FCK-venjarin, róligi og sinniligi Kent Karlsson, helst seg síggja stórar møguleikar í sínum monnum.

- Vit vóru nærlagdir, topp-motiveraðir, sunnu nógv og gjørdu heilt fá mistøk. Vit fara ikki at arbeiða við returdystinum fyrr enn vit annan fríggjadag hava spælt á heimavølli í superliguni, segði venjarin.

Undir tíðindafundinum kom FCK-bossurin, Flemming Østergaard, í pressurúmið, og tað var skjótt, at pressan flokkaðist um væl hýrda mannin. Tað søgdust vera umboð fyri 31 europeisk stórfeløg í Parkini. Teirra áhugi snúi seg fyrst og fremst um Zuma, sum nú verður mettur til 80 mió.kr. Men eisini miðvallarin, Cristian Poulsen, er áhugaverdur. Flemming Østergaard var tó sera avgjørdur hesum viðvíkjandi.

- Christian Poulsen er ikki til sølu, men fáa vit eitt eitt tilboð upp á einar 250 milliónir krónur, so fara vit at umhugsa at selja hann!