Hóast undirritaði fekk ein sess á teirri fremstu av teimum fremstu rekkjunum, so var tað so mikið gott allíkavæl at síggja dogme-filmin, Italiensk for begyndere.
Handlingin í filminum fer fram í einum donskum býi. Býurin hevur eitt hotel, har vit hitta ein av høvuðspersónum, Jørgen Mortensen. Eisini er eitt stadion, har Halv Finn, sum er ein annar av høvuðspersónunum starvast á stadionmatstovuni. Eisini kemur ein nýggjur prestur til býin, og tað er eisini ein av høvuðspersónunum. Filmurin er bygdur rundanum fimm ymiskar persónar, sum allir hava tað til felags, at teir ganga til italiensk á byrjunarstiðji.?
Persónarnir kenna allir hvønn anna á ymsar aðrar mátar, og filmurin samantvinnur so hesar ymisku lagnurnar, sum allar renna saman, tá ítalienskt stendur á skránni.
Høvuðspersónarnir líkjast allir á nógvum økjum. Eingin av teimum er giftur ella trúlovaður. Øll hava tey roynt at mist onkran, sum stóð teimum sera nær. Eingin av teimum livir nakað serliga spennandi lív, og eryu tey øll uppá hvør sín undirsáttar. Tey ganga tó øll til italienskt.
Tríggjar aðrar konur eru eisini í flokkinum, sum ikki hava tað nógva við søgugongdina at gera - uttan tað at tær ganga til italienskt.
Tá lærarin hjá flokkinum doyr, yvirtekur Halv Finn lærarstarvið, tí tørvur er á at flokkurin heldur áfram við tí italienska, hóast tey bert eru sjey í flokkinum, og kommunan sigur, at tey skula vera átta.
Sjónleikararnir eru nakrir av teimum bestu sjónleikarunum í Danmark í løtuni. Fleiri av leikarunum hava fingið heldur øðrvísi leiklutir enn tey eru von við. Millum leikararnar eru Peter Gantzler og Anders W. Berthelsen, sum føroyingar kanska kenna úr sv-røðini ?Taxa?. Allir sjóneikararnir spæla ótrúliga væl, og úrslitið er ein lættur dogme-filmur við tungum undirtónum.
Eitt siga frá søgugongdini í filminum er eitt sindur innviklað, tí hvør av høvuðspersónum hevur sína søgu at siga frá, og tað heldur samantvinnaða eindin, sum ger filmin so sera spennandi.?
Hví filmurin akkurát er gjørdur sum ein dogme-filmur er kanska ikki so lætt at vita, men tá tú so fer at hugsa um, hvussu ótrúliga vánaligur hesin filmurin hevði verið, um hann varð gjørdur í Hollywood, so kemur alt knappliga meining.
Filmurin er deiligi lættur, stuttligur og sera vælspældur. Úrslitið er ein øðrvísi filmur, sum liggur í minninum langt eftir tú hevur sæð. Filmurin er ein romantisku kærleiksfilmur, sum tú smakkar langt eftir, at tú hevur sæð. ì staðin fyri at sita og lesa og skriva um filmin, so burdi heldur verið farið at hugt eftir honum, tí hann er veruliga góður, hóast hann kemur út sum videofilmur um stutta tíð.