haldbarar búumstøður. Í løtuni verða børn í fleiri førum flutt runt og inn á dýr og ivasom leigumál, har m.a. blámusoppur hevur verið ein afturvendandi trupulleiki. Børnini húsast í dag fleiristaðni, og [...] menning, er best, at bygt verður ein felags búeind her í høvuðsstaðnum. Tað er ikki neyðugt at byggja so stórt, sum upprunaliga ætlað, uppi Millum Gilja í Hoyvík; kanska til helvtar. Og partar av virkseminum [...] eindir, og kundu ligið í ávikavist Runavík og á Strondum. Men uttan mun til, hvussu vit velja at skipa byggingina, so er eingin ivi um, at gongd má setast á verkætlanina sum skjótast. Í frágreiðing sínari
dampinum uppi í einum slíkum dysti, sjálvt um vit hava tørv á at spæla nakrar skipanir inn á liðið. Tí tað er so trupult at halda dampinum uppi alla tíðina. Men vit royndu so hóast alt. Serliga í byrjanini [...] Vogosca, Sarajevo: Í mangar mátar varð hildið, at mótstøðan hjá Føroyum fyrsta dagin í kappingini var mest sum láturlig. Og at føroyska liðið tí mest sum einki fekk burtur úr dystinum. Men hesum var Anna [...] tó nakað til tær í hesum dystinum. Tær hava spælarar, sum duga at skjóta, og tær koyra nøkur kontra ígjøgnum. So nakrar dygdir hava tær, og tað mugu vit vera klárar uppá. Vit skulu í øllum førum miðja
verður fiskaður uppi í sjónum á djúpum vatni í Irmingarhavi og sum líkist okkar fiski. Fiskifrøðingarnir siga, at hetta eigur at verða tikið við í stýringini av fiskiskapinum. Kongafiskur í Irmingarhavi [...] siga, at tað er óvist, hvussu stovnsuppbýtið er í Irmingarhavi. Tað tykjast vera tveir stovnar av trantkongafiski uppi í sjónum, ein ið altíð er uppi í sjónum og sum verður nevndur úthavs-trantkongafiskur [...] varsemi í troytanini av hesum kongafiski, tí lítið skal til at fiska hann heilt niður. Í hesum sambandi nevna fiskifrøðingarnir, at fráboðaða veiðan í 199 var bara 43 tons, afturímóti yvir 900 tonsum í 1996
við Karlamagnusarbreyt, men í eini lægd í økinum. Hæddarmunurin millum grundstykkini í Bertugøtu og við Karlamagnusarbreyt er eini átta metrar. Tað, sum iðrar íbúgvarnar í Bertugøtu er, at Tórshavnar kommuna [...] Íbúgvarnir í Bertugøtu í Hoyvík eru bangnir fyri, at nýggju bygningarnir ovast á Karlamagnusarbreyt fara at taka alt vesturskinið frá teimum. Í januar 2016 broytti Tórshavnar kommuna serstøku byggisamtyktina [...] Hjørleif Hansen, ein av íbúgvunum í Bertugøtu. Íbúðirnar hjá Bústøðum liggja kortini so lágt, at tær ávirka ikki sólargangin í Bertugøtu, men tað fara komandi húsini longur uppi á Karlamagnusarbreyt at gera
starvast á blaðnum í 17 ár. Hon situr í móttøkuni. Hon heldur, at tað er ymiskt, sum kreppan hevur rakt íslendingar. - Teir, sum eiga nógvar pengar og virðir annars í bankunum, eru als ikki vís í at fáa hendur [...] byrjað at minka í vøruútboði í handlunum. Tað hevur annars verið tosað um, at handlarnir høvdu vørur niðurfyri til ein mánaða, men fólk hava keypt inn undir seg, og so verður tað fyrri uppi. Men annars tekur [...] vænti tað verður enn verri í so máta, vit hava bygt alt ov nógv, sigur Sigga Óskarsdóttir. Sjálv heldur Sigga Óskarsdóttir, at orsøkin til trupulleikarnar, sum Ísland er í í løtuni, skyldast spekulatión
aðrastaðni er kríggj. Gaman í fáa vit mat í munnin, meðan fólk aðrastaðni svølta. Gaman í eru vit væl útbúgvin, meðan fólk aðrastaðni als ikki sleppa at ganga í skúla. Gaman í hava vit vælferðarskipanir [...] var, at vit í Føroyum búgva í heimsins besta landi, og at hetta eiga vit at hjúkla um og verja. Hóast boðskapurin var góður, má eg viðganga, at eg kendi meg ikki sørt nipnan. Gaman í er friður í Føroyum, [...] maður í Føroyum. * Hans Andrias Djurhuus, fólkaskaldið, skrivaði í heilsan síni til Føroya Fólkaháskúla í 1949, tá ið háskúlin fylti 50 ár, soleiðis um tíðina, tá ið hann sjálvur gekk á háskúlanum í Føgrulíð
Næstformaðurin í Tjóðveldi vil nú hava nakrar munagóðar loysnir á borðið. Hann vísir á, at minnilutaálitið nú aftur er lagt fyri løgtingið til samtyktar. - Loysnirnar, sum standa í álitinum, eru í grundini tær [...] settar í staðin, vísir Tórbjørn Jacobsen á. Hann sóknast eisini eftir at føroyingar sjálvir leika næsta leikin í talvinum. - Vit kunnu ikki fáa eitt vælferðarsamfelag, soleiðis sum tað verður stýrt í løtuni [...] haldast uppi, skulu stórar broytingar gerast. Útreiðslurnar vaksa nógv for skjótt og eingin hevur neyðuga dirvið til at tálma útreiðslunum. Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, ið umboðar Tjóðveldi í fíggjarnevnd
Tú kennir teg vera mitt í rokanum á Omaha Beach í Normandínum. Skotríðurnar eru áhaldandi í minsta lagi trý korter í nýggja Spielbergfilminum Saving Privat Ryan í Havnar Bio í hesum døgum. Frumframførslan [...] aftur í, at vit hava nógv at fegnast um - vit, sum eru so heppin ikki at hava vaksið upp í hasi tíðini og í einum slíkum landi, sum sendir ungar mans í deyðans kjaft. Hóast vit halda okkum liva í siviliseraða [...] og filmurin verður sýndur í Havnar Bio í tvær vikur afturat. Tað er sjálvandi upp til hvønn einstakan at gera av, um filmurin skal síggjast. Hóast filmurin er ein krígsfilmur í gamlan stíl, so er kortini
Birgari Johannessen um, at kommunan eigur at bjarga 100 ára gamla læknabátinum, sum varð smíðaður í Havn í 1919. – Tað kostar nógvar pengar, og hvar skulu bátarnir vera? spyr hon og vísir á avgerðina um [...] Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sum ikki tekur undir við, at kommunan skal bjarga 100 ára gamla Reyða Krossi – Nýggja býarsavnið hjá okkum og umsiting okkara [...] niðurstøðu, at Tórshavnar kommuna ikki skal bjarga gamla Reyða Krossi. Tað sigur Gunvør Balle, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu. Hon vísir á, at kommunan eisini eigur sluppungan Fram, sum
Tey vísa á, at í grannalagnum eru nógv hús, umframt skúlar og dagstovnar, og nærmasti barnagarður er uppi í brekkuni 70 metrar burturi. Børn spæla í øllum økinum alt árið, í sól og kava uppi á heygnum fáar [...] orkuverk hoyrir ikki heima mitt í millum sethús í Hoyvík, har familjur og smábørn búleikast. Tað er ørskapur at loyva so nógvari dálking í hesum barnaríka øki, siga tey í mótmælinum. - Ætlaða hitamiðstøðin [...] kunnu ikki gevast! Tað sigur Lis Mortensen í Hoyvík. Hon er ein av teimum sum gongur á odda at mótmæla ætlanini at gera eina stóra hitamiðstøði í Klingruni í Hoyvík, beint við hjá Føroya Tele. Nakað síðani