Vit mugu fiska minni kongafisk

Kongafiskastovnarnir eru ikki so væl fyri, sum teir hava verið. Tí er neyðugt at linka veiðitrýstið, siga fiskifrøðingarnir

Veiðan eftir kongafiski má minkast allastaðni.

Tað er niðurstøðan hjá fiskifrøðingunum hjá ICES eftir at hava kannað teir ymsu kongafiskastovnarnar her í Norðuratlantshavi.

Fiskifrøðingarnir hava kannað kongafiskin undir Føroyum, Íslandi og undir Eysturgrønlandi, umframt í Irmingarhavinum og niðurstøðan er stutt sagt at kalla tann sama, at mælt verður til niðurskurðir og varsemi.


Stóri kongafiskur

Um tann stóra kongafiskin verður sagt, at heildarfiskiskapurin er minkað støðugt síðani fyrst í áttatiárunum.

Men undir Føroyum hevur hann fiskiskapurin verið javnt vánaligur seinastu árini.

Yvirlitstrolingar undir Føroyum og undir Íslandi hava víst somu gongdina. Hinvegin vísa týskar yvirlitstrolingar, at tann stóri kongafiskurin er at kalla horvin undir Eysturgrønlandi.

Yvirlitstrolingar undir Føroyum og Íslandi hava tó víst ein lítlan vøkstur í seinastuni og tekin eru um nýggjar árgangir, ið seta til fiskiskapin undir Íslandi.

Samanumtikið verður stovnurin mettur at vera tætt við, ella uttanfyri lívfrøðiligar tryggar karmar.

Tí mæla fiskifrøðingarnir til at halda royndina á einum lágum støði fyri at verja teir nýggju árgangirnar, sum eru á veg, so at stovnurin sleppur at veksa aftur.

ICES mælir tí til, at royndin ikki verður størri enn hon var í 1997. Eisini verður mælt til, at skiljiristir verða nýttar í rækjufiskiskapinum fyri at minka um hjáveiðina av av yngli og ungfiski.


Trantkongafiskur

Við fáum undantøkum er fiskiskapurin vaksin síðani seinast í sjeytiárunum. Hann kom í hæddina í 1994, men er síðani fallin nógv og hevur verið vánaligur seinastu árini.

Eisini undir Føroyum er fiskiskapurin nógv versnaður

Ongar yvirlitstrolingar eru eftir trantkongafiski, men at døma eftir veiði uppá roynd hjá lemmatrolarum báði undir Íslandi og undir Føroyum, er stovnurin nógv minkað og hann hevur hesi seinastu árini verið á einum støðugum, lágum støði.

Týskar yvirlitstrolingar undir Eysturgrønlandi hava víst, at sera lítið av vaksnum kongafiski er til har.

Men tær hava eisini víst, at sera nógv er til av smáum trantkongafiski, og hóast vit enn ikki vita, um hetta bara er okkara trantkongafiskur, so eru útlitini rættiliga bjørt.

Eisini undir Íslandi eru tekin um eina ávísa tilgongd.

Men útfrá teimum kanningum, sum eru gjørdar, endurtekur ICES tilráðingina frá í fjør um at minka royndina í øllum økinum niður á støðið, sum var seinast í áttatiárunum.

Samstundis verður sagt, at tann sera nógvi ungfiskurin undir Eysturgrønlandi eigur at verða vardur so nógv sum gjørligt.

Eisini verður gjørt vart við, at tað kann vera eitt samband ímillum okkara trantkongafisk og tann trantkongafisk, sum verður fiskaður uppi í sjónum á djúpum vatni í Irmingarhavi og sum líkist okkar fiski.

Fiskifrøðingarnir siga, at hetta eigur at verða tikið við í stýringini av fiskiskapinum.


Kongafiskur í Irmingarhavi

ICES-fiskifrøðingarnir siga, at tað er óvist, hvussu stovnsuppbýtið er í Irmingarhavi.

­ Tað tykjast vera tveir stovnar av trantkongafiski uppi í sjónum, ein ið altíð er uppi í sjónum og sum verður nevndur úthavs-trantkongafiskur, og ein, ið líkist trantkongafiskinum undir Føroyum, Íslandi og Eysturgrønlandi og væl kann hava samband ivð henda.

Báðir stovnar eru í hvussu so er blandaðir saman, og trupult er at gera stovnsmetingar av teimum.

Av tí, at stovnsstøddin ikki er kend, at talan kann vera um fleiri stovnar og at ivasamt er um virðið á seriunum við veiði uppá roynd, er tað ómøguligt at áseta tað lívfrøðiliga referensuvirði.

Tó skal sigast, at báði stovnsmetingar, við ekkóloddi, og veiða uppá roynd benda á, at stovnurin er í minking.

Tí mælir ICES til at TAC (Tilráðing um hægst loyvdu veiði) eigur at lækka í mun til støðið frá 1993-96 uppá 150.000 tons.

Somuleiðis eigur ein hóskandi kanning av veiði og stovnum at verða sett í verk so at stovnsmetingar kunnu gerast.

Í 1996 tók ein nýggjur fiskiskpapur seg upp við línu og gørnum eftir einum sera stórvaksnum kongafiski á botni á Reykjanesrygginum í altjóða sjógvi.

Hesin kongafiskur er mest átøkur stóra kongafiski, men arvaligar kanningar benda á, at hetta er ein stovnur fyri seg, kanska eitt heilt annað fiskaslag.

Hann er fingin áður í kongafiskiskapinum undir Føroyum, Íslandi og Grønlandi, síðani kongafiskiskapurin tók seg upp - men bara einstakir fiskar.

Aldurskanningar vísa, at talan er um elligamlan fisk, og tí verður mælt til at fram við størsta varsemi í troytanini av hesum kongafiski, tí lítið skal til at fiska hann heilt niður.

Í hesum sambandi nevna fiskifrøðingarnir, at fráboðaða veiðan í 199 var bara 43 tons, afturímóti yvir 900 tonsum í 1996.