Skal vælferðarsamfelagið haldast uppi, skulu stórar broytingar gerast. Útreiðslurnar vaksa nógv for skjótt og eingin hevur neyðuga dirvið til at tálma útreiðslunum. Tað heldur Tórbjørn Jacobsen, ið umboðar Tjóðveldi í fíggjarnevnd Løgtingsins.
Hann sóknast eftir at loysnirnar verða lagdar á borðið, tí gongdin má broytast í stundini.
- Føroyingar hava útmerkað seg seinastu árini við at útreiðslusíðan á fíggjarlógini er vaksin við 8 til 11 prosentum um árið. Útreiðslurnar vaksa nógv for skjótt, og tað er hetta sum ger at vit vera verandi inni í hesari áhaldandi kreppuni. Men eingin hevur dirvið til at tálma hesum útreiðslunum, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Fíggjarlógin full av gomlum syndum
Sambært Tórbirni Jacobsen er tað gjørligt at minka um útreiðslurnar á verandi fíggjarlóg út við 200 milliónir krónur, bert neyðugu bygnaðarligu broytingarnar verða gjørdar.
- Tá vit í desember gjørdu verandi fíggjarlóg, gingu vit inn í eina semju fyri at fáa sum frægast burturúr. Men tá hevði Tjóðveldi sítt egna minnilutaálit, har vit eisini vístu á fleiri bygnaðarligar broytingar. Við teimum átøkum kunnu vit minka um hallið út við 200 milliónum krónum, vísir hann á.
Millum stóru postarnar, ið Tjóðveldi í álitinum vísir á, kunnu nevnast sjómansfrádrátturin, ið skal geva 60 milliónir, grønur skattur á bensin og diesel, 25 milliónir, hægri inntøkuskatt á hægru inntøkurnar, 40 milliónir, minstalønin hjá fiskimonnum flytast til arbeiðsmarknaðin, 28 milliónir, og broytingar í rentustuðulinum á 11 milliónir, umframt fleiri aðrar minni postar, ið tilsamans renna seg upp á 242 milliónir krónur.
- Fíggjarlógin er full av gomlum syndum, so sum minstalønin og rentustuðulin. Har eru allir møguligir lepar, sum hanga eftir frá eini tíð, ið langsíðan er farin. Men eingin torir at gera nakað við tað, tí teir eru bangnir fyri at missa kjarnuveljarar, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.
Kreppurnar stýra okkum
Næstformaðurin í Tjóðveldi vil nú hava nakrar munagóðar loysnir á borðið. Hann vísir á, at minnilutaálitið nú aftur er lagt fyri løgtingið til samtyktar.
- Loysnirnar, sum standa í álitinum, eru í grundini tær somu, sum Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri, stóð á røðarapallinum og segði at man kann gera. Trupulleikin er, at hann bara sigur hvat man kann gera, men ikki hvat man fer at gera, slær Tórbjørn Jacobsen fast.
Fíggjarnevndarlimurin hjá Tjóðveldi fýlist á, at føroyingar vera verandi inni í eini kreppu alla tíðina, orsakað av at útreiðslurnar fáa loyvi at vaksa ótálmað.
- Vit kunnu ikki spola upp við 300 til 400 milliónum krónum til øktar útreiðslur um árið. Tað tolir samfelagið ikki. Skattalættarnir hjá farnu ABC-samgongu hava kostað inntøkusíðuni 380 til 400 milliónir um árið, og trupulleikin er, at ongar inntøkur verða settar í staðin, vísir Tórbjørn Jacobsen á.
Hann sóknast eisini eftir at føroyingar sjálvir leika næsta leikin í talvinum.
- Vit kunnu ikki fáa eitt vælferðarsamfelag, soleiðis sum tað verður stýrt í løtuni. Tann politiski viljin í Føroyum stýrir ongum. Tað eru tær afturvendandi kreppurnar og danskararnir, sum stýra okkum. Hetta er hent fyrr, og nú sita vit aftur og bíða eftir at kreppan noyðir okkum at gera nakað, staðfestir Tórbjørn Jacobsen.