Hetta er so álvarsamt, at vit kunnu ikki gevast! Tað sigur Lis Mortensen í Hoyvík. Hon er ein av teimum sum gongur á odda at mótmæla ætlanini at gera eina stóra hitamiðstøði í Klingruni í Hoyvík, beint við hjá Føroya Tele.
Nakað síðani fekk hitamiðstøðin umhørvisgóðkenningin undir ávísum treytum og seinasta freist at kæra ta avgerðina er í morgin. Men hesa seinastu tíðina hava tey arbeitt at kraft fyri at savna inn undirskriftir at mótmæla at Umhvørvisstovan hevur góðkent hitamiðstøðina.
Lis Mortensen sigur, at higartil hava væl yvir 600 fólk skrivað undir mótmæli. Men hon minnir á, at áður hava eisini 1.300 fólk mótmælt ætlanini, so talan er um harða mótstøðu ímóti ætlani, tó at fleiri undirskriftir ivaleyst ganga aftur. Hon sigur, at seinnapartin í dag ætla tey at handa Umhvørvisstovuni undirskriftirnar við mótmælinum ímóti hitamiðstøðini
Lis Mortensen sigur, at hóast hitamiðstøðin hevur fingið umhvørvisgóðkenning, fara tey ikki at gevast at mótmæla. - Hetta málið alt ov álvarsamt til, at vit kunnu gevast. Hon sigur, at meiri tey seta seg inn í máli, greiðari verður tað fyri teimum, at tað má ikki henda, at hitamiðstøðin verður bygd, soleiðis sum ætlað. - Mangan kann loftdálking hvørki síggjast ella luktast, men tær kanningar, vit hava gjørt, hava av álvara latið eygu okkara upp fyri, hvussu vandamikil hon er.
- Eitt er at byggja loftdálkandi virki í einum ídnaðarøki, men hetta er mitt í einum bústaðarøki, sigur hon - Nýggjastu úrslitini frá WHO vísa, at avleiðingarnar av loftdálking vísa seg mangan ikki fyrrenn eftir einum 30 árum. Tá koma trupulleikarnir av krabbameini og øðrum ótespuligum, sum dálkingin elvit til, so hetta er alt annað enn at spæla við.
Ørskapur - Sunnur fornuftur og byggisamtyktin siga, at so stórt orkuverk hoyrir ikki heima mitt í millum sethús í Hoyvík, har familjur og smábørn búleikast. Tað er ørskapur at loyva so nógvari dálking í hesum barnaríka øki, siga tey í mótmælinum. - Ætlaða hitamiðstøðin fer at hava oljuframleidda orku uppá 19.500kW - sum er næstan helvtin av SEV-verkinum á Sundi. Slíkur orkumáttur svarar til upphiting av 3000-6000 sethúsum.
Tey vísa á, at í grannalagnum eru nógv hús, umframt skúlar og dagstovnar, og nærmasti barnagarður er uppi í brekkuni 70 metrar burturi. Børn spæla í øllum økinum alt árið, í sól og kava uppi á heygnum fáar metrar frá skorsteinunum.
- Ongar viðurkendar kanningar av dálkingarvandanum eru gjørdar á staðnum frammanundan, áðrenn Umhvørvisstovan gav sína umhvørvisgóðkenning, sum taka veruligu veðurviðurskiftini og lendi kring hitamiðstøðina við í útrokningarnar. Tey siga, at einans standard telduforrit eru brúkt til at rokna út, hvussu nógv dálking stendst av oljubrenningini - og tey hava víst sera ymisk úrslit og lagt er ikki upp fyri hesi óvissu. - Hvussu kann nakað matematiskt modell í einum telduforriti veita trygd fyri, at roykur frá einum so stórum verki ikki fer at merkjast? Spyrja tey.
Tey staðfesta eisini, at umhvørvisgóðkenningin bara tekur atlit til umhvørvi, tí hon hevur ikki førleika til at leggja dent á fólkaheilsu ella eldsbrunavernd.
- Sannføring okkara er ongantíð so greið sum nú: Váðin er alt, alt ov stórur til, at vit tora at festa alt okkara álit á nakrar modellútrokningar við alt ov stórum óvissu-marginalum, siga tey í mótmælinum, tey fara at handa nú seinnapartin.
Myndin er ein eftirgjørd mynd, tey ið mótmæla hitamiðstøðini hava gjørt. Hon vísir, hvussu miðstøðin fer at taka seg út í grannalagnum. Hitamiðstøðin er bygningurin við trimum skorsteinum, mitt í myndini, nakað vinstrumegin, beint við høvuðssætið hjá Føroya Tele.
|










